hósdagur 18. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjakvøldið 12.
august varð stór
føðingardagsveitsla á
Hotel Føroyum í
samband við at Eiler
Jacobsen, reiðari í
Havn, fylti 75 ár tann
30. juli 2005
FØÐINGARDAGUR
Myndir:
Magnus Gunnarsson
Í bløðunum, vikuna áðrenn
føðingardagsveitsluna, stóð
ein lýsing um at av tí at
Eiler einki visti um veitsl-
una og var burturstaddur,
vóru tey sum ynsktu at
tekna seg til veitsluna biðin
um at ringja til nakrar
ávísar telefonir.
Tað var nevniliga soleið-
is, at øll vistu um veitsluna
uttan Eiler sjálvur.
Veitslan
byrjaði
kl.
19.00, og allir teir yvir 250
gestirnir settust til borðs
uttan at síggja nakað til
føðingadagsbarnið.
Í hesum sambandi hevði
sonurin, Petur, boði familj-
uni til ein døgurða á mat-
stovuni á Hotel Føroyum
fríggjakvøldið.
Tá
tey
koma niðan til hotellið, sær
Eiler, at parkeringsøkið er
avtakið við bilum, og held-
ur hann fyri, at her man
helst vera okkurt brúdleyp
ella onnur stór veitsla. Hini
halda tað sama, har man
vera onkur stór veitsla.
Tey ganga síðan inn á
matstovuna og hyggja seg
um eftir plássi, tá konan,
Beinta, fer yvir og letur upp
hurðina inn í veitsluhøllina
og fleiri hundrað fólk
stemma í kenda sangin
»Eiler
Jacobsen,
Eiler
Jacobsen«.
Eiler varð fullkomiliga
tikin á bóli og varð heilt
málleysur.
Veitslan var væl løgd til
rættis við undirhaldi og
talum.
Tey sum sungu vóru t.d.
Brandur Enni og beiggin
Tróndur við sangi og trom-
pet, Tey á Kamarinum -
Eyðbjørn og Nicolina sam-
an við Árna Andreasen,
harmonikumenninir, Flóvin
Jacobsen, Kristian Meitil
og
Andras
Danielsen,
Trimpiltrio úr Ebenezer og
Tummas Juul Askham, sum
siglir við skipum hjá Eiler.
Eisini sungu fleiri í familj-
uni sangir ið vóru gjørdir til
høvið.
Nógv nýttu høvið at siga
nøkur orð og bera eina
heilsu til føðingardags-
barnið,
bæði
familjan,
vinir, umboð fyri stovnar
og fiskivinnuna sum t.d.
Óli Breckmann, sum hevur
skrivað fleiri bøkur um
Eiler, Bjarni Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa, Símun
Júst Mellemgaard, Osmund
Justinussen, Jákup Sól-
stein, og Olaf Olsen.
Til seinast segði Eiler
nøkur orð og takkaði fyri
eina frálíka veitslu.
Føðingardagsveitsla á Hotel Føroyum:
Eiler varð tikin á bóli
Beinta og Eiler saman við børnumum: Eiler, Petur, Hjørdis og Sámal. Beinta og Eiler eiga annars
5 barnabørn og 2 eru á veg
Brandur Enni syngur
Tveir fuglfirðingar: Jógvan Petersen í Kollafirði, og Óla Hendrik
av Fløtum í Havn
Statoil oljuprát, f.v.: Steinfinnur Mittelstein, Gudmund
Mortensen og Sverri Steintún
Tummas Juul Askham syngur
Jákup Sólsetin heldur talu
Prát um fisk: Hendrik Old, løgtingsmaður, og Óli Jacobsen, frá
Føroya Fiskimannafelag
Systkini Ovild og Kára Didriksen, systkinabørn hjá Eiler
F.v. Elsa Berg, Jonna Joensen og Rebekka Petersen, abbadóttir
Eiler