hósdagur 18. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 155 - 18. august 2005
Tann 6. februar 1958
hendi helst mest gitna
vanlukkan í flogsøg-
uni. Millum tey deyðu
vóru átta spælarar hjá
enska stórfelagnum,
Manchester United.
Nakrir av spælaru-
num høvdu boðið
Kypriotiska John
Yiannakis við á ferð-
ina, men hann hevði
flogræðslu, og gav tí
avboð. Eftir fótbólts-
landsdystin millum
Kypros og Føroyar í
fjør hittu vit John,
sum einki hevði ímóti
at siga søguna
FÓTBÓLTSSØGA
Jákup Mørk
Lagnan vildi tað kanska so,
at hendan søgan skuldi sig-
ast júst nú. Kypriotiska
landsliðslegan er í djúpari
sorg eftir flogvanlukkuna,
sum kravdi lívið á 121 fólk-
um. Harav flestu teirra eru
av Kypros.
Umstøðurnar, tá vit hittu
John, hava eisini onkurs-
vegna samband til kalda
veruleikan nú 10 mánaðir
seinni. Saman við føroyska
landsliðsferðalagnum sita
vit báðir, myndamaðurin,
nevnliga og bíða á gisting-
arhúsi. Eitthvørt bagir flog-
farinum hjá Helio, sum
hevur til uppgávu at føra
okkum til Írlands, har næsti
landsdysturin er á skránni.
Tað flogfarið, sum var eitt
av bara trimum í flotanum
hjá Helio kom ongantíð
fram ta ferðina, men varð
standandi á breytini í New-
castle, og ístaðin var flogið
við einum arabiskum leigu-
flogfarið til írska høvuðs-
staðin. Í dag man tað renna
okkum kalt niður at bakin-
um, tá vit frætta, at tað júst
var eitt av teimum trimum
flogførunum
hjá
lítla
Kypriotiska flogfelagnum,
sum var partur av vanlukk-
uni við grikska høvuðs-
staðin sunnudagin.
Søgan hjá John
Men eftir til John og søgu
hansara. Hann hevði á ferð-
ini verið partur av kypriot-
isku fótbóltssendimonnun-
um, sum vóru um føroyska
liðið. Meðan prátið í foyér-
inum á hotellinum gongur
um leyst og fast, nevnir
Jens Erik Magnussen, ið
var ein av leiðarunum á
ferðini, brádliga: »Tú Ják-
up. Hasi gamli maðurin,
sum alla tíðina er her. Hann
skuldi faktist verið við, tá
flogfarið hjá Manchester
United datt niður í 1958.«
Sum svorðin viðhalds-
maður hjá reyðu devlunum,
var hetta ein søga, sum
mátti hoyrast frá manninum
sjálvum. Journalistiska for-
vitnið syrgdi fyri, at dikta-
fonin eisini varð sett við
borðið, og fryntligi maður-
in hevði einki ímóti at siga
sína søgu. Eina søgu, sum
eisini gjørdist um eitt
hugnaligt prát við ein
mann, sum hevur roynt seg
víða um í enska fótbólts-
heiminum, men sum at
enda setti kósina heim til
Kypros, har hann framvegis
er partur av støðuga menn-
ingararbeiðinum hjá fót-
bóltinum har á leiðum.
– Tá í tíðini vart tú nógv
nærri spælarunum, enn tú
ert í dag. Og spælararnir
kendu nokk eisini bæði við-
og serliga mótleikarar betri.
Eg hevði sjálvur spælt nógv
ímóti fleiri av spælarunum
hjá Manchester United í
yngru røðunum. Og ofta
nýtti felagið eisini okkara
vøllir á YMCA, tá teir fyri-
reikaðu seg til kappingar-
árið.
– Sjálvur spældi eg eisini
í Oldham Athletics, og tí
hevði eg eisini verið partur
av onkrum vinardysti móti
felagnum, so alt í alt kendi
eg fleiri av spælarunum
hampuliga væl. Dennis
Violet, Johnny Berry og
fleiri aðrir taldust millum
vinmenninar hjá mær. Ein
partur, sum hevði nógv
størri týdning tá í tíðini, tá
lønin hjá okkum vanliga
var eini £20 um vikuna.
– Eg var so eisini millum
teirra, sum hugdu at fyrra
dystinum
móti
Reyðu
Stjørnu í 1/4-finaluni av
Europa Cup kappingini.
Ein dystur, sum United
vann 2-1, og tað skuldi
sjálvandi feirast. Ikki minst
var talan um eitt einastand-
andi kvøld, tí vit koyrdu eitt
sindur í konurnar hjá spæl-
arunum, sum valla megn-
aðu at standa á beinunum,
flennir hann.
– Tað endaði alt við, at
spælararnir spurdu meg,
um eg ikki kom við flogfar-
inum til útidystin, og hes-
um játtaði eg. Flogið varð
knappar tvær vikur eftir
ballið, men í seinastu løtu
gav eg avboð. Eg hevði
ongantíð flogið fyrr, og
dirvið var kortini ikki til at
royna tað hesaferð.
Uttan John varð soleiðis
ferðast til jugoslaviska høv-
uðsstaðin, har ensku meist-
ararnir við einum 3-3 javn-
leiki spældu seg í hálvfinal-
una. Men á heimferðini
hendi so vanlukkan. Flog-
farið var ikki nóg væl av-
ísað, og eftir millumlend-
ing í München gekk galið.
22 fólk doyðu á staðnum -
teirra millum 7 spælarar.
Og stutt eftir doyði eisini
Duncan Edwards av løstun-
um, sum hann fekk. Dun-
can Edwards hevði longu tá
verið yngsti spælarin í søg-
uni hjá ensku 1. deild, og
hann hevði eisini metið
sum yngsti landsliðsspæl-
arin hjá Onglandi.
Sorgin nívir enn
Tað er sjónligt, at hóast
John helst hevur sagt hesa
søguna ofta, so er tað fram-
vegis við kenslum, at hon
verður søgd. Nakað sum
hann eisini játtar, tá spurt
verður, hvussu hann varð
ávirkaður, tá hann hoyrdi
um vanlukkuna.
– Tað var jú ræðuligt.
Dennis, ið var tann av spæl-
arunum, sum eg kendi best,
slapp við lívinum, men
hann er so kortini farin nú.
Men sjálvt um hann slapp
livandi úr München, so
varð hann ongantíð tann
sami á vøllinum. Eins og
hevði hann fingið ein skelk
og eina áminning um, at
slíkt altso kann henda í
veruleikanum,
og
tann
veruleikan megnaði hann
helst ongantíð at góðtaka.
– Og fyri fótbóltin var tað
jú ræðuligt. Duncan Ed-
wards, sum var kanska
størsta enska talentið um
tað mundi, doyði. Hann
skuldi annars verið í herin-
um um hetta mundið, men
felagið hevði so fingið
hann loystan frá hesum, so-
leiðis at hann kundi verið
við í dystunum.
Bilførari fyri
Brian Kidd
Men hóast alt, so helt lívið
fram. Eisini á Old Trafford,
har Manchester United
heldur til.
Venjarin, Matt Busby, var
ein teirra, sum kom livandi
Gav deyðanum avboð