hósdagur 18. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mortan Hentze
Nú er man politiskt farin at
ætla at fremja miðvís fram-
tøk fyri gransking Føroy-
um. Hetta er bæði gleðiligt
og neyðugt. Granskingar-
kjakið hevur fevnt breitt og
nógv góð orð eru søgd. Tað
er tó ein stovnur, sum at
kalla konsekvent ikki verð-
ur nevndur í hesum kjakin-
um. Kanska tí hesin stovnur
ikki plagar at gera serliga
nógvan háva burturúr sær
sjálvum og kanska tí at
partar av teimum, sum lut-
taka í granskingarkjakin-
um, halda at hann eigur ein
sjálvsagdan
leiklut
í
granskingarumhvørvinum.
Tað eru uttan iva eisini tey,
ið als ikki hava fingið eyg-
uni upp fyri tí leikluti, ið
hesin stovnur eigur hava í
einum framkomnum sam-
felagi. Ikki minst í einum
samfelag, ið sigur seg vilja
fremja miðvís framtøk fyri
gransking.
Stovnurin, sum konse-
kvent ikki verður nevndur,
er Føroya Landsbókasavn. Í
mínum heimi er tað ein alt-
avgerandi fyritreyt, at man
hevur eitt dagført og væl-
skipað bókasavnsverk, um
ein vil fremja miðvísa
gransking. Henda myndin
gerst heilt greið, tá man
hyggur at stovnum og lond-
um, ið raðfesta gransking
høgt. Eitt dømi um ein slík-
an stovn er Fróðskapar-
setrið á Harvard. Har hevur
man ikki minni enn 90
bókasøvn og uml. 1200
fólk starvast á hesum bóka-
søvnunum - 800 av hesum
eru útbúnir bókavørðir. Á
Harvard eru o.u. 19.500
lesandi, tvs. uml. eitt bóka-
savnsfólk fyri 16. hvønn
lesandi.
Umstøðurnar til stuldur
eru tíanverri ikki til
staðar
Hermann Oskarsson hevði
eina grein í Dimmu nú ein
dagin, sum hann kallaði
"Granska ella herma - tað
er spurningurin". Í greinini
skrivar hann m.a.:
"Kom og herm. Hugsa tær
hesa støðuna:
Heimsins
mest
fram-
komnu lond við miljardavís
av granskingarpengum og
dyggum
granskingarhá-
skúlum og laboratorium
venda hvørjari steinpirru í
biokemi,
elektrospektro-
metri, ílegutøkni og øðrum
hugsandi og óhugsandi
evnum. Teoretiska gransk-
ingin verður borin víðari
inn í experimenterandi
framleiðslur við fremstu
tøkni og almennur stuðul
latin til pionerframleiðslu,
sum so endar í spildur-
nýggjari framleiðslutøkni,
nýskaptum vørum og nógv
øktari ferð í tænastuflutn-
ingi.
Hetta gera tey hvørt ár
og úrslitið er upp í fleiri
bókasøvn av uppskriftum,
leiðbeiningum, ávaringum
og góðum hugskotum, sum
tað fer at kosta okkum fleiri
ferðirnar 300 miljónir at
uppfinna bara ein hylla-
metur av.
Hvat er tá meira náttúr-
ligt hjá einari so ófantaliga
lítlari og fámentari tjóð
sum okkara við so lítlum
kunnleika, enn at fara inn á
bókasavnið - at lesa. At
herma og stjala. At kopiera
og eftirgera.
Hví skuldu vit gjørt
annað?"
Hermann hevur tann góða
eginleika, at tá politisku
hyenurnar fara í sjálvsving
og samýla somu innantómu
frasurnar upp í saman,
skrivar hann eina grein ella
tvær, so dýpd aftur kemur
inn í tað, ið ýlt verður um.
Tað ger hann eisini í oman-
fyrinevndu grein. Hug-
skotið hjá Hermanni um
stuldur er gott, trupulleikin
er bara tann, at vit í Føroy-
um ikki hava eitt einasta
skikkað bókasavn at fara á,
um vit vilja lesa, herma,
stjala, kopiera og eftirgera.
Føroya
Landsbókasavn
hevur ikki so frægt sum
eina skikkaða lesistovu at
bjóða erligum granskingar-
tjóðum og Landsbókasavn-
ið hevur so ólukksáligani
langt frá teir fíggjarligu,
menniskjaligu og tøkniligu
karmarnar, sum eru neyð-
ugir, um man vil fremja
miðvísan
"granskingar-
stuldur".
Tankatoskurin
Tað tykist sum politiski
myndugleikin og tey, ið
annars royna at kasta ljós á
framtíðar gransking í Før-
oyum hugsa øgiliga ítøki-
ligar
granskingartankar.
Kjakið gevur mær hesa
myndina - ein granskari,
ein toskur og so ein starvs-
stova, júmen so eru allar
fyritreytirnar fyri gransking
til staðar. Hetta er allarhelst
eisini rætt, men tað krevst
eitt sindur meira, um vit í
Føroyum ynskja at fremja
miðvísa og dygdargóða
gransking. Fyri ein stóran
part av granskingini er tað
altavgerandi, at man hevur
atgongd til kostnaðarmiklar
dátugrunnar og tilfar. Hesir
dátugrunnar og hetta tilfar-
ið eigur at verða umsitið av
einum vælskipaðum bóka-
savnsverki, ið samstarvar í
einum vælútbygdum net-
verki, við altjóða gransk-
ingarstovnar og gransking-
arbókasøvn. Hetta skuldi
sagt seg sjálvt - skuldi verið
almenn vitan, men eg eri
farin at ivast í um so er. Tá
eingin nevnir Landsbóka-
savnið við einum orði í
granskingarhøpi og tá land-
sins myndugleikar so lysti-
liga kuta í játtanina hjá
hesum stovni, sum nú í 177
ár er hildin á fosturstøði, eri
eg farin at ivast í, um hetta
er almenn vitan.
Heldur man veruliga, at
man kann fremja miðvísa
gransking í Føroyum uttan
eitt sterkt og dagført bóka-
savnsverk? Eg haldi tað
ikki!
Kanska
landsins
myndugleikar og føroyska
granskingarumhvørvið áttu
at gjørt sær nakrar tankar
um, hvønn leiklut Føroya
Landsbókasavn eigur at
hava í tí føroyska gransk-
ingarumhvørvinum, og ikki
bara hugsað ítøkiligar tank-
ar um granskarar, toskar og
starvsstovur.
P.s. síggi at orðið bókasavn
ikki verður nevnt í "Frágreið-
ing og tilmæli í samband við
stovnsetan av granskarapark".
Í frágreiðingini hevur man
heldur valt at gera sær tankar
um kvadratmetrastødd á m.a.
klædna- og bæðihølum.
Nr. 155 - 18. august 2005
11
Bogi Hansen
Velbastaður 15. august 2005
Á Ólavsøku avdúkaði Løg-
maður endiliga visiónirnar
hjá Landsstýrinum, sum
graml hevur verið um nú
eina tíð. Har eru nógvar
góðar visiónir og spennandi
ætlanir; men eini visión
hevur Landsstýrið slept: At
taka meðábyrgd fyri at
varðveita knøttin sum eitt
gott stað fyri tí, sum á hon-
um livir, og fyri komandi
ættarliðum.
Sum flest øll munnu vita,
eru Føroyar millum tey
lond, sum útleiða mest av
koldioxidi (koltvíiltu) í
mun til fólkatalið. Kol-
dioxid fer út í luftina, tá vit
brenna olju í elframleiðslu,
oljufýringum, bilum, skip-
um o.s.fr., og hetta ávirkar
veðurlagið á havi og landi
um allan knøttin. Tey sein-
astu 50 árini hevur hetta
broytt veðurlagið á jørðini,
og tað fer bara at versna ta
komandi øldina. Ongin ivi
er um, at hetta er tann álv-
arsligasta náttúrudálkingin
í heimshøpi, og her liggja
Føroyar altso ógvuliga nær
einum fyrstaplássi.
Tí kundi tú kanska vænt-
að, at Landsstýrið eisini
hevði eina visión um,
hvussu vit loysa tann
trupulleikan; men so var
ikki. Á Ólavsøku í fjør
segði sami løgmaður m.a.:
»Samgongan er samd um,
at umráðandi er at verja og
varðveita umhvørvið, ikki
bara fyri okkara egnu
skyld, men eisini tí at tað er
okkara skylda mótvegis
okkara eftirkomarum og
umheiminum.« Og: »Stavn-
haldið má vera, at vit seta
okkum sum mál at nýta
altjóða krøv á umhvørvis-
økinum. Eisini mugu vit
tryggja okkara áhugamál á
økjum, har altjóða sáttmál-
ar verða gjørdir, og gera
okkum greitt, at slíkir sátt-
málar áleggja okkum skyld-
ur, ið skulu haldast her á
landi.« Men nakað tílíkt
slapp altso ikki við í »visi-
ónina«.
Nú hava vit í áravís hoyrt
skiftandi samgongur og
skiftandi landsstýri siga
nakað somu søgu: «Áðrenn
vit binda okkum til nakran
sáttmála, má málið kannast
til botns«; men lítið hevur
verið kannað. Føroyskir
politikarar í øllum litum
tykjast samdir um, at hetta
málið er ov trupult, og best
er at lata sum einki. So
kanska Løgmaður helt tað
vera ov pínligt einaferð
aftrat at tosa uttanum.
Kanska helt hann tað vera
best at siga sum minst. Og í
veruleikanum verður málið
ivaleyst avgreitt av sær
sjálvum uttan nakað roks.
Tí Landsstýrið fer at orða
ein yvirskipaðan orku-
politikk, segði Løgmaður,
og orka í Føroyum kemur
næstan øll frá olju. So tá tú
hevur avgjørt orkupolitikk-
in, tá hevur tú eisini avgjørt
dálkingarpolitikkin.
So kundi tú kanska vón-
að, at dálkingartrupulleikin
var tikin við í orkupolitikk-
inum; men tann, sum
hoyrdi landsstýrismannin í
orkumálum umrøða hetta í
Tinginum í vetur, man helst
hava mist ta vónina. Hann
hevði sæð eina sjónvarps-
sending, sum segði, at einki
hald er í tosinum um veður-
lagsbroytingar, og henni
trúgva hann og Landsstýrið
eftir øllum at døma meiri
enn sakkunnleikanum.
Tú kundi eisini vónað, at
onkur fór at hugsa um
framtíðarbúskapin hjá okk-
um, nú talan hevur verið
um at leggja ikki bara
rækjuflotan, men eisini
onnur skip, tí at oljan er
dýrkað so nógv. Upp á
langt sikt verður oljan bara
dýrari, og lond, sum ikki
tillaga samfelag og vinnu-
lív til at krevja minni orku,
verða taparar. Men orku- og
umhvørvis- »guruin« hjá
Landsstýrinum hevur mett,
at oljuprísurin helst fer at
halda sær undir 25 dollar-
um fyri tunnuna fram til
2020 (Lomborg, 2001 s.
122), so Landsstýrið vónar
eftir øllum at døma, at
trupulleikarnir ikki vísa
seg, fyrr enn «visiónin« er
av.
Og sjálvandi: Um enda-
málið við »visiónini« er, at
Føroyar í 2015 skulu verða
»fremst« á so nógvum økj-
um sum møguligt, so hevur
Landsstýrið kanska valt ta
lættastu loysnina. Tí, sjálvt
um «visión 2015« hevur
nógvar góðar ætlanir, sum
kundu gjørt Føroyar mill-
um framkomnastu lond, so
verða tær flestu teirra tor-
førar at seta í verk. Men
hvat
dálking
viðvíkur,
skuldi væl borið til. Vit
liggja
longu
ógvuliga
frammarlaga á dálkingar-
økinum. Tað er bara at
halda áfram á somu leið, so
verða
Føroyar
óivað
»fremsta« dálkingartjóð.
Vit verða mest dálkandi
land í mun til fólkatalið,
kanska longu í 2015. Í
seinna enda fáa vit helst
eina dýra rokning; men vit
munnu øll vóna saman við
Landsstýrinum, at tað ikki
verður tey fyrstu valskeið-
ini.
VIÐMERKINGAR
«Visión 2015«: Føroyingar mest dálkandi
fólkaslag í heiminum
Eitt fólk og ein fiskur = miðvís gransking?
Ziska til
Klaksvíkar
Norðoya Bjargingarfel-
ag hevur keypt ein ser-
ligan bjargingarbát úr
Onglandi, og hesin bát-
urin kemur til Klaks-
víkar í sambandi við
Sjómannadagin leygar-
dagin.
Nýggi báturin, sum
er serliga bygdur til
bjarging, hevur fingið
navnið Ziska, og hann
er nú á veg til Føroya.
Klaksvíkar kommuna
og aðrir stuðlar hava
verið við til at fíggja
keypið av nýggja bát-
unum, sum fær heim-
stað í Klaksvík og kann
verða við í bjarging á
innaru leiðunum.
-ek
Granskarap
arkin skal
draga til sín
Arbeiðsbólkurin, sum
hevur gjørt tilmæli um
føroyska
granskara-
park, hevur eisini orðað
visiónirnar fyri park-
ina, og her verður dent-
ur lagdur á ein mið-
savnandi leiklut, sum
kann draga vitan og
kapital til sín.
Granskaraparkin skal
fáa miðsavnandi leiklut
í sambandi við komm-
ersialisering av úrslit-
um innan nevndu fa-
køki og skal gera sítt til,
at føroyskar fyritøkur
og vørur og tænastur
standa seg í altjóða
kapping.
–
Parkin
verður
markamót millum ver-
andi vinnu, hægri nám,
granskingarumhvørvi
og íverksetarar, stuðlar
vinnuligari menning,
nýhugsan og nýskapan
við
at
stimbra
og
menna sambond og
samskifti millum íverk-
setarar, granskarar, ser-
frøðingar og vinnulív
og sameinir og skapar
synergi millum íverk-
setarar,
almennar
granskingarstovnar og
vinnulívið, skrivar arb-
eiðsbólkurn.
Arbeiðsbólkurin
heldur eisini, at gransk-
araparkin skal draga til
sín føroyskar og út-
lendskar "know-how"
fyritøkur,
váðafúsan
føroyskan og útlendsk-
an kapital, føroyskar og
útlendskar granskarar
og onnur við fakligum
førleika og útbúgving
frá hægri lærustovnum
og fáa samstarv í lag
við
granskingarum-
hvørvi
kring
allan
heimin.
-ek