mikudagur 24. august 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 24. august 2005
25
Til sølu
Vegna Sp/f Svenn Olsen Húsasmiður í konkurs lýsi
eg fylgjandi lutir til sølu:
Hyndai H1, fyrrv. skr. nr. AM 880, 2,5 HDI
Talan er um ein bláan vøruvogn frá 2000 uttan
plátur, ið hevur koyrt umleið km 150.000.
Vøruvognurin stendur í Tungu í Syðrugøtu.
Toyota Corolla, fyrrv. skr. nr. F 25006, 1.3
Talan er um ein ljósabláan vøruvogn frá umleið
1991 uttan plátur. Vøruvognurin stendur í Tungu í
Syðrugøtu.
Arbeiðsskúrur
Talan er um ein innrættaða 20 ft. bingju, ið stendur
á Sandvíkarhjalla.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skrivstovu
okkara.
Djóni Thomassen, advokatft.
Advokatfirma Annfinn V. Hansen
Bryggjubakki 22, boks 106,
110 Tórshavn
tlf. 359595 · telefax 359596
T-post: advokat@advokat.fo
Kunngerð um kirkjuráðsval
í Nes kirkjuøki
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at kirkjuráðsval
verður týsdagin tann 08. november 2005.
Í hesum sambandi liggur vallistin frammi til eftirlit á
kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð frá
23. til 31. august 2005.
Er onkur av misgáum ikki á listanum,skal viðkomandi
boða býráðsskrivstovuni frá innan 08. september
2005.
Toftir hin 19. august 2005
Vegna valstýrið
Niclas Davidsen
Tað hevur gingist væl við innsavn-
anini av myndum, serliga nógvar
eru komnar frá tí fyrsta og tí týska
“Skálabergi”. Tunnligt er tó enn við
myndum frá “Nærábergi”, “Draga-
bergi” og “Sjúrðabergi”.
Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj
Johannesen úr Hvannasundi, verð-
ur nú skrivað, og kemur, um alt
gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer
serliga at snúgva seg um krígsárini
við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina
umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi
og týska Skálabergi.
Í hesum sambandi sóknast høv-
undurin eftir myndum frá æviskeiði
hansara. Í fyrstu atløgu hava allar
myndir, sum hava nakað við virki og
lív hansara áhuga. Tað verið seg
myndir umborð á skipi, ikki bara
myndir av Kaj, men eisini av lív-
inum umborð. Myndir av monnum,
sum sigldu við Kaj hava áhuga og
eisini myndir umborð á trolarum,
sum brøður hansara førdu. Eg havi
eisini áhuga fyri myndum tiknum
umborð á øðrum trolarum, av før-
oyskum trolarum undir fiskiskapi.
Gerandismyndir av arbeiðsgevar-
anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava
stóran áhuga.
Liggja tit inni við slíkum myndum,
so hevði eg verið ógvuliga fegin, um
tit settu tykkum í samband við meg.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík
Tel. 22 31 43 · justinus@post.olivant.fo
Myndir til ævisøguna um Kaj
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
rithøvundur
“Næráberg”, “Dragaberg”, “Sjúrðarberg”
Eftirlýsing: Einaferð Kaj hevði frítúr, avgjørdi manningin á “Sjurðarberg” at teir
skuldu hjálpa tí unga stýrimanninum, Martin Sivertsen, at sláa metið fyri skjótan
túr. Teir strevaðust heilt út av nálinini og tað eydnaðist. Túrurin hevur verið
miðskeiðis í fimtiárunum og teir royndu eystanfyri. Veit nakar at siga frá hesum
túri?
Lesið
internet
Sosialin !