Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 18. august 2005 21 Spiónmyndir vísa, at næsta generatión av Audi A4, sum vænt- andi kemur á markn- aðin um umleið tvey ár, verður ein størri enn bilur enn dagsins A4 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Minni enn eitt ár eftir at Audi A4 fekk eina størri facelift, verður longu nú arbeitt við at tekna ein nýggjan A4, sum væntandi kemur á marknaðin um eini tvey ár. Bilurin verður umleið 10 cm longri og 5 cm breiðari enn tann núverandi A4. Motorurin kemur at standa upp á tvørs, eins ogá nýggja VW Passat, og møguleiki verður eisini fyri eini 4x4 Quattro útgávu. Kelda: FDM Væntandi kemur ein nýggjur Toyota Corolla á marknaðin komandi ár. Talan verður um 10. generatión av Corolla, sum sigst at vera heimsins mest seldi bilur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Generation X eitur kon- septbilurin, ið væntandi kemur á marknaðin sum Toyota Corolla næsta ár. Hóast talan verður um ein heilt nýggjan bil, kemur designið at minna rættuliga nógv um núverandi Co- rolla. Bilurin verður bygdur yvir ein nýggjan plattform, sum eisini skal nýtast til ein nýggjan Toyota RAV4. Bilurin kemur sum hatchback við trimum og fimm hurðum, eins og sum sedan og stationcar. Nýggir bensin- og dieselmotorar vera eisini á skránni. Kelda: FDM Virus kann hótta bilarnar Bilar kunnu í framtíðini verða eitt álopsmál hjá teldusníkum, sum t.d kunnu fóðra innbygdu kunn- ingarskipanina við virus og óreinum kodum, skrivar tíðinda- stovan Reuters BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tess meira kunningar- tøkni verður sett í nú- tímans bilarnar, tess meira viðbreknir verða teir. Tí kunnu bilar í framtíðini blíva eitt mál fyri tey fólk, ið hava til frægd at fram- leiða virus. Til dømis kann ein bilur við tráðleysarum sambandi, har til ber at flyta telefonsamrøður ella tónleikafílar til tónleikaútbúnaðin í bilinum, verða eitt mál hjá hesum virusfram- leiðarum. Hesir per- sónar kunnu t.d. fóðra ta innbygdu kunning- arskipanina við virus og óreinum kodum, skrivar tíðindastovan Reuters. Um telefonskipanin og teldan í bilinum brúkar somu data- kanal, merkir tað, at teldusníkar fyrr ella seinni vilja finna út av, hvar hesar skipanir eru mest viðbreknar og misnýta tær. Enn hevur eingin bilframleiðari sagt frá um virus-trupulleikar í bilum, men hesum verður bilídnaðurin noyddur at halda eitt vakið eygað við, siga leiðandi virusgransk- arar. Kelda: transportnyhederne.dk Størri Audi A4 um tvey ár Spiónmyndin her vísir tann nýggja Audi A4, ið er goymdur innan fyri karossaríið á núverandi A4, hesin er bert gjørdur størri Nýggjur Corolla í 2006 Teldutekning av nýggja Toyota Corolla Hatchback við fimm hurðum