týsdagur 16. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 16. august 2005
29
Lærari til
Skálavíkar skúla
Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv
skúlaárið 2005/2006.
1 starv uml. 9 t/v vegna avlopstímar.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi 26. augusi 2005.
Skálavíkar Skúlastýri
v/ Elsa Mariu Hentze
FO-220 Skálavík
Tórshavnar kommuna
er uppbygd við trimum
fyrisitingum: trivnaðar-
fyrisiting, tekniskari
fyrisiting og miðfyrisiting.
Hjá Tórshavnar
kommunu starvast
umleið 1000
løntakarar, ið taka sær
av ymisku kommunalu
uppgávunum.
Kommunan fevnir um
Tórshavn, Hoyvík,
Argir, Velbastað,
Kirkjubø, Hest, Koltur,
Nólsoy, Kollafjørð,
Kaldbak, Hvítanes,
Norðradal og Syðradal.
Í kommununi búgva yvir
19.000 borgarar.
Skrivstovunæmingur
Hevur skrivstovuyrkið tín áhuga! So er hetta nakað fyri teg.
Tórshavnar kommuna bjóðar tær eina fjølbroytta og áhugaverda
skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting, har tú fært møguleika fyri
bæði persónligari og fakligari menning.
Sum næmingur hjá kommununi, fært tú eitt sera gott innlit í kommunal
viðurskifti, og tað at starvast í einari politiskt stýrdari fyrisiting. Handaligi
parturin av útbúgvingini fer fram í miðfyrisitingini hjá Tórshavnar
kommunu, har tú luttekur í fjølbroyttum uppgávum m.a. á
starvsfólkadeildini roknskapardeildini og í snarskivunui. Tú lærir at nýta
allar hentleikar, sum hoyra til nútímans skrivstovu.
Lærutíðin er vanliga tvey ár, men tað veldst um hvørja útbúgving tú
hevur.
Skúlagongdin er fýra tíðarskeið í Danmark á til samans 13 vikur, vanliga
á Niels Brock í Keypmannahavn.
Førleikakrøv
Umsøkjarar við HH-prógvi ella studentsprógvi hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Ynskiligt er at tú byrjar skjótast til ber. Løn sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Janus Isfeldt (
) ella
Annu Eiriksdóttir Simonsen (
), tlf. 30 20 10
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi hósdagin 25. august 2005 kl. 12:00. Viðmerk á umsóknina
“skrivstovunæmingur”.
janus@torshavn.fo
annas@torshavn.fo
www.torshavn.fo
Kirkjuráðsval fyri
Kvívíkar sókn
Kirkjuráðsval verður týsdagin 8. november 2005.
Vallistin fyri Kvívíkar sókn liggur frammi hjá Ninnu
Joensen, allar gerandisdagar frá 23.til 31.august kl.
17.00-18.00.
Er onkur av misgáum ikki á listanum skal hann ella
hon siga frá innan 8. september 2005.
Kvívík, 5. august 2005
Vegna valstýri,
Súsanna Joensen
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in