Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 160 - 25. august 2005 Leygarkvøldið hava føroyskir sjónvarps- hyggjarar møguleika at síggja Teitur á palli saman við fleiri av størstu donsku tón- leikanøvnunum KONSERT Jákup Mørk »Rock på Rosenborg« verður av Danmarks Radio skýrt sum ein av stóru tón- leikahendingunum í Dan- mark í ár. Talan er um eina konsert, sum skal markera 60 ára dagin hjá Red Bar- net, og ágóðin av tiltakin- um fer óskerdur til Rock'n Royal grunnin, sum verður umsitin av Red Barnet. Sum navnið sigur, so skal tað sjálvandi eisini vera eitt sindur royalt, og tí fara Fríðrikur Krúnprinsur og Mary Krúnprinsessa sjálv- andi at teljast millum tey 7.000 áhoyrararnar, sum væntandi fara at vera til tiltakið. Millum tungu nøvnini Á plakatini standa fleiri av størstu donsku tónleika- nøvnunum. Sanne Salo- monsen, TV-2 og Nikolaj Nørlund standa soleiðis ov- arliga á listanum, men eis- ini føroyski Teitur, stendur skrivaður millum nøvnini, sum skulu spæla. »Teitur fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við tí vøkru og lágmæltu fløguni, Poetry And Aeroplanes, og setti við hesum Føroyar á rock- musikalska heimskortið« Soleiðis verður sagt í formælinum til konsertina, og tað er einki at ivast í, at hetta tiltakið kann geva Teiti enn eitt skump rætta vegin á danska marknaðin- um. Ikki minst tann sann- roynd, at hann við hesum verður togaður upp á stóra pallin við teimum tungu nøvnunum kann styrkja um støðu hansara. Leikluturin hjá Teiti á konsertini verður sum gestur hjá Nikolaj Nørlund. Hesin hevði til 200 ára dagin fyri H.C. Andersen sett sær fyri at gera eina fløgu, sum tók útgangsstøði í verkunum hjá H.C. And- ersen, og til at framføra hesi, hevur Nørlund so boðið fleiri nøvnum, sum hann heldur hóska seg væl til júst hesa framførsluna. Og millum hesi nøvnini er so føroyski Teitur Lassen. Konsertin verður send beinleiðis á DR1 leygar- kvøldið klokkan 18.30. Teitur og Sanne rocka á Rosenborg Sanne Salomonsen og Teitur Lassen teljast millum nøvnini, sum fara á pallin á Rosenborg, tá stór Rock'n Royal konsert verður hildin leygarkvøldið Føroya kvøld á Skála FØROYAKVØLD tíðindaskriv Í summar hevur verið skipað fyri føroyakvøld- um í Eysturoynni. Undir- tøkan hevur verið góð, kvøldini væl eydnaði og gestirnir sera væl nøgdir. Komandi fríggjakvøld verður føroyakvøld í Bygdasalinum á Skála. Hetta er seinasta føroya- kvøldið í Eysturoynni í ár. Á skránni verður eitt breitt úrval av føroyskum mati, so gestirnir fáa etið seg mettar og roynt ym- iskan siðbundnan før- oyskan mat. Ymiskt und- irhald verður á skránni sum t.d. upplesnaður um føroyska samfelagið, søgu og mentan og felagssangur. Kvøldið endar við at Dansifelagið á Látrinum hevur eina dansiframførslu, har gestirnir eisini sleppa at royna stevið í føroyskum dansi. Kvøldið byrjar klokkan 19.00, og kunnu atgongu- merki keypast á Kunning- arstovunum í Eystur- oynni. Seinasta føroyakvøldið í røðini verður á Skála leygarkvøldið Eini 200 børn, sum hava sína dagligu gongd í Margarin- fabrikkini í Havn hava nú einki stað at vera í henda komandi mánaðin. Ein vatnleki hevur gjørt so mikið stóran skaða, at neyð- ugt er at steingja hetta staðið, sum fyrr í ár varð høvuðsum- vælt í samband við drotningsvitjanina VATNSKAÐI Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Margarinfabrikkin: Tað var ein keðilig sjón, sum møtti starvsfólkunum í Margarin- fabrikkini tíðliga gjára- morgunin. Innkomin í arbeiðspláss teirra gjørdust tey var við, at vatn fleyt allastaðni, og at tað haraftrat rann vatn niður av loftinum, har ym- iskir tónleikabólkar hava venjingarhøli síni. Fá sekund seinni kundu tey staðfesta bæði staðið og orsøkina til vatnið. Og tey sóu eisini viðkomandi, sum uttan iva hevði forvolt henda rættiliga umfatandi skaðan. Í eini sofu lá nevniliga ein maður og svav. Hann var sovnaður her eina ferð um náttina, eftir at hann fyrst hevði verið á wc. Eftir at vera liðugur á wc’inum hevur hann helst ætlað sær út aftur, men mangt bendir á, at hann ikki heilt hevur funnið útav, hvønn veg hurðin gekk. Hann er tí stigin upp á kummuna og er klatraður upp um wc-veggin, óvit- andi um at kumman brotn- aði orsakað av hesum, og óvitandi um, at vatn longu tá var byrjað at fossa út úr vatnrørunum til kummuna. Tá so starvsfólkini komu til arbeiðis gjáramorgunin kundu tey bert staðfesta tann stóra skaðan, sum vatnið hevði framt um náttina. Óhepnir tónleikarar Fyrrapartin í gjár byrjaðu fólk at rudda upp og tøma vatnið út. Síðani skulu um- fatandi umvælingar gerast enn einaferð. Og hetta hendir stutta tíð eftir at Margarinfabrikkin var høv- uðsumvæld til forkunnugu drotningavitjanina fyrr í summar. Sambært leiðaranum, Boga Andreasen er ikki óhugsandi, at Margarin- fabrikkin verður afturlætin í 3, kanska enntá í 4 vikur framyvir. Og hetta kemur helst illa við hjá teimum um 200 børnunum, sum við millumbilum vitja inn á hetta staðið. Hesin skaðin kemur eisini sera illa við hjá teimum ymisku tónleikabólkunum, sum ofta hava nógva útgerð standandi - og liggjandi á gólvinum - í venjingarhøl- um sínum í Margarinfabr- ikkini. Ein teirra – Makrel – skal í morgin til Danmarkar at spæla. Og um middagsleit- ið í gjár var eitt sindur óvist, hvussu nógv av teirra útgerð hevði fingið skaða orsakað av vatninum. Skaðin á Margarinfabr- ikkini er tíbetur avmark- aður rættiliga nógv av tí eina skilavegginum, sum gongur allan vegin frá lofti til gólv í hæddini, har lekin byrjaði. Vatnskaði steðgar virkseminum WC-kumman er brotnað, og vatnið er fossað út alla náttina, til miklan trega fyri starvsfólk og børn á Margarinfabrikkini Tey hava úr at gera við at rudda upp eftir stóra vatnskaðan um náttina. Neyðugt verður við enn eini høvuðsumvæling av hesum staðnum