Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 23 UTTAN ÚR HEIMI Syðri partur av Afrika er einasta stað í heim- inum, har fólk eta minni fisk nú enn fyrr. Men tørvurin er stórur AFRIKA Árni Joensen Syðri partur av Afrika kann vera eitt áhugavert øki hjá teimum, sum hava áhuga í at menna fiskivinnu og aling ymsastaðni kring heimin. Ein nýggj frágreiðing hjá stovninum WorldFish Center, sum Heimsbankin og tey stóru ídnaðarlondini fíggja, sigur, at innan 2020 skulu londini sunnan fyri Sahara hava 32 prosent meiri fisk árliga, enn tey fáa nú. Tann stóri spurningurin er, hvaðani tey skulu fáa fiskin. WorldFish Center heldur, at aling uppi á land er ein gongd leið, men at tað er eisini neyðugt at menna fiskivinnuna á sjó- num. Ongastaðni í heiminum eta fólk so lítið av fiski sum í londunum sunnan fyri Sahara, samstundis sum triðingurin av fólkinum hevur ov lítið til matna. Or- søkin er sambært World- Fish Center, at fiskaríið hevur svikið, samstundis sum fólkatalið er vaksið nógv. Tí er tørvurin á fiski stórur í hesum londunum. Afrika tørvar meiri fisk Shiamuslimarnir og kurdarnir í Irak eru samdir um innihaldið í nýggju grundlógini, men sunnimuslim- arnir siga seg vera skúgvaðar til viks. Tað kann herða mót- støðuna ímóti myndugleikunum IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrrakvøldið samdust shia- muslimarnir og kurdarnir í Irak um uppskotið til nýggja grundlóg, men tann triði parturin, sunni- muslimarnir, vildu ikki taka undir við uppskotin- um. Útlendskir eygleiðarar siga, at grundlógin hevur sostatt ikki savnað tað irakska fólkið, men hevur tvørturímóti givið uppreist- rarmonnunum eina góða grund til at halda fram við bardaganum. Eygleiðarar- nir vísa eisini á, at tað eru yvirhøvur víðgongdir sunnimuslimar, sum hava skipað fyri áganginum í Irak, og at hesir uttan iva fara at fáa uppaftur størri undirtøku, nú teirra politik- arar siga seg vera skúgv- aðar til viks. – Samtykkja hinir hetta uppskotið, fer uppreisturin at harðna, segði sunnimus- limski politikarin Hussein Shukur al-Falluji við Reut- ers fyrrakvøldið. Hann var eitt av teimum sunni- muslimsku umboðunum í nevndini, sum hevur gjørt grundlógaruppskotið. Formaðurin í tjóðarting- inum, Hajim al-Hassani, vísti atfinningunum frá sunnumuslimunum aftur og vísti á, at tað týdningar- mesta er, at uppskotið er liðugt. – Ein meiriluti í nevndini hevur góðkent uppskotið. Teir, sum ikki kunnu taka undir við tí, hava frítt at siga sína hugsan, segði hann á einum tíðindafundi. Tað er ikki heilt greitt enn, hvat stendur í grund- lógaruppskotinum, men eygleiðarar siga, at part- arnir hava verið sera ósamdir um fleiri týðandi spurningar so sum sjálv- stýrið hjá kurdunum, hvussu pengarnir frá oljuni skulu býtast, og hvussu stóran lut tann islamska trúgvin skal hava í lógar- tekstinum. Sunnimuslimarnir eru serliga misnøgdir við, at eftir uppskotinum verður Irak skipað sum eitt sam- bandsríki við trimum stat- um. Júst hetta hevur verið aðalmálið hjá kurdunum, sum krevja at varðveita tað sjálvsstýrið, sum teir hava havt síðani 1991. Sunni- muslimarnir bera ótta fyri, at tann ætlaða skipanin fer at býta landið sundur. Fleiri forðingar Hóast ein meiriluti í grund- lógarnevndini er samdur um nýggju grundlógina, er langt á mál enn. Fyribils hevur tingformaðurin givið pørtunum tríggjar dagar til at finna semju, men tað er ikki tann seinasta forðing- in. Í oktober skal uppskotið til fólkaatkvøðu, og hon er skipað soleiðis, at teir báðir minnilutarnir, kurdarnir og sunnimuslimarnir, hava sýtingarrætt, og tí kunnu sunnimuslimarnir forða fyri, at lógin yvirhøvur kemur í gildi. Harumframt siga reglurnar, at vraka tríggir av teimum 18 landspørtunum uppskotið, fellur tað burtur. Sunni- muslimarnir kunnu tískil fella grundlógina, tí teir eru í stórum meiriluta í fýra landspørtum. Vandi fyri borgara- kríggi í Irak Fiskimenn fáa stuðul ES-nevndin hevur sam- tykt, at fiskimenn á Bornholm skulu fáa endurgjald, tí at ES setti teimum forboð fyri at selja laks úr Eystrasalti, sum hevði ov nógv diox- in í sær. Forboðið er galdandi fyri laks, sum vigar meiri enn 4,4 kilo. Samtyktin hjá ES- nevndini sigur, at teir fiskimenn, sum hava mist meiri enn 30 prosent av sínari inntøku orsakað av forboðnum, hava rætt til endurgjald. Sambært Hans Christian Schmidt, matvørumálaráðharra, merkir tað, at einir 10-12 fiskimenn á Bornholm fáa endurgjald, meðan tveir ella tríggir fáa einki. Samstundis hevur ES- nevndin boðað frá, at hon er sinnað at játta fiski- monnum einar 12 milli- ónir krónur í upphøgg- ingarstuðuli, og hon er eisini sinnað at stuðla teimum, sum leggja um til aðra veiði. Róstu hvør øðrum Týski kanslarin, Gerhard Schrøder, og norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke hittust nú um dagarnar á skipasmiðjuni Aker Ostsee. Skipa- smiðjan er í týska býnum Wismar, og tað er fyri- tøkan hjá Røkke, sum eigur hana. Schrøder nýtti høvi at takka Røkke og segði, at skipasmiðjan hevur víst, hvørjir møguleikar eru í gamla Eysturtýsklandi. Kanslarin segði seg hava stóra virðing fyri norska vinnulívsmanninum, og hann legði afturat, at sjálvur hevði hann ong- antíð verið í iva um, at hugskotið um eina skipa- smiðju í gamla Eystur- týsklandi var gott. Kjell Inge Røkke takk- aði í sínum lagi kanslar- anum fyri góðan stuðul, og hann segði seg ivast í, um skipasmiðjan yvir- høvur var vorðin veru- leiki, um kanslarin ikki hevði víst so stóran áhuga fyri verkætlanini. Skipasmiðjan í Wismar hevur tikið seg nógv fram, síðani norðmenn yvirtóku hana, og saman við einari aðrari skipa- smiðju skal Aker Ostsee byggja 44 skip tey næstu trý árini, skrivar Aften- posten. Dýr hús Síðani týski kardinalurin Joseph Ratzinger varð valdur til páva fyri fýra mánaðum síðani, hava ferðafólk í hópatali verið í heimbýi hansara Marktl am Inn og hug at barna- heiminum hjá pávanum. Í juni leiddist kvinnan, sum nú eigur húsini, av øllum hóvastákinum, og hon gjørdi tí av at lýsa húsini til sølu. Mánadagin var freistin at bjóða upp á húsini úti, og kvinnan, sum býr í húsunum saman við tveimum børnum, fekk ivaleyst ein skelk, tá boð- ini vórðu løgd fyri hana. Tað vísti seg, at meiri enn 400 høvdu latið boð inn, og at tað hægsta boðið var næstan tíggju milli- ónir krónur. Kvinnan hevur sagt, at tað er ikki vist, at tann, sum eigur tað hægsta boðið, fær húsini. Hon leggur størri dent á, hvat keyparin ætlar at brúka húsini til, sigur hon. Benedikt XVI pávi varð føddur í hesum hús- unum í Marktl am Inn tann 16. apríl í 1927, men hann flutti haðani longu sum tvey ára gam- al. Tuberklar herja Afrika Tuberklarnir eru farnir at gera um seg í fleiri lond- um í Afrika, og hildið verður, at árliga doyggja umleið 500.000 afrikan- arar av sjúkuni, skrivar AP. Í hesum døgum eru heilsumálaráðharrarnir í 40 afrikonskum londum á fundi í Mosambik, har teir umrøða, hvussu myndugleikarnir kunnu forða smittuni at breiða seg. Upp undin fundin er komið fram, at í 18 av teimum afrikonsku lond- unum eru tilburðirnir av tuberklum ferfaldaðir tey seinastu 15 árini. Í síni setanarrøðu ásannaði mosambiski forsetin, Armando Gue- buza, at tuberklarnir eru ein stórur trupulleiki í Afrika, men hann helt kortini, at eyðkvæmið er tann størsta avbjóðingin á heilsuøkinum. Mo- sambiski forsetin veit, hvat hann tosar um. Hag- tølini hjá myndugleik- unum vísa, at næstan 15 prosent av teimum 19 milliónunum, sum búgva í Mosambik, eru smittað við HIV. Sunnimuslimarnir í Irak siga seg vera settar til viks, og teir ávara um, at tað fer at herða mótstøðuna ímóti hersetingarvaldinum og myndugleikunum Mynd: Reuters