Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 18. august 2005 25 Alment skeið á Fróðskaparsetri Føroya – heystið 2005 Próvskeið í føroyskum Á skeiðinum lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislív- ið og tú fær betri fatan av føroyska málinum. Skeiðið byrjar á Sjómansskúlanum 12. september og endar við próvtøku 7. desember 2005 (12 vikur) undirvísing er mánadagar og mikudagar, báðar dagar kl. 17.00-19.15. Tilrádd fortreyt er føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi. Lærari: Zakaris Svabo Hansen Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni. Tilmeldingarfreistin er sett til 26. august 2005. Næmingatalið er avmark- að; næmingar verða upptiknir, so hvørt tilmelding- arnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 650 kr. Fyri próvtøku í føroyskum gjalda næmingar 300 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo Kunningarfundur um stovnan av vinnuligum virksemi Í Baltisku londunum Vísandi til tíðindaskriv aðrastaðni í blaðnum bjóðar menningarstovan til kunnandi fund Mikudagin 24. august 2005 frá kl. 09.00 - 12.00 á Parnassinum á Hotel Hafnia Kostnaðurin er 250 kr. fyri hvønn luttakara Luttakaratalið er avmarkað Kunningarfundurin er ætlaður virkjum, ið arbeiða við ætlanum um at víðka sítt virksemi til Baltisku londini og restina av Eystureuropa. Tilmelding á menningarstovuni, tel. 35 31 00 ella teldupost trade@trade.fo Tilmeldingarfreist:Mánadagur 22.august kl.16.00. MENNINGARSTOVAN Bryggjubakki 12 P.O. Box 259 FO-110 Tórshavn Lærari til Skálavíkar skúla Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2005/2006. 1 starv uml. 9 t/v vegna avlopstímar. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi 26. augusi 2005. Skálavíkar Skúlastýri v/ Elsa Mariu Hentze FO-220 Skálavík Kunngerð um kirkjuráðsvalið 2005 Kirkjuráðsval verður týsdagin 8. november 2005. Vallistin fyri Glyvra Kirkjusókn liggur frammi á kommunuskrivstovuni allar gerandisdagar frá 23. - 31. august 2005. Er onkur av misgáum ikki á listanum, skal við- komandi siga frá innan 8. september 2005. Valstýrið fyri Glyvra Kirkjusókn Páll Rasmussen form. Søkt verður eftir lærara at byrja 1. september 2005, fyribils til 16. desember 2005 fyri lærara í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað og verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málaráðið í lønarflokkunum 18.1 til 27.4 Viðkomandi skal undirvísa í alisfrøði, lívfrøði, landalæru 7. flokki. Støddfrøði í 7. og 10. flokki. Haraftur skal hann røkja uppgávuna sum telduvørður saman við øðrum lærara á staðnum. Umsóknirnar skulu verða Skúlastýrinum í hendi seinasta lagi 25. august 2005 Meira fæst at vita um starvið frá skúlastjóranum Eyðdis Eidesgaard tlf. 214752 Skrivlig umsókn skal sendast formanninnum í skúlastýrinum. Birita Krossteig Jónas Broncksgøta 33 A 100 Tórshavn Skúlastýrið í Eysturskúlanum Lesið -so eru tit við!