leygardagur 13. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 152 - 13. august 2005
Næstu mánakvøldini
fer tinghellu mann-
ingin at skipa fyri
fundum, har fólk,
sum hava ábyrgd av
almenna virksemin-
um, fara at bera teirra
løgmansrøður fram
og aftaná at skifta orð
við politikarar
LØGMANSRØÐUR
Jóannes Hansen
Næstu mánakvøldini fer
Miðlahúsið í Vágsbotni at
vera karmur um almenna
fundarrøð, sum tinghellu
redaktiónin á Sosialinum
skipar fyri. Útgangsstøðið
er politiski veruleikin og so
dreymarnir og veruleikin,
sum tey, ið hava ábyrgd av
almennum virksemi og
harvið umsita almennar
pengar, hava og standa í.
Løgmaður helt sína røðu
á Ólavsøku. Í løtuni verður
fiskidagaskipanin viðgjørd,
og um ein stóran mánað
verður
fíggjarlógarupp-
skotið fyri 2006 lagt fram.
Fundarrøðin í Miðlahús-
inum er eitt nú ætlað at
geva politikarunum íblástur
frá teimum, sum liva undir
karmunum, sum politiski
myndugleikin setur.
Leisturin er tann, at fyrst
fara tvey fólk at bera sína
løgmansrøðu fram. Aftaná
fara tey at vera í orðaskifti
við tveir politikarar - ein
fyri samgonguna og ein fyri
andstøðuna. Roknað verður
við aktivum fundarluttakar-
um, sum fáa møguleika at
taka lut í orðaskiftinum.
Fyrsti fundurin verður nú
mánakvøldið 15. august, og
tá er mentan og gransking á
skránni ella partar av fíggj-
arlógini, sum mentunar-
nevndin hjá Løgtinginum
arbeiðir við. Tjóðpallurin er
fyri stuttum komin á fíggj-
arlógina, og landsstýrið
hevur boðað frá, at ætlanin
er at leggja nógv meiri í
granskingina, enn tað hig-
artil hevur verið gjørt.
Mánakvøldið fara Jenny
Petersen, stjóri á Tjóðpalli
Føroya, og Rúna Hildu-
berg, stjóri í Granskingar-
ráðnum, at halda sínar løg-
mansrøður. Fyri samgong-
una fer John Johannesen at
luttaka, og andstøðuting-
maðurin verður Finnur
Helmsdal.
Fundurin verður í Miðla-
húsinum
í
Vágsbotni
klokkan 19.30, og tað
verður Kári á Rógvi, sum
fer at vera orðstýrari.
MASKINVERKSTAÐUR & SMIÐJA
Á Hjalla 15 – Boks 1338 – FO 110 Tórshavn
Tlf. 31 58 90 – Fax. 31 35 00 – mail: henrik@alma.fo
Neyðventilatión / flytan av luft - Vortex
Høgt trykk (560 Pa) og 3600 m3 um tíman.
Slanga kann setast til (305 mm).
Kann millum annað brúkast til ventilatión -
- aftaná eldsløkking.
- at turka bygningar.
- tá arbeitt verður í tangum.
- tá arbeitt verður við vandamiklum evnum.
Slanga til Vortex: 7,6 mtr. Kr. 4.750,- við mvg.
Kr. 7.350,- við mvg.
Søluráðgeva
til
møbladeildina
fá nærri at vita á
www.farodane.fo
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
Vit søkja:
Fleiri løgmansrøður í Vágsbotni
Næstu mánakvøldini fer Miðlahúsið í Vágsbotni at vera karmur um fundarrøð, har tey, sum umsita almennar pengar, fara at
hara sínar løgmansrøður
Internet