Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 25. august 2005 5 Hans Pauli Strøm heldur, at ein avlagað frásøgn í Dimmalætt- ing er orsøkin til, at Gerhard Lognberg hevur langað út eftir honum í einum les- arabrævi. Gerhard Lognberg sigur, at landstýrismaðurin ikki kann burturfor- klára, at hann setti ANSO-ráðstevnuna Theodor E. D. Olsen Í blaðnum í gjár langaði javnaðartingmaðurin, Ger- hard Lognberg, rættiliga út eftir sínum partamanni, Hans Paula Strøm, lands- stýrismanni. Orsøkin var, at Hans Pauli Strøm setti ANSO-ráðstevnuna í Norð- urlandahúsinum. Gerhard Lognberg segði bart út, at hann ongantíð fór at fyri- geva sær sjálvum, at hann hevði verið við til at valt Hans Paula Strøm til landsstýrismann. Somuleið- is skrivar Gerhard Lognberg í lesarabrævinum: - "Hvat mundu menn og kvinnur í Svøríki, sum stovnaðu Javnaðarrørsluna, og onnur sum tóku undir við teimum sagt? Ella teir flestu, sum stýrdu hesum flokki í Føroyum? Tað vóru nógvir menn, sum høvdu sett sítt álit á Harran, flest teirra eru farin undir grønu torvu". Í samrøðu við Sosialin sigur Hans Pauli Strøm, at hann metir lesarabrævið hjá partamanninum, Gerhardi Lognberg, byggja á eina miskiljing og á eina skeiva reportagu í Dimmalætting. Hans Pauli grundgevur við at siga, at reportagan av setanarrøðuni hjá honum í Dimmalætting mánakvøldið byrjar við orðunum: "Tað skal ikki verða av- gerandi hvønn tú velur at fara í song við um kvøldar- nar ella hvat fyri kyn við- komandi hevur. Ì øllum før- um ikki, tá ið tað snýr seg um at taka javnbjóðis lut í samfelagnum og teimum rættindum, tú sum borgari hevur". Harafturat endar frásøgnin við hesum orðum: "Øll eru vælkomin at luttaka - óansæð hvørjum kyni ein velur at liva og sova saman við". Hans Pauli Strøm tekur nevniliga eitt brot burtur úr brævinum hjá Gerhardi Lognberg, hvørs orðaval líkist nógv tí hjá Dimma- lætting: "Um tað at verða sam- kyndur er náttúrligt, og sum tú sjálvur sigur tað, at tað skal ikki verða avgerandi, hvønn tú velur at fara í song við um kvøldarnar, ella hvat kyn viðkomandi hevur. Her heldur tú, at tað er í lagi, at vit føra eitt Sód- omu lív, menn og menn, og kvinnur og kvinnur". Hans Pauli Strøm leggur stóran dent á, at slík viður- skifti als ikki vórðu tikin upp á tungu av honum í set- anarrøðuni. Sjálvur metir landsstýrismaðurin, at hann helt eina hóvliga røðu á eini fakligari og seriøsari ráð- stevnu, men at endurgev- ingin av røðuni hjá honum bleiv maktrakterað í inn- ganginum í reportaguni í Dimmalætting, sum hann málber seg. - Av tí sama datt kjakið beinanvegin niður á eitt støði, sum vit ofta síggja í føroyskum debattum. Fleiri munnu hava fingið hasi orðini í rangastrúpan. Re- portagan legði mær hasi orðini í munnin, og tað gjørdi, at alt endaði í einum hurlivasa, sum er alt ov vanligt í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm undir- strikar, at tað ikki er hansara uppgáva at geva karakter til tey føroysku bløðini, sum hann málber seg, men sigur seg vera sannførdan um, at orsøkin til, at Gerhard Lognberg hevur tikið so harðliga til orðanna, er, at hann er skeivt endurgivin í frásøgnini í Dimmalætting, sum hann skírir eina "for- dreyaða reportagu" og at orðavalið hjá partamannin- um sum nevnt sipar til hesa endurgeving. Um fráboðanina hjá Jógvani av Lakjuni í bløð- unum í gjár, har menta- málaráðharrin sigur seg harmast um luttøkuna hjá almanna- og heilsuráðharr- anum á eini stevnu um samkynd, sigur Hans Pauli Strøm, at Jógvan á Lakjuni ringdi til sín sunnudagin og boðaði frá hesum. Hans Pauli Strøm leggur dent á, at her er talan als ikki um agg ella at gera hvørjum øðrum fortreð, men um frá- boðan um politisk sjónar- mið, sum ikki eru tey somu. Etiskir spurningar degraderaðir Sjálvur sigur Gerhard Lognberg, at hann hevur hildið seg til fjølmiðlarnar, og at hann ikki hevur annað at halda seg til. - Eg gangi út frá, at jour- nalistar eru seriøsir, og sjálvandi haldi eg tað vera rætt endurgivið, sum stend- ur í bløðunum. Men tað verður ringt hjá Hans Paula at burturforklára, at hann setti hasa ráðstevnuna. Hevði hann so sagt teim- um, at hatta er synd, sigur Gerhard Lognberg, ið brúkar orðið " forferdiligt" um, at ANSO-ráðstevnan verður hildin í Føroyum. Gerhard Lognberg sigur, at hann ætlar at gera hvat kann kann fyri at fyri- byrgja, at landsins hægstu menn, sum hann málber seg, verða blandaðir inn í slíkt ráðstevnuvirksemi. - Tað finni eg meg ikki í, sigur Gerhard Lognberg, sum í sama viðbragdi sigur seg harmast um, at so- nevndir etiskir spurningar bara verða bólkaðir sum "etiskir spurningar", tvs. at teir verða ikki rættiliga við- gjørdir í flokkunum, og hvør tinglimur skal sleppa at svara sambært síni sam- vitsku. Spurdur, um hann metir, at tað hevði verið betri, um flokkarnir viðgjørdu etiskar spurningar innafloks, svar- ar Gerhard Lognberg, at tað hevði verið gott at tosað um etiskar spurningar, men hann undirstrikar, at hann ongantíð fer at ganga upp á kompromis við tey, ið halda seg vera spíssaranar innan javnaðarrørsluna í Føroy- um, sum hann orðar seg. - Sum nú er, tykist tað, sum teir etisku spurningar einki hava at týða, men hvat at týdningarmiklari enn teir, spyr Gerhard Lognberg. Spurdur, hvat hann mein- ar við, tá hann í sínum lesarabrævi í gjár skrivar. at "fleiri teirra (tey ið settu álit á Harran) eru farin undir grønu torvu", sigur javnaðarmaðurin, at hann sker ikki øll javnaðarfólk yvir ein kamb, og at ein og hvør kann leggja tað í hasi orðini, sum tey vilja. - Eg skal ikki døma nakran, sigur tingmaðurin. Gerhard Lognberg dylir tó ikki, at fleiri missiónfólk vóru við í javnaðarrørsluni, tá hon tók seg upp í norður- londum, men at honum ikki hóvar, at Javnaðarflokkurin nú knappliga skal vera so frílyntur. Synd Gerhard Lognberg sigur seg heldur ikki skilja, tá ein fyriskiparunum av ANSO- ráðstevnuni í Degi og viku herfyri grundgav fyri meira rættindum til samkynd, við at siga, at hetta var gott fyri mentanina og vinnulívið. - Eg áni ikki, hvat mentan er fyri nakað. Mentan er nakað snedugt nakað. Fyrr vistu øll hvat mentan var fyri nakað, men nú skal man vera løgin, um man skal skilja, hvat mentan er fyri nakað. Og tað eru ikki tey samkyndu, sum eiga æruna av, at fiskur er á grunninum. Tað er bert ein, ið eigur æruna fyri tað, sigur Gerhard Lognberg og sipar til Gud. - Vit skulu venda okkum til Harran og ikki tey sam- kyndu. Gerhard Lognberg sigur, at telefonin hevur gingið heit, síðani lesarabrævið hjá honum varð prentað, og at øll, sum hava ringt, hava róst honum. Hann heldur, at tað man vera ein lítil partur av fólkinum, sum er fegin um, at Hans Pauli Strøm setti ANSO-ráðstevnuna, tí sum javnaðartingamaðurin fyri Sandoynna sigur: - Hatta er synd og aftur synd! Gerhard gongur ikki upp á kompromis Stendur tað til byggi- og býar- skipanarnevndina hjá Tórshavnar Býráð, verður skateboardrampan í Gundadali tikin niður í næstum SKATEBOARD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rampan, sum stendur beint við felagshúsini hjá B36 og HB í Gundadali, er í sera ringum standi, og er í løtuni stongd fyri nýtslu. Kanningar, ið umsitingin hjá býráðn- um, hava gjørt, vísa, at ein umvæling, ið fevnir um útskifting av øllum plátum fer at kosta okk- urt um 70.000 krónur. Verður verandi á stadionøkinum Býráðið er tó samt um, at tað er ógvuliga hósk- andi, at skateboard- rampan er á stadion- økinum í Gundadali, tá ið havt verður í huga, at økið er til ítrótt og al- menna nýtslu. Somu- leiðis er økið rættuliga mitt í býnum, og gott bussamband er til og frá økinum. Aðrastaðnis verður miðað eftir at hava hesa ítrótt undir taki, og býráðið heldur eisini, at tað kundi verið partur av einari tilboðunum í eini slíkari høll. Útrokningar hjá bý- ráðsumsitingini vísa, at tað hevði kostað í minsta lagi 250.000 krónur at flyta verandi breyt til eitt annað stað á økinum í Gundadali. Kostnaðurin er tó ógvu- liga nógv tengdur av, hvussu nógv verður gjørt av tilrigging og hvørjum standi skrokk- urin er í. Byggi- og býarskip- anarnevndin hjá Tórs- havnar Býráð samtykti mánakvøldið at taka undir við einum tilmæli frá býararkitektinum um at taka verandi breyt niður, og at ar- beitt verður at finna aðra staðseting í Gundadali. Málið varð síðani beint í menta- málanevndina til sam- tyktar. Skateboard- rampan skal flytast Hans Pauli Strøm metir, at Gerhard Lognberg eins og nógv onnur hava fingið hansara røðu í rangastrúpan, av tí hann er skeivt endurgivin. Partamaður hansara Gerhard Lognberg heldur hinvegin, at Hans Pauli hevur trupult við at burturforklára, at hann setti ANSO-ráðstevnuna. - Vit skulu vneda okkum til Harran og ikki til tey samkyndu, sigur Gerhard Lognberg