hósdagur 25. august 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 25. august 2005
3
Prestur fekk
asnaspark
úr kirkjuni
Hans Eiler Hammer
heldur, at Jóannis
Fonsdal misti sítt
starv í fólkakirkjuni
orsaka av trúfesti
FÓLKAKIRKJAN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað var trúfesti ímóti
skriftini og ikki mangl-
andi fígging, sum fyrr í
ár kostaði Jóannis Fons-
dal prestastarvið í høv-
uðsstaðnum.
Tað skrivar Hans Eiler
Hammer, sóknarprestur,
í eini viðmerking í
bløðunum í dag.
Hann byrjar viðmerk-
ingina við at greiða frá
hátíðarløtuni, tá ið Jó-
annis
Fonsdal
varð
prestvígdur í Dómkirkj-
uni. Eitt av orðunum til
nýggja prestin var, at
hann skuldi verða trú-
fastur ímóti skriftini.
– Sum tín starvsfelagi
vil eg her bera tær eina
hjartans tøkk fyri títt
trúfesti ímóti tí upp-
gávu, sum á hesum
hátíðardegi bleiv løgd á
tínar herðar. (...) At hetta
títt
trúfesti,
nú
17
mánaðar seinni, hevur
kostað tær títt starv í
Hini Føroysku fólka-
kirkjuni harmist eg stór-
liga um tína vegna, fa-
miljurnar vegna og Før-
oya fólks vegna, skrivar
Hans Eiler Hammer
millum annað í við-
merkingini. Og hann
sigur víðari:
– Ja, okkurt skal barn-
ið eita, tá tú frá kirkj-
unnar leiðslu og kirkju-
málaráðnum fært at vita,
at tað ikki er peningur
til, at tú kanst halda
áfram í starvi tínum. Tó
eru vit fleiri, sum vita
og hava sæð á skrift, at
hetta er ein duld orsøk!
Jóannis Fonsdal hevur
nú fingið nýtt starv. Tað
er við Emdrup kirkju í
Danmark.
– At tú hin 1. sep-
tember byrjar í sóknar-
prestastarvi við Emdrup
kirkju í Keypmanna-
havn eftir, at tú hevur
fingið asnasparkið úr
hini Føroysku Fólka-
kirkjuni av prósti og
biskupi, fegnist eg tína
vegna um, skrivar Hans
Eiler Hammer.
Viðmerkingin
hjá
sóknarprestinum
í
Klaksvík kann lesast í
fullum líki aðrastaðni í
blaðnum.
Landsstýrismaðurin
við javnstøðumálum
hevur sett ein mann
til formann í Javn-
støðunevndini. Við
hesum vil hann und-
irstrika, at menn
skulu taka størri
ábyrgd í arbeiðnum
fyri javnstøðu. Fyrr-
verandi forkvinna í
Javnstøðunevndin
heldur, at tað hevur
størri týdning, hvat
kemur burtur úr, og
at pengar eru at
arbeiða fyri
JAVNSTØÐA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Týsdagin hendi tað, sum
onkuntíð áður er hent.
Eitt mannfólk varð valt
til formann í Javnstøðu-
nevndini, og nú hava menn
harafturat
meirilutan
í
Javnstøðunevndini.
Landsstýrismaðurin við
javnstøðumálum heldur, at
skal
javnstøðuarbeiðið
styrkjast, mugu menn taka
meira ábyrgd og vísa
málinum størri áhuga.
– Tá ið forkvinnan segði
seg úr formanssessinum
fyrr í ár, gjørdi eg av, at eg
vildi royna at finna ein
mann til formann. Eg havi
sjálvur luttikið í javn-
støðuarbeiði og havi áhuga
fyri tí, og eg haldi, at stóri
trupulleikin við javnstøðu-
arbeiðnum er, at menn í alt
ov lítlan mun hava áhuga
fyri hesum arbeiði, sigur
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður.
– Tað er skeivt at lata
kvinnurnar um fáa javn-
støðu og lata menninar
verða uttan ábyrgd. Menn
hava líka stóra ábyrgd í
javnstøðuarbeiðnum, og tað
vóni eg, at valið av einum
manni til formann í Javn-
støðunevndini undirstrikar.
Javnvágin koppaði
Føroyska javnstøðulógin
hátíðarhelt
fyri
einum
góðum ári síðani sín 10 ára
føðingardag, og hetta er
fyrstu ferð, at ein maður er
formaður
í
Javnstøðu-
nevndini.
Harafturat er maktba-
lansan millum kynini nú
blivin tann, at trý mannfólk
og tvey konufólk sita í
Javnstøðunevndini – tað er
eisini fyrstu ferð.
– Hetta er meira av
tilvild. Hinir limirnir vóru
valdir,
nú
formaðurin
skuldi veljast, og har vóru
tvær kvinnur og tveir menn
vald. Tí fingu menninir
meirilutan, nú ein maður
varð valdur til formann,
sigur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður.
– Eg vóni, at hetta verður
við til at vekja áhugan mill-
um menn fyri javnstøðu-
arbeiðnum, og at arbeiðið
fyri javnstøðu fær breiðari
undirtøku í samfelagnum.
Tað hevur manglað undir-
tøka. Kvinnur hava meira
náturliga áhuga fyri hesum
arbeiði,
men
menninir
skulu eisini verða við, sigur
hann.
Ikki ein spurningur
um kyn
Fyrrverandi forkvinnan í
Javnstøðunevndini, Turið
Debes Hentze, heldur, at
tað er líkamikið, um tað er
ein maður ella ein kvinna,
sum er formaður fyri Javn-
støðunevndina.
– Tað týdningarmesta er,
hvat kemur burturúr, og um
pengar eru til at arbeiða
fyri. Vit fara við spenningi
at fylgja við, hvat Javn-
støðunevndin nú fer at av-
rika, sigur hon.
–
Javnstøðuarbeiðið
sprettir úr kvinnurørsluni,
og tí hava kvinnur verið
meira virknar í hesum
arbeiði. Tað hava ikki verið
stórvegis av pengum til at
arbeiða fyri, og tí hava
kvinnurnar, sum brenna
meira fyri hesum, gingið
undan í javnstøðuarbeið-
num. Men tað er óført, um
menninir eisini vilja verða
við.
– Eg veit ikki, um alt fer
at verða øðrvísi, bara tí at
ein maður nú verður for-
maður. Tað er meira um-
ráðandi, at tann persónurin,
sum er formaður, veruliga
ger nakað fyri at betra um
javnstøðuna, sigur Turið
Debes Hentze.
Uppfatanin kann
broytast
Stjórin í Vinnuhúsinum er
limur í Javnstøðunevndini,
og hann er samdur við
Turið Debes Hentze í, at tað
er líkamikið, um tað er ein
maður ella kvinna, sum er
formaður fyri Javnstøðu-
nevndina.
– Tað mest umráðandi er,
at formaðurin kann gera ein
mun, og so er tað líka-
mikið, um tað er ein maður
ella ein kvinna, sigur Jan
Mortensen.
– Nógv mannfólk halda,
at javnstøðuarbeiðið verður
gjørt av reyðsokkum, og
tað er trupult at fáa menn at
verða við í hesum arbeiði,
men kanska kann ein
mannligur formaður kann
broyta hetta eitt sindur.
Hinvegin vil eg eisini siga,
at undanfarni formaður
gjørdi nakað ítøkiligt fyri at
broyta hugsanina um, at
Javnstøðunevndin bara var
fyri kvinnur.
Ómøguligt at finna
mann
Jan Mortensen ætlaði sær
ongantíð at verða limur í
javnstøðunevndini, men tá
ið arbeiðsgevararnir skuldu
velja ein lim, varð leitað
bæði væl og leingi eftir ein-
um umboði.
– Vit leita oftast eftir um-
boðum fyri okkum millum
stjórar í føroyskum fyri-
tøkum, og teir eru ofta
menn. Men tað var ómøgu-
ligt at finna ein mann, sum
vildi verða við í Javn-
støðunevndini, og tí bleiv
eg umboð fyri arbeiðs-
gevararnar. Tað sigur eitt
sindur um áhuga millum
menn fyri hesum, sigur
hann.
Landsstýrismaðurin við
javnstøðumálum vónar, at
nýggi leikurin hjá honum
kann styrkja javnstøðu-
arbeiðið í landinum, og at
eisini menn fara at vísa tí
áhuga.
– Tað er misskilt, at
Javnstøðunevndin er eitt
slag av kvinnunevnd. Menn
mugu eisini koma við í
javnstøðuarbeiðið, tí annars
vinnur sakin ikki frama,
sigur Hans Pauli Strøm.
Menninir skulu styrkja
javnstøðuna
Javnstøðunevndin
Fimm limir eru í Javnstøðunevndini,og fólkini verða vald
av ymiskum pørtum í samfelagnum.Í løtuni eru hesi fólk
í nevndini:
Kári á Rógvi, formaður
– Føroya Landsstýri
Jancy Olsen,Toftir
– Kvinnusamskipan Føroya
Hanna Ziskason Hansen, Klaksvík
– Almanna, skúla og heilsuverkið
Jan Mortensen
– Arbeiðsgevarar
Jákup Páll Mohr Mortensen
– Arbeiðstakarar
FAKTA
– Tað er skeivt at lata kvinnurnar um fáa javnstøðu og lata
menninar verða uttan ábyrgd. Menn hava líka stóra ábyrgd í
javnstøðuarbeiðnum, og tað vóni eg, at valið av einum manni
til formann í Javnstøðunevndini undirstrikar, sigur Hans
Pauli Strøm, landsstýrismaður
– Eg veit ikki, um alt fer at verða øðrvísi, bara tí at ein maður
nú verður formaður. Tað er meira umráðandi, at tann
persónurin, sum er formaður, veruliga ger nakað fyri at betra
um javnstøðuna, sigur Turið Debes Hentze, fyrrverandi
forkvinna í Javnstøðunevndini