Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 155 - 18. august 2005 Hesa komandi tíðina fara 39 næmingar úr Kollfjarðar skúla at ganga í Norðradali. Hóast vítt er til fjals og fjøru, so sleppa teir bert at spæla í lítla skúlagarðinum. Einki við at fara í bøin, í ánna ella til fjals SKÚLAGONGD Snorri Brend Norðradalur: Bygdarfólk- ið í Norðradali mundu neyvan trúgva sínum egnu eygum tíðliga í gjáramorg- unin. Oman av skarðinum koma tveir bussar koyrandi – ein stórur hvítur og ein minni reyður. Teir koyra ikki skjótt, tí nógv sving eru á vegnum, sum haraftr- at er sera smalur. Í bussunum situr ein hóp- ur av ungum kollfirðingum, sum nú á fyrsta sinni skulu í skúla eftir summarsteðg- in. Og sum nú á fyrsta sinni skulu í skúlan í Norðradali. Bussarnir steðga uttan fyri skúlan, og lítla løtu seinni eru í hópatali av næmingum komnir út. Tey skunda sær inn í skúlan. Hetta eru børn úr Kolla- firði, sum hesa komandi tíðina skulu ganga í Norðradals skúla, meðan teir gera umbyggingina av teirra rætta skúla lidna. Næmingarnir hava einki ímóti at royna okkurt nýtt. Men tað er tó kortini bæði eitt og annað av tí nýggja, sum ikki er loyvt – nakað, sum køvir hesa gleðina eitt sindur. Tey sleppa ikki út í bøin. Ikki niðan í fjøllini. Ikki oman í ánna. - Júst hetta er rættiliga rotið, sigur ein drongur í 6. flokki, sum so avgjørt hevði ætlað sær at fanga síl í ánni í fríkorterunum. Hóskandi loysn Neyvan nakrantíð áður munnu 39 næmingar hava gingið í skúlanum í Norðra- dali. Men í gjáramorgunin komu ikki færri enn tveir bussar koyrandi oman móti bygdini, fullir av vónríkum skúlanæmingum úr Kolla- firði. Teirra egni skúli er ikki liðugt umbygdur enn, og tí hevur verið neyðugt at finna aðrar hóskandi loysn- ir til næmingarnar hesa fyrstu tíðina í nýggja skúla- árinum. Skipanin er gjørd soleið- is, at 1. til 3. flokkur hevur undirvísing í Royndarstøð- ini í Kollfjarðardali, meðan 7. og 8. flokkur fáa sína undirvísing í Bygdarhúsin- um í bygdini. Men í Norðradals skúla ganga í dag teir 39 næm- ingarnir í trimum árgangum í Kollfjarðar skúla – 12 næmingar í 4. flokki, 10 í 5. flokki og 17 í 6. flokki. Í hesum fyrsta skúladeg- num í nýggja skúlaárinum vóru sjálvandi nógvir praktiskir upplýsingar, sum næmingarnir skuldu fáa at vita. Og hetta gav lærari teirra, Trygvi Samuelsen sær góð- ar stundir til. Møta kl. 8:45 At fara frá einum skúla við 134 næmingum í Kollafirði og til eina lítlan bygdar- skúla í Norðradali krevur sjálvandi sína umstilling, bæði hjá lærarum og næm- ingum. Í fyrsta lagi byrjar undir- vísingin munandi seinni enn áður, og haraftrat mun- andi seinni enn í øðrum føroyskum skúlum. Næm- ingarnir verða allir heintað- ir við bussum í Kollafirði og síðani koyrdir tann held- ur kringluta vegin oman til nýggja skúla teirra. Og heimaftur sama veg. Soleiðis sum skipanin er við busskoyringini, so ber ikki til hjá hesum næming- um at møta í skúlanum fyrrenn klokkan 8:45. Á tímatalvuni henda fyrsta mikudagin kl. 8:45 var eingin av vanligu læru- greinunum. Ein kundi held- ur kalla tíman fyri "Prakt- iskir upplýsingar". Og líkt var til, at teir 17 næmingarnir í 6. flokki lurtaðu væl eftir tí, sum lærari teirra hevði at bera fram. Ikki í bøin Ein tann størsta broytingin í skúlanum er helst skúla- garðurin. Børnini hava sjálvandi fríkorter, men tá tey fara út um at spæla, so er skúla- garðurin munandi minni og Næmingarnir í 6. flokki fingu fyrr fríkorter í gjár. Tey høvdu framm- anundan lagt sær ymsar ætlanir fyri fríkorterini í Norðradali, men lær- ari teirra greiddi frá, at tey bert máttu halda seg á økinum við skúlan. – Og eg, sum hevði so góðan hug at fara í bøin at fanga kanin-ungar!, læt í einari gentu SKÚLAGONGD Snorri Brend Norðradalur: - Hava vit einki fríkorter?! Lærarin í 6. flokki, Trygvi Samuelsen er í ferð við at skriva tímatalvuna uppá svørtu talvu. Børnini hava fingið hvør sína tímatalvu útflýggjaða, og skriva nú av eftir tí, sum lærarin skrivar á talvuna. Hann er komin til fríggja- dag, tá ein næmingur brád- liga brýtur hann av við om- an fyri nevnda spurningi. Hesin hevur skrivað tað av, sum Trygvi hevur skriv- að, men hevur undrað seg yvir, at lærarin einki segði um fríkorterið. - Jú, góði. Hóast vit eru í Norðradals skúla so fáa tit kortini fríkorter. Eitt fyrra- partin og eitt á middegi. - Ája, tað var gott, letur síðani í næminginum. Myndatøka Henda fyrsta skúladagin í Norðradals skúla var tó kortini framd ein broyting í tímatalvuni. Tey vóru ikki meiri enn innkomin í stovuna, tá tað pikkaði á dyrnar og tveir fremmandir menn sóust í hurðini. - Nå, blaðmenn. Ja, kom- ið bara innar. Eg eri beint nú í ferð við at greiða teim- um frá nýggju umstøðun- um her í skúlanum. Trygvi Samuelsen heldur síðani fram við framløgu síni um nýggja skúlaárið, og ikki minst nýggju tíma- talvuna, sum nú skal setast í verk her í skúlanum. Skúlagongdin byrjar hvønn dag kl. 8:45 og endar kl. 13:00. Soleiðis sum skipanin er, verða tey flutt úr heimbygdini og í skúlan við bussum. Annar teirra koyrir skúlabørnini av Signabø og hin tekur børn- ini norðuri úr Sundum. Myndamaðurin vil fegin hava tey útum eina løtu til myndatøku. Tað hevur lær- arin einki ímóti. Og heldur ikki næmingarnir. Skúlagongdin verður allar dagarnar bert til kl. 13, hóast tímatalvan mána- dag og týsdag sigur, at val- lærugreinarnar eru eftir hesa tíð. Tað verða tær ikki, so leingi skúlagongdin er í Norðradals skúla. Ikki í bøin Skúlagarðurin er munandi minni og munandi øðrvísi – Rotið ikki at kunnu fanga síl í ánni Kollfirðingar gera innrás í Nor Skúlagarðurin er ikki so stórur, og tí mugu tey spæla saman. Einki við at krógva seg ella sita einsamallur/einsmøll. Eitt hoppiband kann altíð brúkast