hósdagur 18. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2005
5
Virkisbyrjan
á Baltikum
Menningarstovan
skipar komandi
mikudag fyri kunn-
andi fundi um stovn-
an av vinnuligum
virksemi í Baltisku
londunum
VIRKISMENNING
Jákup Mørk
Í samband við at Menn-
ingarstovan
fyrireikar
eina handilsferð til Est-
land í november 2005,
verður skipað fyri kunn-
andi fundi um, hvussu
føroyskar
fyritøkur
kunnu víðka um sítt al-
tjóða virksemi við m.a. at
stovna virki í Baltisku
londunum ella at fáa sær
samstarvsfelagar í hesum
øki.
Ib Sönnerstad og Jørg-
en Meier Sørensen frá
Nopef greiða frá, hvussu
Nopef ráðgevur og stuðl-
ar norðurlendskum (eis-
ini føroyskum) fyritøk-
um, tá virksemi skal tak-
ast upp í Baltisku lond-
unum.
Nopef er fyri tað mesta
partin fíggjað av Norður-
lendska Ráðharraráðnum
(Nordic
Council
of
Ministers).
Eyðfinnur
Jacobsen
frá Faroe Law greiðir frá,
hvussu Faroe Law kann
ráðgeva og hjálpa við
stovnan av fyritøku í
Baltisku londunum.
Fundurin
verður
á
Parnassinum á Hotel
Hafnia klokkan 9
Gott fyrra hálvár
hjá Trygd
P/F Trygd hevur latið
hálvársroknskapin úr
hondum. Hesin sýnir
eitt yvirskot á 3 mió
kr.
TRYGGING
Jákup Mørk
Av hesum stavar 1 mió
kr. frá beinleiðis trygg-
ingarvirksemi, og er tað
nakað minni enn í fyrra
hálvári í fjør. Í tíðinda-
skrivi verður sagt, at
hetta er orsakað av harð-
ari kapping á marknaðin-
um og øktu tryggingar-
endurgjøldunum til bil-
skaðar. Hinar 2 mió kr.
stava frá avkasti av fíggj-
arognum.
Fyrra hálvár í fjør var
samlaða úrslitið á leið
hitt sama, men tá stavaði
størri partur av yvirskoti-
num frá tryggingartekn-
iskum virksemi.
Yvir
høvur
vuksu
tryggingarútgjøldini nak-
að fyrra hálvár. Somu-
leiðis eru rakstrarút-
reiðslurnar hjá felagnum
øktar, men hetta er tó
sambært felagnum partur
av eini heildarætlan, sum
skal skapa grundarlag
fyri
framhaldandi
vøkstri.
Felagið fegnast annars
um økta marknaðarpart-
in, sum tey hava vunnið
sær, men sagt verður
einki um, hvussu stórur
samlaði marknaðarpart-
urin nú er.
Skúlagarður og
útiumhvørvi
á temadegi
Tann 1. september skipar
Synergi fyri temadegi,
har fokus serliga verður
sett á skúlagarðin og úti-
umhvørvið á skúlum.
Í tíðindaskrivi verður
sagt, at tey á Synergi
hava skilt, at útium-
hvørvið á skúlum er eitt
evni,
sum
alt
fleiri
kommunur og skúlar
hava nomið við seinastu
tíðina.
Tí er hesin temadagur-
in settur á skránna, og
royndin í hesum verður
at skapa eina størri felags
fatan fyri, hví eitt lokk-
andi
útiumhvørvi
er
týdningarmikið,
og
hvussu eitt slíkt verður
skapt.
Við støði í framløgum
hjá bæði føroyskum og
útlendskum fyrilestrar-
haldaranum verður hugt
nærri at, hvørjar royndir
grannalond okkara hava
á økinum, og síðani verð-
ur roynt at finna fram til,
júst
hvussu
føroyski
tørvurin er á økinum, og
hvussu hesin kann nøkt-
ast.
Talan er um ein al-
mennan temadag, men
málbólkurin er serliga
skúlastjórar og -stýris-
limir,
lærarar,
húsa-
vørðar, arkitektar og ráð-
og sniðgevar annars.
Meira kann annars
lesast um temadagin á
www.synergi.fo.
-jm
Somikið stórur er
parturin hjá Atlantic
Petroleum í loyvinum
við West-Lennox og
Crosby. Fyrstu drop-
arnir verða væntandi
tiknir upp um eitt ár
OLJUFELAG
Jákup Mørk
Beint eftir døgurað týs-
dagin
kundi
Atlantic
Petroleum boða frá, at
felagið nú hevur keypt ein
fjórðing av oljufeltinum við
West-Lennox og Crosby.
Talan er um eitt fund,
sum til samans verður mett
at innihalda 3,5 mió tunnur
av olju, og er parturin hjá
AP soleiðis 875.000 tunn-
ur.
Gongst eftir ætlan, so
verður farið undir at bora
metingarbrunn í oktober
mánaði, og skuldi fyrsta
oljan væntandi verði fingin
til høldar í triðja ársfjórð-
ingini komandi ár.
Samlaða íløgan hjá At-
lantic Petroleum í hesum er
á leið 15 mió kr., og í tíð-
indaskrivinum verður boð-
að frá, at hetta er í góðum
samsvari við menningar-
ætlan felagsins annars.
– Keypið av rættindunum
við West Lennox er í tráð
við felagsins strategi, har
vit vilja fáast við leiting,
menning og framleiðslu av
oljufeltum. Tað
merkir
eisini, at fyrsta oljan hjá
felagnum nú er komin enn
nærri. Hartli víðkar hetta
um netverk okkara av
strategiskum samstarvsfe-
løgum, soleiðiðs at felagið
á tann hátt fær enn fleiri
royndir í menning av
smærri oljufeltum, sigur
Wilhelm Petersen, stjóri í
felagnum.
Saman
við
Atlantic
Petroleum eru tað ensku
Challenger
Minerals,
DYAS og First Oil EXPRO,
sum hava rættindini til
feltið. Ætlandi skal fram-
leiðslan skipast soleiðis, at
ein ein minni boripallur
verður tengdur at stóra
Lennox-platforminum, so-
leiðis at undirstøðikervið,
sum hesin longu hevur,
kann nýtast, tá oljan skal
flytast til lands. Endalig
avgerð um hetta verður tó
ikki tikin, fyrr enn met-
ingarbrunnurin er boraður.
Eftir ein at kalla hálv-
deyðan juli mánaða, hevur
nakað av handli verið við
partabrøvunum hjá Atlantic
Petroleum seinastu vikuna.
Tikið verður ofta til, at
tað ringasta, sum kann
henda fyri eina skrásetta
fyritøku er, um eingin
handil er við partabrøvun-
um hjá felagnum, og eitt
skifti tóktist tað, sum skuldi
hendan lagnan raka før-
oyska oljufelagið.
Miðskeiðis í juli mánaði
var als ikki handlað við
partabrøvunum, og tó at
kursurin soleiðis varð ver-
andi á 289,5, so er ein slík
støða ikki nøktandi hjá
einum felagi.
Seinastu vikurnar hevur
tó verið nakað av gongd í
handlinum. Spakuliga er
kursurin eisini kvinkaður
nakað uppeftir, og endaði
marknaðurin mánakvøldið
á 308.
Soleiðis gongur kurvan
við virðinum á partabrøv-
unum nú spakuliga rætta
vegin, og so er spurning-
urin, hvørt tíðindini um
keypið av loyvinum við
West-Lennox og Crosby fer
at økja um áhugan.
Á talvuni sæst, hvussu
kursurin á partabrøvunum
hjá Atlantic hevur flutt seg,
síðani felagið varð skrásett.
Strikan sýnir kursin, meðan
stabbarnir, sum eisini eru á
myndini, sýna, hvussu stór-
ur samlaði handilin við
partabrøvum
felagsins
hevur verið einstøku dagar-
nar.
-jm
875.000 tunnur av
føroyskari olju
Her í írska havinum er tað, at Atlantic Petroleum ætlandi fer undir veruliga oljuframleiðslu um eitt ár
Mynd: www. petroelum.fo
Nú verður aftur handlað
kelda: www.vmf.fo/www.icex.is