Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 158 - 23. august 2005 Í vikuni fara føroysk- ir politikarar til Ísland at fundast í Útnorðurráðnum FUNDUR Heini í Skorini Útnorðurráðið, sum er ein samarbeiðsfelagsskapur millum stjórnirnar í Grøn- landi, Íslandi og Føroyum, fer í døgunum frá 22.-24 august at fundast í Íslandi. Seks limir úr hvørjum parlamenti eru limir í Út- norðurráðnum, og í tíð- indaskrivi verður greitt frá, at evnini á fundinum verða "vestnordisk fiskeripolitisk samarbejde og EU, energi- samarbejde, vestnordisk kultur, klima og miljø, helse og sundhed samt turisme og trafik". Teir seks føroysku limir- nir eru Henrik Old, sum eisini er føroyskur delega- tiónsformaður, Alfred Olsen, Høgni Hoydal, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard og Poul Michelsen. Onkur hevur helst koyrt á fleiri prestar framvið Vest- mannavegnum sunnunátt- ina, tí í morgun vóru bil- førarar á veg til Vestmanna vitni til, at bæði prestar og skilti lógu sløgd á og kring vegin. Løgreglan fekk á mid- degi í dag fráboðan um til- burðin, og boðini eru borin víðari til landsverkfrøðing- in. Um landsverkfrøðing- urin ikki velur at melda til- burðin, verður einki meiri gjørt við herverkið. -HíS Brutu prestarnar Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum arbeiðir við ætlan at seta á stovn eitt Vælferðarráð í Føroyum VÆLFERð Heini í Skorini Nú er sannlíkt, at eitt nýtt føroyskt Vælferðarráð er á veg. Danir hava í nøkur ár havt eina "Velfærdskom- mission", sum er mannað við fakfólki og við jøvnum millumbilum ger eftirmet- ingar og endurskoðar danska vælferðarøkið, og tað er eitt líknandi hugskot, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, nú ynsk- ir at seta á stovn í Føroyum. Jóannes Eidesgaard løg- maður nevndi hugskotið í løgmansrøðu síni, og Hans Pauli Strøm váttar, at eitt nýtt Vælferðarráð møgu- liga verður partur visión- 2015. - Talan er framvegis bert um eitt hugskot, uttan at nakað ítøkiligt arbeiði er farið í gongd enn, men eg fari í heyst at vita, hvørja móttøku uppskotið fær í Landsstýrinum og sam- gonguni, sigur Hans Pauli Strøm. Hann metir, at hetta kundi verið ein týðandi liður í visión-2015, og hann metir eitt slíkt ráð vera átrokandi í Føroyum. - Hóast vælferðarøkið bert er vaksandi og fer við yvir helvtini av allari fíggjarlógini, hava vit eingi amboð at hyggja at hesum ovurstóra øki. Tí er neyð- ugt, at økið áhaldandi verð- ur endurskoðað og eftir- mett, og hetta kundi m.a. verið gjørt við einum nýggjum Vælferðarráði, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli vil hava vælferðarráð Útnorðurráðið fundast í Íslandi Á netinum vunnu teir atkvøðugreiðsluna, men dómararnir hjá MTV pekaðu kortini á annan bólk TÓNLEIKUR Heini í Skorini – Tað var spell, at vit ikki vunnu, men vit eru als ikki vónbrotnir, sigur Hergar Stakksberg, bassistur í Makrel, eftir at teimum ikki eydnaðist at fáa út- gávusáttmála frá MTV í Nordic Unsigned kapping- ini Tónleikaáhugaðir føroy- ingar hava seinastu tíðina gingið og vónað, at antin Makrel ella Eyð Berg- hamar Jakobsen fóru at vinna stóru kappingina hjá MTV og Samsung, Nordic Unsigned. Men hóast Makrel og Eyð fyrr lógu á ávikavist fyrsta og øðrum plássi eftir atkvøðugreiðslu á netinum, peikaðu allir fýra dómar- arnir á svenska bólkin Jade, sum sostatt fór avstað við fyrsta vinningi, sum er ein plátusáttmáli. Men manningin í Makrel er eftir øllum at døma ikki vónbrotin, hóast ein so stórur møguleiki glapp teimum av hendi. - Vit væntaðu ongantíð tað stóra, og vit sendu okk- ara upptøku inn mest sum til stuttleika. Tí eru vit als ikki vónbrotnir, sigur Herg- ar Stakksberg, bassistur í Makrel. Hóast teir lógu nummar eitt eftir atkvøðugreiðsl- una, vistu teir, at dómar- arnir høvdu seinasta orðið, og sambært Hergar er van- ligt, at dómararnir peika á sama bólkin. - Tí væntaðu vit ikki, at vit fóru at vinna, heldur ikki eftir at vit fingu mest atkvøður. Men tað er eingin loyna, at ein útgávusáttmáli hevði komið væl við, ser- liga nú vit arbeiða við eini nýggjari fløgu, sum skal promotast, sigur Hergar Stakksberg at enda. Makrelarnir gjørdust ov stuttir Føroysku Makrel gjørdust akkurát ov stuttir, tá teir á MTV vóru við í kapping, har ein plátusáttmáli var høvuðs- vinningurin