hósdagur 25. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 160 - 25. august 2005
Páll Finnur Páll eru
til reiðari við einari
nýggjari útgávu. Og
teir halda fram, har
teir sleptu seinast
ÚTGÀVA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Teir hava sungið um tann
forelskaða sjónleikaran og
um leysliga klæddar menn í
Plantasjuni.
Nú standa heimleys á
Herberginum og óreinir
abbar á skránni.
– Jaja, vit borðreiða við
nøkrum sera eymum evn-
um hesaferð, eitt nú heim-
loysi, blóðskemd, ótti og
harðskapur, sigur Finnur
Jensen, annar forsangari í
bólkinum Páll Finnur Páll.
Teir í bólkinum tykjast
við nýggju útgávuni Førist
vera vorðnir enn fúlari. Tað
tykist ikki vera nakað evni,
sum ungu menninir ikki
hava hug at siga sína hjart-
ans meining um.
Skal fram
Ikki tí. Har eru nakrar kær-
leiksvísur og søtir tekstir á
fløguni. Men tað er nú
einaferð ikki beinleiðis
kvøðuljómasangir, ið fáa
teg at upp úr stólinum við
fyrstu gjøgnumgongd.
– Tað skuldi ikki undra
meg, um vit fara at skaka
nøkur fólk. Tað er eisini
meiningin, sigur forsang-
arin.
Er tað rætt at gera gjøld-
ur burturúr teimum heim-
leysu? Er tað somuleiðis
ikki at fara um mark at
syngja um tílíkan ótespilig-
an atburð, eitt nú í sangin-
um við tí pedofila abban-
um?
– Vit gera ikki gjøldur
burturúr nøkrum. Vit lýsa
nakrar trupulleikar í hesum
samfelagnum, ið fá tora at
siga nakað um. Vit meta
tann besta háttin at viðgera
evnini vera við einum bein-
raknum og speiskum tóna,
har vit smyrja ríkiligt uppá,
sigur Finnur Jensen.
– Hóast føroyska samfel-
agið skal eitast at vera eitt
væl útbygt vælferðarsam-
felag, so búgva framvegis
heimleys fólk í Føroyum,
og insest verður at kalla
ikki tikið upp á tungu, sigur
Finnur Jensen, ið saman
við Páll Odduri Rubeksen
hevur skrivað tekstirnar á
fløguni.
Drúgva framleiðslu
– Hetta er stórt. Vit hava
bíðað leingi eftir hesi løtu.
Satt at siga ivaðust vit, um
løtan nakrantíð fór at koma,
sigur ein fegin Finnur
Jensen, við greiðari tilsipan
til, at fløgan hevur verið
óalmindiliga leingi ávegis -
bæði í studio og í fram-
leiðslu høpi.
Upptøkurnar byrjaðu á
sumri í fjør og vóru lidnar á
páskum í ár. Men av yms-
um orsøkum er fløgan ikki
komin út fyrr enn nú.
Munurin á hesari útgáv-
uni í mun til ta fyrru, siga
teir í bólkinum vera, at
Førist er meira rokkkend og
hevur meira beinraknar
tekstir.
Á fløguni eru tíggju løg
umframt eitt goymt eyka-
lag. Páll Finnur Páll er
einamest kendir fyri lagið
Forelskaður
Sjónleikari,
men eru eisini vorðnir væl
umtóktir fyri teirra fram-
førslur, serligu tekstir og
fangandi løg.
Fleiri av nýggju løgunum
vóru roynd á G! festivalin-
um fyri kortum, og tá tóku
fólk øgiliga væl ímóti
nýggju løgunum hjá bólk-
inum.
Enn fúlari
Fløguhúsin á Førist hjá Páll Finnur Páll.
Mynd: Heiðrik á Heygum.
»Børnini komu grátandi, tá hann spældi
1-2-3 sting inn í. Børnini komu ýlandi, tá
hann spældi 4-5 longur inn«
- Ùr sanginum Pedofilurin
”
»Nú fari eg at steikja hjernan á pannuni
hjá tær. Eg havi einki etið, síðani daman
rýmdi frá mær«
- Ùr sanginum Grannin
”
»Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina
heila madrass í part. Vit gingu einaferð í
skúla, men har hava vit einki lært.«
- Ùr sanginum Herbergið
”
Komandi leygardag
skipar Sandavágs
Ítróttarfelag fyri
serstøkum summar-
tiltaki. Eitt av forvitn-
isligu tiltøkunum
henda dagin er
brandslangufótbóltur
SUMMARSTEVNA
Sandavágur: Nógv spenn-
andi tiltøk eru á skránni í
Sandavági leygardagin, nú
árliga summartiltakið hjá
ítróttarfelagnum í bygdini
er á skránni.
Umframt
grillparty,
laksatorg
og
víttfevnt
undirhald, verður eisini ein
serstøk fótbóltskapping á
skránni.
Henda kappingin verður í
stóran mun skipað sum ein
vanlig
fótbóltskapping,
men rættiliga stór frávik
eru kortini frá teimum
reglum, sum altjóða fót-
bóltssambandið hevur sett
upp, og sum vanliga verða
brúktar, tá dystir verða
leiktir á Valloyruni.
Í fyrsta lagi er ikki neyð-
ugt at dysturin skal spælast
á einum vanligum fótbólts-
vølli, og í øðrum lagi er
málverjin útgjørdur við
einum serstøkum amboði,
sum nokk skal halda sjálvt
teir ídnastu áleypararnar
burtur.
Sjálv stevnan byrjar kl.
11, og kl. 17 verður hesin
serstaki dysturin á skránni,
veit heimasíðan hjá Sanda-
vágs kommunu at siga frá.
Stuttligt og váttligt
Hetta er tó ikki fyrstu ferð,
at sandavágsmenn eru við í
slíkum vátum dystum.
Í summar var nevniliga
eitt ferðalag, sum taldi 40
fólk úr Sandavági, á vitjan í
vinarbýi teirra í Íslandi,
Neskaupsstaði.
Á hesi vitjan sluppu
menninir at luttaka í hesi
serstøku
kappingini
í
brandslangufótbólti.
Og
teir stóðu seg rættiliga væl,
og komu heimaftur við
heiðursmerkjum í silvuri.
Nú skulu so sandavágsfólk
og aðrir gestir á stevnuni
verða vitni til, hvussu
henda kappingin er.
Henda heldur sjáldsama
kappingin gongur í øllum
sínum einfaldni út uppá, at
tvey lið hittast til fótbólts-
dyst, hvar tað skal vera.
Hetta kann ofta verða mitt á
gøtuni, har áskoðararnir
standa tættir fram við vøll-
inum.
Fimm mans eru á hvørj-
um liði, og reglurnar eru
annars sum vanligar fót-
bóltsreglur,
ella
liðini
kunnu avtala frávik eftir
vild.
Tað serliga er kortini tað,
at málmaðurin á hvørjum
liði hevur eina brandslangu
at hjálpa sær við. Hesin
spular so alt, sum fyri er, tá
bólturin kemur honum ov
nær.
Tað standast ofta rætti-
liga stuttligar – og váttligar
– støður av hesum. Eisini
áskoðararnir fáa karm av
og á.
sb.
Ættartalva til
seyðahundar
Seyðahundafelagið hevur nú fingið
vissu um, at føroyskir hundar nú kunnu
fáa sonevnda ISDS skráseting. Vanliga
er bert møguleiki at fáa slíka skráseting,
um bæði foreldrini at einum hundi eru
skrásett í somu skipan, og tí ber sjálv-
andi ikki til uttan víðari at fáa teir før-
oysku hundarnar skrásettar.
Men fyri stuttum varð Føroya Seyða-
hundafelag góðtikið sum limur í ISDS,
og tí verður fyrstu stuttuna gjørt undan-
tak, soleiðis at ein byrjandi ISDS skrá-
seting kann fara fram.
Tað verður so sjálvur formaðurin í
ISDS, Jim Easton, sum kemur til Før-
oya, og verður tað hann, sum ger av,
hvørt ein hundur er egnaður til ISDS-
skráseting.
Vitjanin verður tann 29. august, og
sagt verður, at tey, ið ynskja at fáa sínar
hundar skrásettar, men sum enn ikki
hava latið neyðugu upplýsingarnar,
verða biðin um at gera alt fyri. Hetta
verður gjørt við at seta seg í samband
við formanninum í felagnum, Eyðstein
Jensen.
-jm
Føroyskur
formansskapur
Henrik Old er nú nýggjur formaður í
Útnorðurráðnum.
Henrik tekur við formanssessinum
eftir íslendska Birgir Ármannsson.
Tá Henrik Old tók við sessinum á
fundi, sum Útnorðurráðið júst hevur
havt, staðfesti hann, at bæði millum- og
altjóða samstarv fáa alt størri týdning.
– Fyri okkum í útnorðuri inniber hetta
bæði avbjóðingar og møguleikar, men
tað er truplari hjá smæstu tjóðunum at
verða hoyrdar, staðfesti Henrik, sum tó
legði afturat, at júst útnorður-samstarvið
betrar um hesi kor.
Henrik Old er føddur í Vági í 1947.
Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri
javnaðarflokkin í 1984. Síðani 1995
hevur hann verið formaður í vinnu-
nevndini á tingi.
Umframt Henrik Old telir formans-
skapurin í Útnorðurráðnum Jonathan
Motzfeldt,
formaður,
og
Birgir
Armannsson, annar næstformaður.
-jm
Janus og Janus
Rætting. Í grein í blaðnum í gjár
umrøddu vit heiðurin, sum Listafelagiði
hevði sýnt tveimum av stóru listamonn-
um okkara. Tíverri var navnið á øðrum
teirra komið skeivt fyri. Í greinini stóð,
at tað var Janus Mohr, sum saman við
Ingálvi av Reyni hevði fingið heiðurin.
Talan skuldi sjálvandi vera um Janus
Kamban. Vit biðja lesararnar og teir
báðar Janus um umbering fyri mistakið.
-jm
Ein málverji við handskum og brandslangu
Tað gongur bæði
hart – og vátt! –
fyri seg, tá brand-
slangufótbóltur er
á skránni. Nú
verður skipað fyri
slíkari kapping í
Sandavági
Mynd: Sandavágs
kommuna