hósdagur 18. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 155 - 18. august 2005
Ísraelski herurin
gjørdi í gjár álvara av
hóttanini at flyta tey
seinastu niðursetu-
fólkini úr Gaza við
makt
GAZA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
-Vit fara ikki hiðani. Guð
hevur givið okkum hetta
landið, og vit vita, at hann
fer at fremja eitt undur, so
vit verða verandi her.
Tey mest víðgongdu nið-
ursetufólkini hildu til tað
seinasta, at Guð mundi fara
at senda teimum hjálp, so
tey sluppu at verða verandi
í Gaza, men hjálpin kom
ikki. Ístaðin fyri gingu ísra-
elskir hermenn hús úr húsi
og bóðu húsfólkini fara um
markið til Ísraels sum
skjótast.
Í bygdunum Moarg og
Kerem Atzmona settu ill
niðursetufólk bingjur við
burturkasti og viðabular á
vegirnar fyri at steðga teim-
um ísraelsku hernaðarak-
førunum, men hermenninir
ruddaðu vegirnar. Aðra-
staðni savnaðust niðursetu-
fólk í synagogum, men
heldur ikki har fingu tey
frið, tí hermenninir fóru inn
í synagogurnar eftir teim-
um.
Summastaðni fóru niður-
setufólk og hermenn til
hendurs, og tað endaði við,
at
nógv
niðursetufólk
vórðu tikin. Harumframt
eru umleið 800 mótmælis-
fólk tikin. Hetta eru fólk frá
ísraelska høgravonginum,
sum vóru komin til Gaza at
forða herinum at flyta nið-
ursetufólkini burtur.
Útlendskir eygleiðarar í
Ísrael siga, at burturflyting-
in úr Gaza hevur nógv støri
áhuga uttanlands enn í
sjálvum Ísrael. Eitt danskt
sjónvarpslið var fyrradagin
í Tel Aviv og spurdi fólk,
hvat tey hildu um burtur-
flytingina, men tey flestu
svaraðu, at tey hugsaðu als
ikki um tað.
UTTAN ÚR HEIMI
Flutt burtur við makt
Hesin vildi ikki fara við góðum, so hann bleiv fluttir burtur við makt
Altjóða flogferðslu-
serfrøðingar seta
fleiri spurnartekin
við, hvat veruliga
hendi, tá tað kýpriska
ferðamannaflogfarið
datt niður í Grikka-
landi
FLOGVANLUKKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Flogskipararnir á teimum
báðum griksku jagaraflog-
førunum, sum vórðu send
at vita, hvat bagdi tí kýp-
riska ferðamannaflogfari-
num, sóu einki hol á
skrokkinum og heldur ong-
an brotnan rút.
-Ein brotin rútur ella eitt
hol á skrokkinum skuldi
verið tann mest sannlíka or-
søkin til, at trýstið inni í
flogfarinum var fallið, sig-
ur amerikanarin Bill Wal-
dock við tíðindastovuna
AP. Hann er professari í
flogferðslutrygd.
Tað kýpriska flogfarið
var í 34.000 fóta hædd. Tað
er rættiliga kalt so høgt
uppi í luftini, men kortini
kundu flogskipararnir á
teimum báðum jagaraflog-
førunum síggja ymiskt,
sum hevur áhuga í sam-
bandi við vanlukkuna. Eitt
nú sóu teir, at flogskiparin
var ikki í stýrihúsinum, at
stýrimaðurin sá út til at
hava mist vitið, at tvey onn-
ur fólk royndu at sleppa
fram at róðrinum, og at ilt-
maskurnar hjá ferðafólkun-
um vóru dotnar niður und-
an loftinum, soleiðis sum
tær eiga at gera, tá trýstið
inni í flogfarinum fellur.
Við øðrum orðum hevði
frostið ikki lagt seg á vind-
eyguni í flogfarinum, sum
annars hevði verið tað
sannlíka undir slíkum um-
støðum.
Tá trýstið inni í einum
flogfari fellur brádliga,
boðar trygdarskipanin alt
fyri eitt flogskiparunum frá
tí. Teir vita, at teir skulu fáa
sær iltmaskurnar fyri and-
litið beinanvegin, og at
flogfarið skal fara niður í
12.000 fóta hædd, tí har er
nóg mikið av ilt.
Paul Csysz, sum er pro-
fessari í verkfrøði, sigur við
AP, at hann ivast í, at tað
var trýstfall inni í flogfari-
num, sum var orsøkin til
vanlukkuna. Hann vísir á,
at flogskipararnir hava at-
gongd til meiri ilt enn
ferðafólkini, og at teir hava
nóg mikið av ilt til einar 15
minuttir. Harafturat vísir
hann á, at sambært flog-
skiparunum á jagaraflog-
førunum vóru tvey onnur
fólk í stýrihúsinum, sam-
stundis sum stýrimaðurin
sá út til at hava mist vitið.
-Stýrimaðurin
hevur
neyvan mist vitið av trýst-
falli í 34.000 fóta hædd,
sigur Paul Csysz.
Aðrir serfrøðingar siga,
at tað er sera sjáldsamt, at
eitt flogfar av hesum slag-
num fær trupulleikar við
trýstfalli.
Neyðskipanin
sigur flogskiparunum frá,
so teir kunnu taka flogfarið
longri niður, og hini av
manningini vita eisini, hvat
tey skulu gera í einum slík-
um føri, siga teir.
-Hetta er ein løgin van-
lukka, sigur formaðurin í
altjóða flogskiparafelag-
num, Terry McVenes, við
BBC.
John Navne, flogferðslu-
serfrøðingur, heldur, at
manningin á tí kýpriska
flogfarinum hevur havt
onkran annan trupulleika at
hugsa um, og at tey tí hava
gloymt at fáa sær iltmask-
urnar fyri andlitið. Hann
vísir á, at flogskipararnir
kærdu seg um, at hitaskip-
anin í flogfarinum virkaði
ikki, sum hon skuldi, stutt
eftir at flogfarið var farið úr
Kýpros. Kanska hava teir
roynt at loysa tann trupul-
leikan, men hava ikki verið
førir fyri at hugsa seg nóg
væl um, tá ilttrot fór at gera
vart við seg.
-Teir hava tí ikki varnast,
at nakar vandi var á ferð,
sigur John Navne við BBC.
Alt ruggar ikki rætt við
kýprisku flogvanlukkuni
Ákæruvaldið í Finnlandi
hevur ákært ein 63 ára
gamlan mann fyri at hava
beint fyri einum ungum
manni og tveimum gent-
um fyri 45 árum síðani.
Sjálvur sigur maðurin, at
hann minnist ikki, hvat
hendi tað kvøldið í 1960.
Tvær 15 ára gamlar
gentur og ein 18 ára gam-
al drongur vórðu funnin
deyð í einum tjaldi tætt
við eitt vatn. Tey vóru
stungin við knívi. Ein
annar 18 ára gamal
drongur, Nils Gustafsson,
lá vitleysur í tjaldinum.
Hann var eisini stungin
fleiri ferðir og hevði brot-
ið kjálkabeinið. Nú vil
ákæruvaldið vera við, at
tað var hann, sum myrdi
hini trý.
Eftir finskari lóg kann
eitt drápsmál takast upp-
aftur, sama hvussu gam-
alt tað er, og ákæruvaldið
hevur gjørt av at taka tað
45 ára gamla málið fram-
aftur, eftir at bretskir ser-
frøðingar kannaðu gomlu
skógvar hansara fyrr í ár.
Verður hann funnin sek-
ur, kann hann fáa lívlanga
fongsulsrevsing.
Nils Gustafsson og
verjar
hansara
halda
uppá, at hann er ósekur.
Verjarnir siga, at tað er
nógv í málinum, sum vís-
ir, at Nils Gustafsson
kann ikki hava beint fyri
hinum
trimum.
Men
ákæruvaldið hevur gjørt
av at royna málið í rætti-
num.
Tað er yvirhøvur vorðið
dýrari at liva í teimum
suðurevropeisku londun-
um, síðani evran bleiv
felags gjaldoyra, og nú
kæra fólk seg um, at ben-
sinið er vorðið alt ov dýrt.
Serliga í Fraklandi og
Italia eru fólk misnøgd
við tann høga bensinprís-
in, og fyrradagin lovaði
franski forsætisráðharrin,
Dominique de Villepin, at
fólk, sum hava trupulleik-
ar av tí dýra bensininum,
skulu fáa hjálp frá tí al-
menna. Fronsku bileigar-
arnir hava boðað frá, at
teir ætla sær at steingja
fleiri av teimum týðandi
vegunum, gera politikar-
arnir ikki okkurt fyri at
fáa bensinprísin niður.
Tað er ikki bara tann
høgi oljuprísurin á heims-
marknaðinum, sum ger,
at bensinið er so dýrt í
Fraklandi. Síðani 2001
hevur franska stjórnin
lagt avgjald á bensin og
dieselolju, og í dag eru
avgjøldini ávikavist 74 og
67 prosent. Tað er alt ov
nógv, nú oljan er vorðin
so dýr, siga teir flestu
politikararnir, sum tí vilja
hava stjórnina at broyta
skipanina, so avgjaldið
lagar seg eftir oljuprísi-
num á heimsmarknaði-
num. Var tann skipanin
galdandi nú, hevði av-
gjaldið verið lítið, tí oljan
er so dýr.
Norsku vinnulívsmenn-
inir Jens Ulltveit-Moe og
Morits Skaugen halda seg
hava funnið eini hyggju-
ráð. Teir eru farnir undir
at smíða stuttleikabátar á
einari bátasmiðju í Kina,
og tann lága lønin har ger,
at bátarnir eru bíligir
samanborið við tilsvar-
andi bátar, sum verða
smíðaðir á okkara leið-
um.
Teir báðir hava drúgvar
royndir í Kina. Morits
Skaugen er stjóri í einum
reiðaríi, sum siglir við
gassi í Kina, og Jens Ull-
tveit-Moe
eigur
eina
bátasmiðju í Kina, sum
ger bjargingarbátar. Teir
hava stovnað fyritøkuna
FiveStar Marine, og tað
er hon, sum smíðar stutt-
leikabátarnar.
Tann fyrsti báturin er
farin av bakkastokki og
kemur til Noregs í næsta
mánað. Hann er 28 føtur
langur og útgjørdur við
øllum nútímans hentleik-
um. Ætlanin er at smíða
umleið 40 bátar um árið,
og roknað verður við, at
prísurin fer at liggja væl
niðan fyri eina millión
norskar krónur. Tilsvar-
andi bátar, sum verða
smíðaðir í Noregi, kosta
ímillum 1,3 og 1,4 milli-
ón norskar krónur, skrivar
Aftenposten.
Ákærdur fyri gomul morð
Krevja bíligt bensin
Smíða bíligar stuttleikabátar