Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 155 - 18. august 2005 Fríggjadagin koma svenski forsætismálaráðharrin Gøran Pesson og kona hansara Anita Steen á al- menna vitjan i Føroyum. Vitjan svenska forsætis- ráðharrans er ein týðandi og stór hending. Vitj- anin er ein staðfesting av tí gamla og sterka vinar- lagi, ið er millum Svøríki og Føroyar. Føroyar hava altíð átt og eiga framvegis nógvar vinir í Svøríki. Nógvir sviar vitja á hvørjum summri í Føroyum og føroyingar í stórum tali búgva í Svøríki. Tað er eingin loyna, at Svøríki á mangan hátt er undangongulandið. Hetta er galdandi á snøgt sagt øllum økjum. Sviar vóru fyrstir við vælferðar- samfelagnum, teir hava í meira enn hava øld havt ein sera týðandi leiklut á altjóða leikpallinum, og sviar eru kendir um allan heim fyri dugnaskap og virkisfýsni. Føroyar hava alt at vinna við einum øktum sambandi við Svøríki. Landsstýrið eigur tí at nýta høvið við vitjan svenska forsætisráðharr- ans at birta upp undir meira samstarv á vinnu- økinum og innan mentan, gransking og útbúgv- ing. Vit hava ivaleyst nógv at læra av svium. Svøríki er søgan um eitt tolsamt, gott og vinarligt sam- felag, har pláss er fyri øllum. Svenski útlendinga- politikkurin kann standa sum ein fyrimynd fyri øllum Europa. Her hevur sum heild eydnast at integrerað innflytararnar, og har hoyrist einki til tað harðmælta og mangan ófantaliga orðaskiftið um útlendingar, sum eyðkennir Danmark og Noreg og sum nú beinleiðis hevur drigið aktuella norska valstríðið niður á eitt støði, sum vildi verið púra óhugsandi fyri bert tíggju árum síðan. Hvussu bera sviar seg at? Henda spurning seta humanistar og demokratisk hugsandi folk mang- an sær sjálvm. Svarið er, at landsins leiðarar uttan mun til politiskt støði hava verið samdir um nøkur human og demokratisk grundvirði, sum sam- felagið so hevur bygt á í út við hundrað ár. Hesi felags grundleggjandi virði eyðkenna samfelagið alt: heim, frítíðarvirksemi, kirkju og samkomur, dagstovnar, skúla, arbeiðspláss, politikk og sam- veruna millum menniskjuni. Vit hava nógv at læra av svium, og vitjan Perssons er ikki bert ein heiður fyri allar føroyingar. Hon er eitt kærkomið høvi hjá øllum at líta at okkum sjálvum, at hyggja inneftir og spyrja, hvørja kós ætla vit sum sam- felag og tjóð at halda: ta solidarisku, demokrat- isku og humanistisku kósina ella velja vit hina kósina, sum leiðir til egoismu, intoleransu, harð- skap í hjørtum og sinnum og í síðsta enda polit- iska og búskaparliga avbyrging í altjóðasamfelag- num. Vælkomin Anita og Gøran! DAGSINS MEINING Sosialurin Kærkomin vitjan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nakrar fáar viðmerking- ar til seinastu greinina frá formanni Tjóðveldisflok- sins, Høgna Hoydal Edmund Joensen Tá tað kom fram, at pen- ingur tørvaði til at halda fram við at lata døgurðar til pensjónistar og til at halda fram við dagtilhaldunum fyri tey eldru, bóru menn fram atfinningar ímóti politikarunum. Einki merkiligt í tí. Atfinningar- nar vóru stílaðar til mín sum løgtingsformann og tí var tað líka natúrligt at eg svaraði hesum monnum. Eri ósamdur við Høgna Hoydal, tá hann kallar hetta fyri álop á meg. Sjálvandi skulu menn hava loyvi til at finnast at løgtingsformann- inum og øðrum politikar- um, eisini tá ið hetta er rættuliga kontant. Og sjálvandi skulu vit politik- arar svara hesum monnum. Her var talan um ítøkiligar politiskar meiningar frá monnum, sum ivaleyst eru fullveldismenn. At eg so bert partvíst eri samdur við teimum frambornu mein- ingunum, er ein onnur søk. Hvat er tað so sum luttak- ararnir í orðaskiftinum hava borið fram? Vagnur Mikkelsen hevði ein greiðan politiskan boðskap. Hann fýltist á, at løgtings- húsið er vorðið ov dýrt, og at fullveldissamgongan, umframt at hækka sínar egnu lønir, setti sær fyri at byggja sítt egna slott við Tinghúsvøllin. Samanum- tikið hevur maðurin rætt. Heri Ziska hevði eisini ein greiðan politiskan boðskap. Hann vísir á, at tað, at løg- tingsmeirilutin hevur valt at brúka tann pening sum er tøkur (og nakað afturat) til løgtingshús, løgmanssæti, stuðul til rækjuskip og skattalættar merkir t.d. at tað ikki er nóg mikið av peningi til tey gomlu og veiku. Hesin maðurin hev- ur eisini rætt, men gloymir eins og flestu fullveldis- menn, at tøki peningurin hevði verið 1.200 milliónir kr. størri um fullveldissam- gongan ikki hevði minkað blokkin við meira enn 1.200 milliónum krónum eftir trimum árum. Árni Dahl hevði ein greiðan skúlapolitiskan boðskap. Sum tann dugnaligi skúla- maðurin tók hann reyða blýantin fram og fann heil- ar tvær stavivillur, enntá í sama orðið. Eg skilji væl, at Árni er skelkaður. Finnur Helmsdal hevði ikki nakran greiðan politiskan boðskap. Hann filosoferaði ikki um tey gomlu og veiku, men um sambandsmenn og kenda sangin "Give me more". Eg havi fyrr sagt mína meining um tað. Høgni Hoydal hevur ongan politiskan boðskap. Í tveimum longum greinum í orðaskiftinum um tey gomlu og veiku hevur Høgni ikki eitt orð um tey gomlu og veiku. Ikki eitt orð um tær tørvandi 1.200 milliónir krónurnar. Ikki eitt orð um tað sum orða- skiftið snúði seg um. Bert gor og gall og undanførslur. M. a. rør Høgni Hoydal upp undir at eg skal hava sagt, at nærmasta familjan hjá honum ella øðrum fullveldismonnum er býtt og ljót. Slíkt hevur ikki verið í mínum tonkum, haldi heldur ikki at Høgni sjálvur er ljótur ella býttur. Men tað sum hann skrivar um leiklutin hjá mær og Sambandsflokkinum í løg- tingsmáli nr. 73 um løg- tings-mannalønir, tað er skrivað uttan at nýta vit og skil. Hetta vísa bæði orð- ingarnar í álitunum og at- kvøðugreiðslan so sólar- klárt. Høgni skrivar eisini, at mín áskoðan er, at tingfólk, sum hava aðra hugsan enn Edmund Joensen, skulu ikki gera sítt arbeiði, men binda frið og tiga. Hetta er í beinleiðis andsøgn við tað sum eg endaði mín greinar- stubba til Høgna Hoydal við, nevniliga at eg gleði meg til tann rætta opna beinleiðis dystin, sum eg rokni við, nú byrjar av álvara. Við hesum hugsaði eg sjálvsagt um eitt sakligt orðaskiftið m. a. um fyri- munir og vansar við tí fullveldispolitikki, sum 6 ára fullveldissamgongan hevur vælsignað hetta sam- felagið við, bæði higartil og í framtíðini. Mítt uppskot og mítt til- boð til Høgna Hoydal stendur við. Doris Rasmussen pedagog Trongisvágur Jeg skriver dette brev, fordi jeg er rasende, frustreret og ked af det på børnenes vegne. Mandag den 15. august begyndte et nyt skoleår for børnene. Flere begyndte i 1. klasse, mange forvent- ningsfulde, spændte på nye udfordringer, andre bange og usikre på hvad frem- tiden vil bringe. Jeg har arbejdet med før- skolebørn en del år efter- hånden og ved, at der bliver gjort en stor indsats, for at hjælpe de børn, der har det svært. Blandt andet med ekstra støtte. Når børnene så begynder i skolen falder det hele væk. Det vil sige, at alt det arbejde, der er gjort inden er så at sige spildt. Det gør mig virkelig gal. Der søges i øjeblikket om en bevilling på 90 millioner til forskning! Tag ikke fejl, jeg går absolut ind for at der satses på forskning, det er frem- tiden, men det er børnene også. Tað byrjaði við døgurðum til pensjónistar HJÆLP! Det gælder vores fremtid