Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 155 - 18. august 2005 »Step on the gas«, er nýggja stakfløgan hjá Lenu. »Step on the gas« verður send til danskar út- varpsstøðir í hesi vikuni. Lagið er tikið av komandi fløguni »Can’t erase it«, sum er ein tillagað útgáva av fløguni við sama heiti, sum Lena gav út í Føroyum í fjør. Fyrsta stakfløgan av út- gávuni var »I still love you«, og hetta lagið hevur verið at hoyrt á donskum útvarpsstøðum seinastu mánaðirnar, nú verður so roynt við enn einum lagi. Í hesum sambandi spælir Lena eina konsert í væl umtókta spælistaðnum Lades Kælder mitt í danska høvuðsstaðnum. Nýggja útgávan av »Can’t Erase it« er bygd á føroysku útgávuna, Óli Poulsen hevur saman við Lenu og Niklas arbeitt tríggjar vikur í summar við at gera fløguna klára. Um- framt onkrar broytingar er okkurt nýtt lag á henni. Men Lena spælir eisini á aðrar streingir enn tann danska marknaðin, hon hevur júst gjørt sáttmála við amerikanska útgávu- felagið Private Wavs um at tey sleppa at brúka løgini »Can’t erase it« og »Step on the gas« í sjónvarps- sendingum og filmum. nud Lena gevur nýggja stakfløgu út Tá 200 fara á pallin í Vega í Keypmannahavn leygar- kvøldið 27. august til At- lantic Music Event, verður tað uttan papmasjefukkjú- fingurin. Bólkurin fær ikki tríggjar metur høga skrímslið við í flogfarið, og tað er trupult og dýrt at frakta hann niður. Pappmasjefokkjúfingur- in var partur av pallmyndini hjá 200 á G! Festivalinum, og varð somuleiðis mettur at hava so stórt listarligt virði at hann gjørdist eitt av listaverkunum á ólavsøku- framsýningini í Listaskál- anum. Men alt hetta sleppa dan- ir og føroyskir útisetar ikki at uppliva, men noyðast at taka til takkar við heimsins størsta tónlistarliga fokkjú- fingri tá 200 punka Keyp- mannahavn í sand og øsku. Danmark fær ikki fingurin frá 200 Amerikanski rapparin Eminem, sum 2. september skuldi spæla konsert í Keypmannahavn, hevur avlýst hesa og allar hinar konsertirnar á Evroparund- ferð síni. Konsertferðin »Anger Management Tour«, har Eminem og 50 Cent skuldu spæla fyri rapptystum evropeum, er sambært Ekstra Bladet, endaliga avlýst og ikki útsett. Eminem er ótrúliga væl- umtóktur í Føroyum, og hevur verið fastur fúsur á 15 teimum bestu, hvørja ferð hann hevur givið eina stakfløgu út. Tí eru tað iva- leyst nógvir føroyingar, ið skuldu havt verið á kon- sertini í Parken. Plátufelagið hjá Eminem sigur, at orsøkin til avlýs- ingina er trupulleikar við heilsuni. nud Eminem hevur avlýst konsertferðina Leygardagin 3. sep- tember verður innrás av motorsúkklum í Sandoynni, tí tá skipa Føroya Ellisakfør, saman við ung- mannafelagnum Samljóð í Skopun, fyri MC-Boogie í Sandoynni MOTORSÚKKLUR MC-Boogie kallast tað, tá motorsúkkluáhugað hittast til sosiala samveru og fe- lagskoyring á motorsúkkl- um, og síðani halda veitslu um kvøldið. Hetta tiltakið hevur verið afturvendandi síðani 1999. Føroya Ellis- akfør siga í tíðindaskrivi, at tiltakið er fyri øll mc- áhugað, uttan mun til, um tú ert limur í nøkrum fe- lagskaði ella ikki. Tiltakið var fyrstu ferð skipað í 1999 í sambandi við, at Føroya Ellisakfør hevði vitjan av útlendskum mc-gestum. Síðan er hetta vorðið eitt afturvendandi tiltak. Eftir at felagið Føroya MC varð stovnað, hava ver- ið tvey tiltøk um árið, har Føroya MC stendur fyri øðrum og Føroya Ellisakfør fyri hinum tiltakinum. Sambært siðvenjuni er fyrra MC-Boogie fyrsta vikuskiftið í mai og seinna 1. vikuskiftið í september. Møtt verður á middegi við felagshølið hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í Havn. Hagani verður koyrt til ferjuleguna á Gomlurætt. Tá ið komið er til Skop- unar, verður koyrt runt í oynni restina av seinnapart- inum. Um kvøldið verður skip- að fyri veitslu í Skopun. Meiri fæst at vita um tiltakið á heimasíðuni hjá Føroya Ellisakførum (www.ellisakfar.com). 3. september verður rættuliga innrás av motorsúkklum á Sandoynni, tá Føroya Ellisakfør skipa fyri MC-boogie saman við Samljóð í Skopun. Myndin er frá motorsúkklutúri í Vágum í fjør Mynd: Eirikur Lindenskov Motorsúkklur hittast í Sandoynni