hósdagur 18. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 155 - 18. august 2005
Maja Dalsgarð av Argjum, andaðist í heiminum
týsmorgunim 16. august, 89 ára gomul. Kistan
kemur í Argja Kirkju fríggjakvøldið klokkan
20.00. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan
14.00.
Tey, ið ynskja at minnast Maju, kunna lata eina
gávu til Argja kirkju ella Oasuna í Hoyvík á konto
í peningastovnunum.
Kistan við Odnu Kyrjarheygg fer av kapellinum
á Norðoya Røktarheimi týsdagin klokkan 18:00.
Jarðarferðin verður úr Betesda mikudagin klokkan
13:30.
Tey, ið vilja minnast Odnu, kunnu lata Norðoya
Røktarheimi eina peningagávu, konta í peninga-
stovnunum.
(Jonn) John Nielsen Hvalba andaðist á Suðuroya
Sjúkrahúsi mánadagin 15. august, 72 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Bjarni Magnussen ættaður av Tvøroyri, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnu-
dagin 14. august, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður
úr kirkjugarðskapellinum leygardagin 20. august
klokkan 13.00.
Kelda: Útvarpið
Andlát og jarðarferðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. august. Agapetus, deyður umleið ár 300. Ein 15
ára gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri
kristnu trúgv sína.
Í dag, hósdagin 18. august
2005, hevur Ann Mari
Debes á Argjum 25 ára
starvsdag hjá Føroya Banka
í Havn.
Ann Mari fór sum 18 ára
gomul í læru sum banka-
assistentur í táverandi Sjó-
vinnubankanum á Konga-
brúnni, ið seinni bleiv lagd-
ur
saman
við
Føroya
Banka.
Tá Ann Mari byrjaði, var
Rasmus Olsen stjóri í Sjó-
vinnubankanum.
Hon hevur annars arbeitt
á teimum ymisku deildun-
um hjá bankanum í Havn
og eina tíð í Kollafirði. Hon
hevur fyri tað mesta sitið
við kassan.
Í dag arbeiðir hon sum
kundaráðgevi
í
Føroya
Banka í miðbýnum.
Ann Mari er dóttir Sól-
bjørg, f. Mortensen, og
Hermund Zachariassen á
Argjum, og hon er gift
Fríðtóri Debes, ættaður úr
Skopun, tey eiga børnini:
Rakul og Jósva.
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið 27. august
2005 klokkan 21 verður ein
stuðulskonsert í Ítróttar-
høllini á Hálsi. Luttakandi
bólkar á konsertini verða:
Salt, Maria Anderssen og
Heine Lützen. Eisini koma
Absalon og dukkudreing-
irnir at luttaka.
Áðrenn sjálva konsertina
er ein innandura fótbólts-
kapping, ið hevur fingið
navnið »Logos kappingin«.
Kappingin er eitt sindur
øðrvísi skipað, soleiðis at
um man t.d. bannar, so er
tað 2 minuttir útvísing. Eis-
ini verða 4 andaktir hildnar
ígjøgnum dagin. Tað ber til
at melda seg til fótbólts
kappingina á tlf 227482.
Bæði tiltøkini eru við til
at stuðla einum »Læri-
sveinaskúla í Pakistan« í
føroyski trúboðanarfelag-
skapurin Samverkamenn
skipa fyri. Konsertin er
ókeypis, men inni í høllini
verður høvi at geva til
»Lærisveinaskúlan«.
Grundin til at man hevur
valt at byrja ein lærusveina-
skúla, er tí at í øllum Asia
veksur kristindómurin sera
skjótt, og har er stórur tørv-
ur á bíbliuundirvísing. Á
henda hátt kunnu vit undir-
vísa 30 asiatum, og teir
kunnu so fara víðari og
undirvísa øðrum í teirra
lokalu samkomum.
Øll eru hjartaliga væl-
komin í høllina 27. august.
Les meiri um tiltakið á
h e i m a s í ð u n i :
www.samverkamenn.org
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 70 ára
føðingardegnum, vil eg bera eina hjartans tøkk.
Takk fyri uppringingar, telegramm, blómur, gávur
og vitjanir á degnum. Eisini vil eg takka fyri tað
stóra yvirraskilsi eg fekk, tá fólk - púra óvart -
stóð á gáttini, komin av flatlondum til tað sama.
Takk til tann, sum skrivaði so vakurt um meg her
í blaðnum. Konu, børnum, svigarbørnum og
abbabørnum takki eg hjartaliga fyri, at tit gjørdu
henda føðingardag fyri meg. Ein minniligur
dagur, sum liggur kært goymdur í mínum hjarta.
Takk øll somul. Gud signi tykkum øll.
Blíðar heilsanir
Kjartan Z. Jacobsen
Klaksvík
80 ár
Í dag fyllur Alexandra Michelsen, Tvøroyri, 80 ár.
Samverkamenn:
Stuðulskonsert á Nabb
Ann Mari Debes, Argir:
25 ára starvsdag hjá Føroya Banka
Lesið
Sosialin