Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 18. august 2005 9 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur mælt landsstýris- manninum við heilsumálum til at gera Landssjúkrahús- ið til eitt Universitets- sjúkrahús, tí tað hevði sampakkað væl við nýggju gransking- arætlanina hjá lands- stýrinum POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stendur tað til landsstýris- mannin við vinnumálum, fær Landssjúkrahúsið í Havn eisini ein leiklut í nýggju granskingarætlanini hjá landinum. Bjarni Djurholm heldur, at Landssjúkrahúsið skal fáa heitið sum Universitets- sjúkrahús og verða við í einum samstarvi við eina nýggja føroyska gransking- arpark. – Tað hevði styrkt Lands- sjúkrahúsið og givið tí eitt annað status, um tað gjørd- ist eitt Universitetssjúkra- hús og harvið kundi blivið enn meira attraktivt hjá læknum og øðrum útbú- num starvsfólkum. Uni- versitetssjúkrahúsið kundi so verið við í einum sam- starvi við nýggja gransk- ingardepilin, heldur Bjarni Djurholm. Hann hevur á landsstýris- fundi heitt á Hans Paula Strøm, landsstýrismann við heilsumálum, um at virka fyri at gera Landssjúkra- húsið til eitt Universitets- sjúkrahús, og ætlanin er at taka hetta upp meira form- liga seinni. – Hetta hevði sampakkað væl við granskingarætlan- ina hjá landsstýrinum og eisini við nýggju lóggáv- una um ílegugransking, sum var eitt tað størsta frambrotið í seinastu ting- setu, sigur Bjarni Djur- holm. Landssjúkrahúsið skal styrkjast og styrkja – Vit ætla okkum hvørki at stýra granskingini ella lív- ga ávísum vinnum, men vit vilja gera eina roynd at kickstarta føroyska vinnu- gransking, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum GRANSKING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vinnumálaráðið ætlar sær at gera eina roynd at fáa í gongd vinnugransking í Føroyum, men politiski myndugleikin ætlar sær hvørki at stýra granskingini ella lívga ávísum vinnum. Tað sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður við vinnumálum, eftir bæði formaðurin í Búskaparráð- num og fyrrverandi for- maður hava funnist at ætl- anunum hjá Vinnumálaráð- num. – Vit hava sett okkum fyri at velta upp úr nýggj- um, og um ikki tað almenna stendur við sína ábyrgd og fær gongd á føroyska vinnugransking, so hendir ov lítið ov seint, sigur Bjarni Djurholm. – Vit vita ikki, um okkara ætlan fer at heppnast, men vit vilja gera eina roynd at kickstarta føroyska vinnu- gransking, tí vit hava brúk fyri nýggjum vinnum í Før- oyum, sigur hann. Kann gerast spill av pengum Ein arbeiðsbólkur hjá Vinnumálaráðnum hevur júst gjørt eitt tilmæli um ein føroyskan granskingar- depil, sum serliga skal granska í biotøkni og bio- kunning. Ætlanin er at brúka 90 milliónir krónur til at byggja og seta gongd á hendan granskingardepil. Men tað eru ikki øll, sum taka undir við hesari ætlan. Í gjár segði formaðurin í Búskaparráðnum við Sosi- alin, at hann helt tað kundi gerast spill av pengum, um tað almenna fer at brúka 90 milliónir krónur til vinnu- gransking, sum tað al- menna ikki hevur skil at standa fyri. – Tað almenna skal skipa fyri gransking í almennum viðurskiftum, sum kunnu koma okkum øllum til góð- ar. Hinvegin skal tað al- menna ikki blanda seg upp í og als ikki royna at stýra vinnuligari gransking. Tað skal vinnan sjálv gera, tí politikarar hava ikki skil fyri tí, segði Johnny í Gróti- num við Sosialin í gjár. Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum og limur í Granskingarráðnu, Her- mann Oskarsson, segði við Dag og Viku týskvøldið, at tað er ikki ein almenn upp- gáva at skipa fyri vinnu- gransking, soleiðis sum ætlanin nú er. Landsstýrið vil skunda undir Landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum skal føra nýggju granskingarætlan- ina út í lívið saman við rest- ini av landsstýrinum, er als ikki samdur við atfinning- unum frá Johnny í Gróti- num og Hermann Oskars- son. – Teir hava ikki lisið álit- ið í tí andanum, sum tað er skrivað. Okkara ætlan er júst at seta gongd á nakað nýtt og skapa karmar, og vit skulu ikki stýra gransk- ingini ella lívga ávísum vinnum, sigur Bjarni Djur- holm. – Vit hava hugt eftir, hvussu tey gera í øðrum londum, og har tað vanligt, at kommunur, amt ella landið taka stig til gransk- ing og skapa karmarnar. Vit hugsa ikki bara teoretiskt, men vilja virka fyri, at nýggjar vinnur kunnu ger- ast veruleiki í Føroyum, sigur hann. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum er, at granskingardepilin eftir trý ár skal vera sjálv- berandi við eksternari fígg- ing. Tí er uppgávan hjá landinum í hesum føri bara at seta gongd á gransking- ina og skapa góðar karmar til onnur at virka undir. Tað almenna má seta gongd á granskingina – Vit hava sett okkum fyri at velta upp úr nýggjum, og um ikki tað almenna stendur við sína ábyrgd og fær gongd á føroyska vinnugransking, so hendir ov lítið ov seint, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum 90 milliónir at byrja við Arbeiðsbólkur roknar við, at tað kostar 90 milliónir krónur at seta gongd á føroyska granskarapark GRANSKING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um føroyska granskara- park, hevur gjørt eina meting av, hvat tað fer at kosta at fáa ein før- oyskan granskingar- depil at virka. Arbeiðsbólkurin mælir í fyrstu syftu til, at 7 milliónir krónur verða settar av til pro- jektering og forkanning av granskaraparkini. Síðani skal tað al- menna yvir trý ár játta samanlagt 70 milliónir til byggingina av park- ini. Arbeiðsbólkurin heldur, at tað fyrstu árini eisini verður neyðugt við pengum til rakstur. Bólkurin mælir til, at í fyrstu atløgu verður játtað gransk- araparkini fígging til rakstur fyrstu fýra árini. – Meting um rakstur og fíggjartørv verður síðani gjørd eftir fýra árum, hvørt almenn játtan framvegis er neyðug. 4 mió. kr. verða játtaðar fyrsta árið, og næstu árini verður árliga játtanin 3 mió. kr., skrivar arb- eiðsbólkurin í tilmæli- num. Arbeiðsbólkurin mælir til, at peningur verður játtaður til at seta trý granskingar- professorat innan ávikavist human gen- omics, ídnaðarlig bio- tøkni og djóra geno- mics. Hesi skulu gera sítt til at granskingin í parkini verður á høgum altjóða støði. – Mett verður, at hvørt professoratið fer at kosta einar 1,5 - 2,0 mió kr. um árið og eina granskarajáttan á uml. 5,0 mió kr. um árið. Professoratini verða tíðaravmarkað til 5 ár, skrivar arbeiðsbólkur- in. Bólkurin heldur eis- ini, at granskaraparkin skal draga til sín eks- terna fígging og verk- ætlanir, sum skulu fíggja raksturin. Samanlagt skal tað almenna brúka 90 milliónir krónur til at fáa granskaraparkina at virka umframt eina ser- liga granskarajáttan á fimm milliónir um árið.