hósdagur 18. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 155 - 18. august 2005
Bill Justinsussen
heldur ikki, at stuðul-
in til rækjuvinnuna
hevur tænt sínum
endamálið, tí tá hesin
mánaðurin er farin,
er bert eitt rækjuskip
eftir í vinnu. Hann fer
tí at seta landsstýris-
manninum spurning-
ar í hesum sambandi
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á tingfundinum seinna-
partin í dag fer Bill Justin-
ussen at seta Bjørn Kalsø,
landsstýrismanni tríggjar
munligar
fyrispurningar
um rækjuvinnuna. Hann
spyr, um landsstýrismaður-
in hevur gjørt kunngerðir-
nar og leiðreglurnar, sum
áseta, hvussu rækjustuðulin
verður útgoldin. Hann vil
eisini hava at vita, av hvørji
konto á fíggjarlógini stuð-
ulin er játtaður - og um
peningur er tøkur. Eisini
spyr hann, hvussu nógvur
peningur higartil er játtað-
ur, og hvussu nógvan pen-
ing,
landsstýrismaðurin
væntar at játta í hesum ári-
num.
Bill Justinssen sigur, at í
vár samtykti løgtingið eftir
mikið kjak at veita rækju-
vinnuni rakstrarstuðul svar-
andi til tvær milliónir krón-
ur um árið til hvørt av skip-
unum í tvey ár. Hann vísir
á, at støðan í rækjuvinnuni
nú er so vánalig, at tá au-
gust-mánaði er farin aftur-
um, eru bert tvey skip eftir
í vinnu.
_ Og tað liggur á ljóði, at
annað av teimum eisini
væntast at halda uppat eftir
loknan túr. Tá verður so
bert eitt skip eftir í rækju-
vinnuni. Sostatt tykist ikki,
sum stuðulin til rækjuvinn-
una hevur tænt sínum enda-
máli,
sigur
Bill
Justinussen.
Stuðulin til rækjuvinnuna
tænti ikki endamálinum
_ Landsstýrið eigur
beinanvegin at við-
gera, um eitt nú finn-
ingarløn skal latast
teimum, sum geva
týðandi upplýsingar
um tey, sum selja hesa
skræpuna, er eitt av
uppskotinum hjá Bill
Justinussen til tess at
fáa fatur á teimum,
sum eitt nú selja
ecstasy til ungdómin
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Hevur landsstýrið við-
gjørt álvarsligu støðuna,
mong ung koma í, orsakað
av vaksandi misnýtsluni av
hørðum rúsevnum so sum
ecstasy?
– Hvørji ítøkilig fyri-
byrgingartiltøk ætlar lands-
stýrismaðurin at seta í verk
fyri at koma vaksandi mis-
nýtsluni til lívs??
– Hvat ger fyribyrgingar-
ráðið við trupulleikan?
– Er landsstýrismaðurin
sinnaður at fremja ikki sið-
bundnar atgerðir fyri at
fyribyrgja, at alt fleiri sak-
leys ung fáa mein fyri lívið
av umtalaðu rúsevnunum?
Hesar spurningar fer Bill
Justinussen í dag at seta
Hans Paula Strøm, lands-
stýrismanni í almanna- og
heilsumálum. Hann vísir til
ein stubba í Dimmalætting
fyrr í vikuni, har løgreglan
m. a. sigur:
Rákið er, at fleiri og fleiri
taka ecstasy, tað er lættari
at handfara enn hassj og
luktar ikki á sama hátt, sig-
ur narko løgreglan. Tað eru
serliga tey ungu, sum hava
tikið hetta rúsevni til sín.
Tað er vandamikið, tí tú
veit ongantíð hvussu styrk-
in í eini tablett er, leggur
løgreglan dent á.
_ Trupulleikin við vaks-
andi útboðnum av hørðum
rúsevnum - serliga ecstasy -
er sera álvarsamur, tí vand-
in er stórur fyri, at sakleys
ung fáa mein fyri lívið or-
sakað av misnýtsluni. Ong-
antíð ov skjótt eiga landsins
myndugleikar at taka stór
stig fyri at fyribyrgja hesi
hóttandi gongd, heldur Bill
Justinussen.
Hann sigur, at neyðugt er
at hugsa nýtt, og neyðugt er
at hugsa skjótt.
_ Nýggj miðvís og væl
fyriskipað fyribyrgingar-
átøk eiga at koma eitt fyri
og annað eftir, inntil vunnið
er á tramanskapinum. Ong-
in av okkum politikarum
ynskir, at dóttir ella sonur
okkara skulu enda í klørn-
um á einum av hesum eir-
indaleysu sjálvsøknu ego-
istum, sum uttan himpr seta
lívið hjá øðrum í váða fyri
egnan vinnings skuld. Tí
eiga vit at ganga í fremstu
røð at steðga gongdini,
heldur hann.
Bill Justinussen sigur, at
landsstýrið eigur at brúka
øll vápn í stríðnum. Eitt nú
eigur landsstýrið beinan-
vegin at viðgera, um eitt nú
finningarløn skal latast
teimum, sum geva týðandi
upplýsingar um tey, sum
selja hesa skræpuna. Eisini
eigur alt, sum stendur í før-
oyskari myndugleika makt
at gerast fyri at geva harða
revsing til teirra, sum selja.
Danska løgreglan eigur at
fáa sterka áheitan frá lands-
stýrinum um at senda meiri
fólk út á gøturnar og hagar,
sum ung í stórum tali savn-
ast.
Finningarløn til tey sum slatra um pusharar
Torbjørn Jacobsen vil
hava at vita, hví Bjørn
Kalsø ikki gjørdi
nýtslu av serkunn-
leikanum, tá tilmæli
um broytingar í lóg-
ini um vinnuligan
fiskiskap vórðu gjørd
FYRISPURNINGUR
Jákup Mørk
Á tingfundinum hósdagin
setir Torbjørn Jacobsen
tríggjar munnligar fyri-
spurningar til landsstýris-
mannin í fiskivinnumálum,
Bjørn Kalsø.
Fyrst av øllum vil Tor-
bjørn Jacobsen hava at vita,
hvussu handfaringin av
broytingunum í lógini um
vinnuligan fiskiskap hevur
verið.
Víst verður í fyrispurn-
inginum á, at hóast Fiski-
rannsóknarstovan er stovn-
ur undir Fiskimálaráðnum,
so vórðu fiskifrøðingar als
ikki við á fundinum, tá
uppskot um broytingar var
fyri í vinnunevndini.
Uttan um
fiskivinnuráðið
Sum næsta punktið í fyri-
spurninginum sigur spyr
Torbjørn Jacobsen, hví
landsstýrismaðurin
ikki
hevur lagt løgtingsmálið
fyri fiskivinnuráðið til um-
mælis.
Samstundis verður stað-
fest, at sambært løgtings-
lóg, so skal fiskivinnuráðið
ráðgeva landsstýrismanni-
num í fiskivinnumálum,
eins og øll týðandi uppskot
til lógir og kunngerðir
skulu ummælast av ráð-
num.
Í viðmerkingunum sigur
Torbjørn Jacobsen, at hann
heldur tað vera undrunar-
vert, at landsstýrismaðurin
ikki hevur gjørt nýtslu av
serkunnleikanum,
sum
hann hevur atgongd til.
- Kanska hevur lands-
stýrismaðurin ikki hildið
tað hava týðning fyri máls-
viðgerðina, men nú upp-
skotið
hjá
landsstýris-
manninum í stóran mun er
skotið niður, hann sjálvur
er politiskt bakbitin, av síni
egnu samgongu, enntá av
sínum egnu floksfeløgum,
hevði tað kanska verið rætt-
ari, um hann hevði havt
dubbað seg meira, í hvussu
er við omanfyrinevndu am-
boðum, sum liggja við
hendur hansara búgvin at
brúka.
Og í triðja lagið til Tor-
bjørn Jacobsen hava at vita,
hvør tað er, sum í løtuni
mannar Fiskivinnuráðið.
Bjørn fór uttan um serkunnleikan
Torbjørn Jacobsen vil hava at
vita, hvørt landsstýrismaður-
in í fiskivinnumálum av
órøttum uttan um lógar-
ásetta serkunnleikan, tá
broytingaruppskot til lógina
um vinnuligan fiskiskap varð
gjørt
Royndarveiða
á stongdari leið
Torbjørn Jacobsen vil eisini hava Bjørn
Kalsø at svara spurningum um royndar- og
gágguveiðu
FYRISPURNINGAR
Jákup Mørk
Torbjørn Jacobsen hevur eisini tveir aðrar fyrispurn-
ingar til landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Tjóðveldistingmaðurin sigur seg hava skilt, at lands-
stýrismaðurin fyri kortum hevur latið loyvi um roynd-
arveiðu til ein bát í bólki 4. Hetta hóast talan var um
veiðu á stongdari leið.
Um svarið er játtandi, vil Torbjørn Jacobsen hava at
vita, hvørjar grundgevingarnar fyri hesum eru, og
hvørjar treytir fylgja við í hesum, eins og spurt verður
um, hvørt málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi.
Eisini hevur Tobbi ein fyrispurning um gágguveiðu
á føroyskum sjóøki. Tingmaðurin vísir á, at teksturin í
kunningarskrivinum, sum Fiskimálaráðið hevur sent
út, er óvanliga knortlutur, og tí vil hann hava at vita,
hvussu hesin skal skiljast.
Bill Justinussen vil seta serliga tiltøk í verk til tess at steðga teimum, ið lata ungdóminum
turvelvandi drøgg