hósdagur 25. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 160 - 25. august 2005
Síðst í komandi
mánað fer Norrøna í
dokk í eina viku.
Orsøkin er tann, at
stabilisatorarnir
stýriborðsmegin hava
ikki virkað til fulnar í
summar
FERÐAMANNA-
SIGLING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú vetrarsiglingin nærkast
og harvið meiri baldrut
veður, skal Norrøna í dokk
at
fáa
stabilisatorarnar
umvældar.
Eingin vandi
Hóast stabilisatorarnir ikki
hava virkað til fulnar í
summar, er hetta ikki
nakað, ið ferðafólkini hava
merkt, tí veðrið hevur verið
so mikið gott í summar.
At brek hevur verið á
stabilisatorarnar, hevur ikki
havt nakra ávirkan á trygd-
ina umborð á Norrønu, tí
stabilisatorarnir eru bert til
fyri komfortina hjá ferða-
fólkunum.
Á høvuðsskrivstovuni hjá
Smyril Line verður upplýst,
at Norrøna verður tikin úr
sigling 24. september, og
hon kemur aftur í sigling
eina viku seinni, tann 1.
oktober.
Umvælingarnar
verða gjørdar á skipasmiðj-
uni í Fredericia.
Hesa vikuna, ið Norrøna
er í dokk í Fredericia, verð-
ur eingin ferðafólkaflutn-
ingur sjóvegis, men Smyril
Blue Water, ið stendur fyri
farmaflutninginum, fer at
leiga eitt skip, ið kann taka
sær av farminum, soleiðis
at bæði inn- og útflytarar
ikki fara at verða nervaðir
av hesum, verður upplýst
hjá Smyril Blue Water.
Norrøna í dokk
Eitt brek á stabilisatorunum í stýriborð hevur við sær, at Norrøna noyðist í dokk í Fredericia í eina viku í september mánað
savnsmynd
Samkynd viðgjørdu trúarspurningar
Týsdagin varð spurt á
ANSO-ráðstevnuni,
um samkynd kunnu
vera trúgvandi. Ein av
niðurstøðunum var,
at tað er týdningar-
miklari at gera tað, ið
er gott enn tað, ið er
rætt
SAMKYND
Theodor E. D. Olsen
Síðani ANSO-ráðstevnan,
sum lesandi samkynd skipa
fyri í Norðurlandahúsinum
í hesum døgum, fór av
bakkastokki, er kjakið um
samkynd og átrúnað rætti-
liga kyknað.
Ikki færri enn tveir
samgongulimir, har annar
er landsstýrismaður, hava
ávarað ímóti at føroyingar
hýsa slíkum tiltøkum. Fel-
ags fyri grundgevingarnar
hjá báðum politikarum er,
at teir taka støði í Bíbliuni.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður, skrivar m.a. í
lesarabrævi í gjár, at "Bíbli-
an er púra greið á hesum
øki og ávarar harðliga ímóti
slíkum livihátti".
Javnaðartingmaðurin
Gerhard Lognberg mót-
mælti somuleiðis í blaðnum
í gjár ímóti at, at Hans Pauli
Strøm hevði sett ANSO-
ráðstevnuna. Hann endur-
gav brot úr Rómverja-
brævinum og samanbar Før-
oyar við støðuna í Sódomu
og Gómorru á sinni.
Men tað tykist, sum tað
finnast fleiri enn tann eini
hátturin at lesa og ikki
minst tulka Halgubók.
ANSO-ráðstevnan setti
nevniliga allan týsdagin av
til at viðgera spurningin,
um samkynd kunnu vera
trúgvandi. Dagurin byrjaði
við, at tann virðislønti
norski dokumentarfilmurin
"BE - skitne, syndige me"
varð vístur. Filmurin snýr
seg um ein 20 ára gamlan
drong, sum kallaði seg
kristnan, men tók lívið av
sær sjálvum, av tí at hann
ikki tordi at fortelja sínum
næstringum, at hann var
samkyndur.
Eftit hetta hildu tey bæði
Britta Svensson og Arthur
Thiry tveir fyrilestrar um
mannarættindi og um at
sameina sín átrúnað við
sína kynsligu orientering.
Tey luttóku bæði sum um-
boð fyri svenaska felags-
skapin EKHO, ið er stytting
fyri "Ekumeniska grupp-
erna för kristna homo- och
bisexuella". Orðið økumeni
kann umsetast sum al-
kirkjuligt ella felagskirkju-
ligt, og verður ofta brúkt,
har kirkjur samstarva tvørt-
urum samkomumørk.
Arthur Tiery starvaðist
sum prestur í baptistasam-
komu í nógv ár, til hann í
1996 varð koyrdur frá, av tí
at hann viðgekk, at hann
var samkyndur. Sjálvur sig-
ur Arther Tiery, at hevði
hetta hent eftir 1999, hevði
hann havt møguleika at
stevnt hesi kirkjuni, av tí at
nýggj lóg um trúarsamfel-
øg kom í gildi tá. Svenska
fólkakirkjan
loysti
frá
statinum - ella staturin
loysti frá kirkjuni - í 2000.
Arther Tiery er eisini
forseti í The European For-
um of Gay and Lesbian
Christian Groups. Britta
Svensson
arbeiðir
sum
sjúkrarøktarfrøðingar innan
psykiatri, men er eisini dia-
konur ella hjálparprestur.
Heldur tað góða enn
tað rætta
Nakað av fólki hevði leitað
sær í Norðurlandahúsið
týsdagin, m.a. tveir flokkar
úr Hoydølum, og bíbliu-
fatanin hjá teimum báðum
fyrilestrahaldarunum var
púra greið. Tey løgdu dent
á, at tey ikki mettu at vit
komu víðari við kjakinum
um samkynd, um vit halda
fram við at leggja størsta
dentin á ávís skriftstøð. Tey
hildu tað vera av størri
týdningi, at ístaðin fyri at
kjakast, hvat er rætt og
rangt, eiga vit heldur at tosa
um, hvat er gott og ilt.
Sjálv argumenteraðu tey
við dømum úr Bílbliuni,
har lærusveinarnir hjá Jes-
usi slitu øks ein hvíludag,
og hetta hóvaði ikki farise-
arunum. Men Jesus segði
hetta vera í lagi, tí læru-
sveinarnir vóru svangir, og
Jesus var harri hvíludags-
ins. Somuleiðis var líknils-
ið um tann miskunnsama
sámariubúgvan havt á lofti,
har sámariubúgvin vísti
størri goodwill fyri einum
neyðardýri enn bæði ein
prestur og levitur gjørdu.
Niðurstøðan hjá Brittu
Svensson og Arthur Thiery
var sostatt, at tað er týdn-
ingarmiklari hjá kristnum
fólki at gera tað "góða" enn
tað "rætta".
Røðararnir gjørdu eisini
mun á hugtøkum sum ring-
ari samvitsku og skomm.
Tey grundgóvu fyri hesum
við at siga, at meðan tann
ringa samvitskan er nakað,
sum bilgist í fólki, verður
skommin ofta brúkt sam-
felagsliga til at seta fólk
upp á pláss við.
Tey bæði umboðini frá
EKHO greiddu eisini frá, at
tann svenska kirkjan al-
ment byrjaði at viðgera
spurningar um samkynd í
1971.
Manijeh Elsa Modi, sum
samskipar ANSO-ráðstevn-
una í Norðurlandahúsinum,
sigur við Sosialin, at tað
ikki var av tilvild, at hesin
eini dagurin á ráðstevnuni
var settur av til at viðgera
trúarspurningar, av tí at tað
í Føroyum so at siga altíð
eru átrúnaðarligar argu-
ment, sum verða brúkt, tá
mælt verður frá at seta lógir
í gildi, sum staðfesta rætt-
indi hjá samkyndum.
Britta Svensson og Arthur
Thiery
Mynd. J. K. Vang
Reyði Krossur Før-
oya hevur í sam-
starvi við Tórshavn-
ar Býráð syrgt fyri,
at ein bjálvaður
skúrur verður settur
upp á Skálatrøð,
sum rúsdrekkamis-
nýtarar og heimleys
kunnu halda til í um
dagin
HEIMLEYS
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur leingi verið ein
trupulleiki hjá stovnunum
á Debesartrøð, at nógvir
rúsdrekka-misnýtarar
hava fingið sær tilhald í
økinum, og hetta hevur
verið til stóran ampa fyri
stovnarnar
og
viðskiftafólk.
Hetta fekk fyrr í ár
Reyða Kross at venda sær
til kommununa við einum
uppskoti um loysn á
trupulleikunum.
Reyði
Krossur hevur keypt ein
arbeiðsskúr upp á 21
fermetrar, sum er bjálv-
aður og hevur innlagt vatn
og WC, og felagsskapurin
hevur heitt á kommununa
um at fáa loyvi til at seta
skúrin upp á Skálatrøð.
Royndartíð upp á
tvey ár
Uppskotið
hjá
Reyða
Krossi var, at skúrurin
skuldi setast upp í eini
royndartíð upp á tvey ár,
og hesum hevur býráðið
tikið undir við. Málið
hevur verið fyri bæði í
sosialu nevnd og í byggi-
og býarskipanarnevndini,
har tað varð endaliga
samtykt mánakvøldið.
Suni Vinther, formaður
í Reyða Krossi Føroyar,
sigur, at felagsskapurin
leingi hevur havt eitt
ynski um at veita hesum
fólkum, ið ganga fyri vág
og vind, eitt slíkt skjól, og
hann fegnast um, at
býráðið hevur tikið undir
við uppskotinum. Hann
sigur seg vóna, at tað fer
at bera til at seta skúrin
upp í hesi vikuni.
Misnýtarar fáa skúr