Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 18. august 2005 Niels Nielsen arbeiðir í dag sum málara- meistari. Men í barnaárum sínum kom hann at missa pápa sín, og búði í samfull 15 ár í heim- inum hjá Fridu í Leirvík FØÐINGARDAGUR Snorri Brend 100 ár: - Hon var tiltikin ordilig. Og sera arbeiðs- som. So beinrakið lýsir Niels Nielsen hesa megnar- kvinnu, sum hann kom at hava so tætt samband við gjøgnum barnaár síni. Hann kom at búgva hjá henni í samfull fimtan ár, og hevur tí eisini verið vitni til tað ídni og arbeiðssemi, sum sermerkti hesa kvinn- una, bæði innanveggja og uttandura. Niels var sjálvandi við til tann stóra føðingardagin týsdagin. Her fekk hann eisini heiðurssess, nær- hendis Fridu, ið bleiv sum ein mamma fyri hann. Hetta var fyrstu ferð, at Ellis- og Røktarheimið í Runavík skipaði fyri 100 ára degi. Í fjør fylti eitt ann- að búfólk 100 ár, men valdi at halda dagin í heimbygd- ini. Góð ár Tá Niels var smádrongur doyði pápi hansara í Dan- mark. Eftir hetta kom Niels so til Leirvíkar, har hann búði hjá Fridu og Svend. Hann koma her at búgva í heimi teirra, frá tí hann var 5 ár til hann gjørdist 20 – frá 1957 til 1972. - Hetta vóru 15 sera góð ár, sigur Niels, nú hann við gleði kundi taka ímóti teim- um mongu gestunum, sum vildu hátíðarhalda dagin hjá Fridu. Mamma hansara tók sær av hinum yngru systkjum hansara, meðan hann sjálv- ur altso búði hjá Fridu í Leirvík. - Hóast hon var sum ein mamma fyri meg, so rópti eg hana kortini ongatíð fyri mamma. Hon æt bara Frida, sigur Niels. Tá Niels so flutti út úr heimi hennara, so gloymdi hann kortini ongatíð tann góða uppvøksturin, sum hann hevði havt í heiminum hjá Fridu. Ta fyrstu tíðina aftaná var hann nærum hvørt viku- skifti í Leirvík! Ikki til bingo Heimið hjá Fridu og Svend var eitt serstakt heim – og væl útgjørt á mangan hátt. Heimið var eisini millum tey fyrstu sum fingu wc í Leirvík. Tað kravdist at heimið var so væl útgjørt, tí Frida livdi eitt sera virkið lív. Hon var sera arbeiðssom, og var við á nógvum ym- iskum økjum. Millum alt hetta kann nevnast: Hon vaskaði á flakavirkinum Frost. Hon seymaði. Hon kokkaðist. Hon bant fyri fólk. Og hjá henni gistu m.a. eisini teir menninir, sum høvdu eini- hvørji arbeiðsørindi á flakavirkinum í bygdini. - Jú, hetta var eitt fyri- myndarligt hús, sigur Niels. Við einum so virknum gerandisdegi so var ikki nógv tíð til uttandura virk- semi. - Ja, eg veit so einki um at hon gekk til bingo, sigur Niels við einum brosi. Mett Nú, aldurin er vorðin so høgur, kann hon líta aftur á eitt gott lív, við góðum løtum og við minni góðum løtum. Hon hevur verið at kalla heilt blind tey seinastu árini, og hevur tí ikki kunn- að lisið ein einasta stav. Hon hevur kortini fylgt við í tí, sum gekk fyri seg rundan um hana. - Men nú sigur hon seg vera mettað av døgum, staðfestir Niels. – Var sum ein mamma fyri meg - Eg veit ikki rættiliga, hvussu tað ber til at so mong fólk gerast 100 her í Eysturoynni. Men tað má vera eitt sera gott slag sum kemur higani úr oynni, segði Jóannes Ejdesgaard, løgmaður í kvøðu síni til ta 100 ára gomlu Fridu Jacobsen. FØÐINGARDAGUR Snorri Brend 100 ár: - Ja, eg frykti fyri tí! Soleiðis tók Frida til orð- anna, tá fyristøðumaðurin á Ellis- og Røktarheiminum bar uppá mál henda kom- andi stóra dagin. Tordur Niclasen var ein dagin farin innar til Fridu, fyri at fáa eitt prát við hesa megnarkvinnuna úr Leir- vík. - Ja, nú nærkast tygum teimum 100, segði Tordur. - Eija, svarði hon aftur. - Eg vænti, at nógv fólk fara at koma í føðingardag tygara. Tað var tá, at hetta frálíka svarið fall: - Ja, tað frykti eg fyri! Hon hevur kanska ikki sjálv ætlað at gjørt so nógv burtur úr degnum. Men tað ynsktu hinvegin familjan, Ellis- og Røktarheimið og Leirvíkar Bygdaráð fegin. Og tí varð boðið í 100 ára føðingardag seinnapartin týsdagin har familja, vinir, kenningar og almennir gestir vóru við. 25 oyra til okkum Á samkomuni vóru hildnar fleiri røður, sum allar vístu á tað lívsverkið, sum Frida hevði lagt eftir seg og tað innihaldsríka lív, hon hevði havt. Eivind Hansen segði í sínari kvøðu til mostur sína, Fridu, at heim hennara altíð hevði verið eitt vala- heim. Og orsøkin var hin einfalda, at her hevði altíð búð valafólk. - Ein slíkan dag sum henda renna mong minni fram fyri meg. Hesi minni fara framvið sum ein film- ur yvir eitt hendingarríkt lív, segði Eivind. Hann mintist serliga, hvussu hon altíð sat við onkrum í hondunum – ann- aðhvørt við binding ella seyming, sum hon eisini seldi til fólk. - Eg minnist, at ein før- oysk stúka og eini føroysk undirklæði tá kostaðu 7 kr. Og tað var so mangan, at tað fall eitt 25 oyra til okk- um børnini eisini, tá fólk rindaðu fyri plaggið, sum Frida hevði latið úr hond- um sínum. - Tað er tílík minni, sum hava sett seg so rimmarfast í minnið mítt, segði Eivind. Hann segði eisini, at tað var altíð gott at koma inn í heimið hjá Fridu, tí har var altíð gott kjøt at fáa. - Hetta dámdi mær sera væl. Og at rómastampurin eisini kom á borðið, gjørdi bara alt so sera gott, segði Eivind. Loyndardómur Jóannes Ejdesgaard, løg- maður var eisini komin við til henda stóra dagin, og ynskti hann Fridu, familj- uni, leirvíkingum, eystur- Frida hevur lagt lív til á Frida Jacobsen Fødd: 16. august 1905 1925: Gift við Svend Jacobsen Tey fingu eingi børn 1977: Svend doyr 77 ára gamal 1997: Frida flytir á Ellis- og Røktarheimið í Runavík 2005: 100 ára dagur FAKTA - Frida átti altíð gott kjøt, mintist Evind Hansen aftur á - Hon var sum ein mamma fyri meg, sigur Niels Nielsen (v.m. við brillum). Hann búði hjá Fridu í samfull 15 ár