Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

oyingum og starvsfólk- unum á heiminum tillukku við degnum. - Eg veit ikki rættiliga, hvussu tað ber til. Men tað má vera eitt sera gott slag sum kemur higani úr Eyst- uroynni, segði løgmaður, sum sjálvur er hálvur eyst- uroyingur. Hann vísti á, at síðani hann gjørdist løgmaður í februar mánaði í fjør so hava trý fólk rundað tey hundrað árini – og hava tey øll verið úr Eysturoynni: Carl Jacob Sigvardsen í Gjógv, Mia á Støðini í Gøtu og nú Frida Jacobsen úr Leirvík. Løgmaður dugdi heldur ikki at siga, hvør loyndar- dómurin var til henda veru- leika. - Kanska er tað hitt góða umhvørvið í Eysturoynni, ella kanska eru tað teir góðu læknarnir tit hava í oynni. Líka veit eg. - Men hetta verður kanska eitt evni, sum teir í g ranskingardeplinum kunnu geva okkum svarið uppá einaferð í framtíðini! Frammanfyri sína tíð Almannaráðharrin, Hans Pauli Strøm var eisini millum tey, sum høvdu orð- ið á samkomuni týsdagin. Hann kom inn á ta stóru ábyrgd, sum Frida hevði havt sum sjómanskona á bygd. Hon skuldi taka sær av bæði húsi og heimi, meðan maðurin var burturi, og hevði haraftrat víst eitt stórt ídni í arbeiði - m.a. við at binda, seyma oljuklæði fyri fólk og mangt annað. - Frida er víða kend fyri sín dugnaskap. - Og eg tori eisini at siga, at Frida kom undir tað vit í dag nevna "sjálvstøðug vinnurekandi", langt áðr- enn hetta orðið gjørdist alment brúkt her á landi, segði Hans Pauli. Lagt lív til árini Eitt av slagorðunum hjá Hans Paula á tí politiska leikvøllinum hevur verið ætlanin um ein betraða fólkaheilsu. Hann var tó sannførdur um, at fólk kundu lært nógv av lívinum hjá Fridu. - Hon hevur treiskast ímóti ávirkanina av aldri. Og tað hevur hon bæði gjørt og megnað, langt áðrenn nakað var sum æt fólkaheilsupolitikkur, og uttan at ganga í fitness- klubbar, renna kondi, eta ginseng ella aðrar sevjur, sum royna av leingja lívið hjá fólki. - Eg taki vist ikki munnin ov fullan tá eg sigi, at Frida, hon hevur dugað at lagt lív til árini, heldur enn bara at leggja ár til lívið. - Tygum og tygara líkar hava hildið hetta samfelag- ið uppi. Og tí unna vit tykk- um væl, nú tygum eru her á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík. - Tað hava tygum so sanniliga uppiborið, - at onkur tekur sær av tær nú, á sama hátt sum tú tókst tær av øðrum fólkum, sum høvdu tørv á tí tá, segði Hans Pauli Strøm. Merkisdagur mikil er í dag her í hesum bý, á hesum stað jú, mín sann vit vita leirvíkskonan Frida 100 ár hon rundað hevur nú. Hjartagóð og mild hon vera man sanniliga eisini tó kann avgjørd – so frambera "hvar ið skáp skal vera!" eingin ivast hvør ið ræður her. Hóast farin um tey nítitrý mangan hon í hylin fór útí elskaði at íðka kroppin vildi fríðka hvat var betri enn ein svimjitúr? Altíð vælklødd og so sera smart hetta úr Paris man vera lært - ei úr Leirvíks túni: hygg so flottur búni Frida smurd og hárið sett á stás. Umsorgan for starvsfólkum hon ber tá ið illveður um hæddir fer "Góða ferð tit havi og mítt ynski – gævi: tit í øllum góðum koma fram". Frida royndist kokkur sera væl enn hon ansar, hvat ið etast skal matur væl skal smakka fyri hann tá takka uttan himpr, tá gagnast hesin væl! Søgur vilja okkum siga frá hon ekspertur sós at gera tá loyndarmál – ei hoyrdi hvat í grýtu koyrdi hon, so franskan smakkin sósin bar. Hóast løtur tungar koma á lætta sinnið mangan er at sjá skemtar – og so brosar tá til okkum tosar sera takksom fyri alt hon er. Góða minnið greitt har er at sjá hevur dugað væl at sagt oss frá: gingnar eru gøtur farnar, góðar løtur Tíð sum fór og aftur kemur ei. Frida altíð Guds orð hevur kært hetta hon frá barni hevur lært lívsleið - ei at skilja hvíla í Hans vilja eyðkent fyri hana er for vist. Góða Frida, kvøðu bera nú vit øll tær úr hesi stóru bú Sól í vestri roðar - tað frá morgni boðar Ævinleikans sól brátt hevjar seg. 7 ár farin síðan dagin tann Frida inn um hesar dyr sær fann Vit her vilja siga ei við tí at tiga: Frida, hjartans tøkk for hesi ár. Heilsan frá bú- og starvsfólki Nr. 155 - 18. august 2005 15 Kvøða til Fridu Lag: Lille vakre Anna árini Nývaldi borgarstjórin í Leirvík, Fríðgerð Heinesen heilsar uppá Fridu. Jóannes Ejdesgaard undraði seg yvir, hví so nógv 100 ára gomul fólk eru í Eysturoynni. Her heilsar hnan uppá Fridu, meðan systirsonurin, Eivind Hansen lurtar