hósdagur 18. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
haraftrat undir munandi
øðrvísi umstøðum enn í
Kollafirði.
Skúlin liggur niðri í
bygdini, og rundan um
skúlan er bøur. Og sum
støðan var fyrrapartin í
gjár, so var talan enn um
óslignan bø.
Tí brúkti lærari teirra
nógva tíð at greiða teimum
frá, at tey máttu ikki fara út
í bøin, men máttu halda seg
inni á økinum frammanfyri
skúlan.
Hóast fríkorter fyrst stóð
á tímatalvuni kl. 10:30 í
gjár, so sluppu næmingar-
nir kortini út nakað fyrri
enn tað, til heiðurs fyri
myndamann okkara.
Sum heild kann sigast, at
tann fyrsta løtan í nýggja
skúlanum sá út til at eydn-
ast væl.
Men sum ein av lærarun-
um segði: - Hetta er ein
neyðloysn fyri okkum. Men
vit fara nokk at finna útav
tí.
Góð útgerð
Hóast mong ár eru liðin
síðani skúlagongd var sein-
ast í Norðradali, so eru
skúlin kortini í sera góðum
standi. Hann hevur m.a.
verið nýttur til gudstænast-
ur.
Í skúlannum eru tríggjar
stovur, har pláss er fyri teim
39 næmingunum. Í tí einu
stovuni vóru nóg mikið av
skúlaborðum og stólum,
men neyðugt var at flyta
nakað av hesi útgerðini til
skúlan aðrastaðnis frá til
hinar stovurnar.
Í stovuni hjá 6. flokki
stendur eitt fínt hvítt klaver,
har eru teldur settar upp,
men netsamband er kortini
einki.
Sigast kann tí at útgerðin
í skúlanum er nøktandi. Nú
skulu so bara næmingar og
lærarar venja seg við tær,
fram til dagin, tá teirra egni
skúli verður liðugur um
stutta tíð.
Nr. 155 - 18. august 2005
7
Lærarar í Studenta-
skúlanum í Hoydøl-
um steðga undir-
vísing í yvirmann-
aðu flokkunum í
Hoydølum 1. oktob-
er, tá sáttmálaskeið-
ið hjá lærarunum er
úti. Hesum hevur
Yrkisfelag Stu-
dentaskúla- og HF-
lærara boðað
Mentamálaráðnum
frá, eftir at ráðið
hevur góðkent tveir
flokkar við 26 næm-
ingum
UNDIRVÍSING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í brævinum til Menta-
málaráðið sigur Yrkisfe-
lag Studentaskúla- og
HF-lærara seg hava stað-
fest:
– at Mentamálaráðið
hevur góðkent, at tveir av
teimum nýggju flokkun-
um í Hoydølum eru yvir-
mannaðir, tí hóast flokk-
arnir eftir galdandi proto-
kollat við Yrkisfelagið
skulu hava í mesta lagi
24 næmingar, hava tveir
av hesum flokkum 26
næmingar.
– at Mentamálaráðið
tískil misbrúkar maksim-
umsregluna um 24 næm-
ingar í hvørjum flokki,
soleiðis at hon í staðin
verður brúkt sum ein
minimumsregla - t.e.
minst 24 næmingar í
hvørjum flokki.
– Fyri Yrkisfelag Stu-
dentaskúla- og HF-lær-
ara er ikki ivi um, at talan
í fyrsta lagi er um eitt
tilvitað og illoyalt stig frá
sáttmálamótpartinum,
sum er ímóti bæði anda
og teksti í galdandi
protokollati. Í øðrum lagi
er hetta ein stór van-
virðing av bæði næming-
um og lærarum, og har-
aftrat stríðir tað ímóti
øllum námsfrøðiligum
meginreglum, har miðað
verður ímóti at náa ein-
staka næmingin. Við 24
næmingum er hetta trup-
ult, men við 26 gerst tað
ómøguligt, sigur felagið.
Yrkisfelagið hevur tó
valt ikki at steðga undir-
vísingini í teimum yvir-
mannaðu flokkunum í
verandi sáttmálaskeiði.
– Hinvegin fer Yrkisfel-
agið at boða Mentamála-
ráðnum og leiðslu skúl-
ans frá, at tá verandi
sáttmáli fer úr gildi 1.
oktober í ár, steðgar øll
undirvísing í teimum
yvirmannaðu flokkun-
um, hava myndugleik-
arnir til ta tíð ikki syrgt
fyri at loysa trupulleikan,
sigur felagið, sum ikki
undir nøkrum umstøðum
góðtekur framferðarhátt-
in hjá Mentamálaráðnum
og tey stig, ið Menta-
málaráðið hevur tikið í
sambandi við protokollat
um 24 næmingar fara
ikki aftur við borðinum
við tær tilstundandi sátt-
málasamráðingarnar.
Undirvísing
í Hoydølum
steðgar 1. oktober
rðradali
enn tann, tey eru von við í
Kollfjarðar skúla.
Har er alt asfalt, men her
býður stolta og vakra
náttúran teimum nógvar
aðrar møguleikar enn í
heimbygdini.
Men tíverri, - tey sleppa
ikki at gera brúk av hesum
møguleikum, sum náttúran
annars kundi veitt teimum.
- Um eg slapp út í bøin,
so hevði eg beinanvegin
farið at leita eftir kanin-
ungum!, sigur ein genta.
- Kanin-ungar? Eru teir
her?
- Ja, tað eru fleiri. Eg
kenni eina gentu, sum segði
mær frá tí. Men nú sleppa
vit ikki í bøin.
- Tað er øgiliga keðiligt,
haldi eg, sigur henda gentan.
Í bø og haga
Dreingirnir vita ikki heilt,
hvat teir skulu gera hetta
fyrsta fríkorterið í nýggja
skúlanum.
So teir gera bara tað
sama sum genturnar, og
fara so líðandi uppí at
hoppa band í lítla skúla-
garðinum. Men teir hava
kortini aðrar ætlanir – um
loyvi gevst!
- Tað hevði verið ótrúliga
stuttligt at sloppið ein
gongutúr niðan í fjøllini.
Tey eru so pen og so høg,
sigur ein teirra.
- Jamen, tað sleppa vit
ikki, sigur ein annar. - Tað
segði jú lærarin.
Hesin drongurin steðgar
á eina løtu, og hyggur nú
oman móti ánni.
- Ja, eg veit! Men ístaðin
fyri .... Eg kundi eisini
øgiliga væl hugsað mær at
sloppið oman í ánna at
fanga síl.
- Eg rokni við, at tað eru
í túsundatali av sílum í ánni
her. Men eg vænti ikki, at
vit sleppa tað heldur, sigur
hann. – Rotið!
Tey í 5. flokki eru fá í tali – so tey fingu eina lítla skúlastovu. Her trívast tey eisini væl
Myndir:
Álvur Haraldsen
Tey er von við størri skúla enn henda, men
høvdu einki ímóti at flyta skúla sum so.
Bert spell at tey ikki sleppa at rannsaka
vøkru og stoltu náttúruna í Norðradali til
fulnar