hósdagur 25. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fleiri av smærru
skúlunum í Suðuroy
hava ongan 1. flokk í
ár. Teirra millum er
skúlin á Leiti, har als
eingin skúlagongd er
í ár. Sannlíkt er, at
hesin skúlin hevur
hýst seinastu næm-
ingum sínum. Spurn-
ingurin í dag er helst,
hvør bygdarskúli
verður tann næsti í
røðini
BYGDARSKÚLAR
Snorri Brend
Leiti: - Er tann afturlætni
skúlin á Leiti eitt fordømi
fyri aðrar skúlar í oynni?!
Henda spurningin seta
mong fólk í Suðuroynni
sær, nú skúlagongdin á
Leiti er steðgað í ár – og
helst eisini í framtíðini.
Farna skúlaárið gekk eitt
einstakt barn í hesum skúl-
anum, og hevði rætt til eitt
ár aftrat her. Men Sumbiar
kommuna tók hinvegin stig
til, at hesin næmingurin
varð sendur til skúlan í
Vági.
Við hesum læt skúlin
aftur, og tað eru ikki øll
eins fegin um. Tey óttast
nevniliga fyri, at hetta
dømið av Leiti kann verða
fylgt við aðrar av smærru
skúlunum í oynni.
Sum støðan er beint nú,
eru nøkur fá børn undir
skúlaaldur í Lopra og
Økrum. Men sannlíkindini
fyri at tey fara í skúlan á
Leiti eru rættiliga avmark-
að.
Tey fara helst í skúlan í
Vági, tá tann tíðin kemur.
Uttan næmingar
Tað vísir seg nevniliga, at
talið av næmingum er fall-
andi í teimum smærru skúl-
unum í oynni.
Hagtølini frá Mentamála-
ráðnum fyri skúlarnar í
Suðuroynni hetta skúlaárið
vísa greitt á hesa somu
gongdina:
Í Sumbiar skúla fóru tvey
børn í 1. flokk í ár, meðan
einki barn gongur í 2.
flokki og í 5. flokki.
Í Porkeri fór bert eittans
barnið í 1. flokk. Hetta
sama gjørdi seg galdandi í
Sandvík, har heldur einki
barn er í 4. flokki.
Hinvegin so fór einki
barn í 1. flokk í Fámjin, har
heldur einki barn er í 3.
flokki. Nevnast kann, at
hagtølini vísa, at av teimum
10 næmingunum í Fánjin
ganga seks teirra í 4. flokki.
Sama støðan er í Hovi,
har einki barn fór í 1. flokk,
og har heldur einki barn er í
3. flokki og í 7. flokki.
Steingja for ever
Tað er kortini ikki alla-
staðni í Suðuroynni at talið
av skúlabørnum minkar.
Á Tvøroyri eru hinvegin
fleiri børn í 1. flokki í ár
enn í 2. flokki. Her fóru 33
børn í skúla í ár, móti
teimum 28, sum nú eru í 2.
flokki.
Men í Vági er talan um
eina minking í ár. Hesaferð
fóru bert 19 børn í skúla á
fyrsta sinni, meðan 26
næmingar eru í 2. flokki.
Sigast skal tó, at talið í ár
samsvarar meiri við talið á
næmingum í 2. og 3. flokk-
unum í skúlanum, har
ávikavist 18 og 19 næming-
ar ganga.
Kortini so eru tað mong
sum eru farin at hugsa um
smærru bygdarskúlarnar og
framtíð teirra.
Tey óttast nevniliga fyri,
at tær smærru kommunur-
nar so líðandi fara at flyta
næmingarnar á teir størru
skúlarnar.
Á henda hátt tekur ein
samstundis grundarlagið
undan
teimum
smærru
bygdarskúlunum.
Nr. 160 - 25. august 2005
7
Tað kann loysa seg at
heita á eina komm-
unu at bøta um
ferðsluviðurskiftini í
eini bygd. Tað prógv-
aðu tvær kvinnur,
sum ynsktu tryggari
ferðslu inni í Tjørnu-
vík
FERÐSLA
Snorri Brend
Tjørnuvík: Nú verður ikki
longur loyvt bilførarum at
seta størri bilar frá sær inni
í Tjørnuvík.
Hetta samtykti bygda-
ráðið í Sunda kommunu
mánakvøldið, tá eitt upp-
skot um ferðsluviðurskift-
ini í hesi vøkru bygdini var
til umrøðu.
Hetta uppskotið gekk út
uppá at forbjóða bilum,
sum eru størri enn 3,5 tons
at parkera á almennum vegi
inni í bygdini.
Hinvegin so var eisini eitt
annað uppskot í somu
atløgu til viðgerð, har setast
skuldu upp vegforðingar í
bygdini.
Hetta málið varð ikki
samtykt tá, men skal nú
kannast víðari.
Vegforðing
Spurningurin um ferðslu-
viðurskiftini í Tjørnuvík
gjørdist aftur aktuellur,
eftir at tvær kvinnur høvdu
heitt á kommununa um at
gera nakað við hetta.
Hesar báðar kvinnurnar -
Randi við Brúgv og Sólrun
Magnussen – heittu nevni-
liga á Sunda kommunu um
at bøta um ferðsluna inni í
bygdini.
Í fyrstu atløgu skutu
hesar kvinnur upp, at gera
eina vegforðing um brúnna
um Stórá.
Í øðrum lagi skutu tær
upp at forboð varð sett
størri akførum at parkera
inni í bygdini.
Stórur ampi
Hesar báðar kvinnurnar
grundgóvu eisini fyri hesi
áheitanini:
Eftir
teirra
sannføring var tað til stóran
ampa, at bilarnir koyrdu ov
skjótt inni í bygdini.
Tær vístu eisini á, at tá
talan er um parkering av
størri akførum so er bygdin
alt ov trong til hesi.
- Hetta átti eisini at verið
óneyðugt, tí eitt parkerings-
pláss til stórar bilar er,
áðrenn ein kemur til bygd-
ina, søgdu tær í áheitanini á
kommununa.
Tekniska
nevndin
í
Sunda kommuna tók við
vælvild móti hesi áheitan-
ini, og mælti tekniska
nevndin til, at bygdaráðið
eisini gjørdi tað sama.
Á fundinum mánakvøld-
ið samtykti bygdaráðið at
forboð verður sett størri
bilum at parkera á almenn-
um vegi inni í bygdini.
Tá talan varð um veg-
forðingina við brúnna um
Stórá, so ynskti bygdaráðið
at málið verður latið aftur
til teknisku nevndina til
víðari arbeiði.
Smærru skúlarnir
fara helst í søguna
Bert smærri bilar
inn í bygdina
Onkutíð kunnu nógvir persónbilar standa parkeraðir inni í Tjørnuvík. Tað fáa teir framvegis
loyvi til, men teir størru bilarnir mugu í framtíðini parkerast uttanfyri bygdina
Skúlabørnini í Sandvík hava rokning fyrrapartin í gjár. Men
spurningurin er kanska, hvussu leingi tey sleppa at ganga í
bygdarskúlanum í heimbygdini – hesi børnini: Mary, 1.
flokkur; Brynhild, 2. flokkur; Tórur, 3. flokkur; Eyðfinnur 3.
flokkur og Herálvur 5. flokkur. Sætti næminurin, Olgar, var
ikki í skúla í gjár. Lærari er Nita Næs.
Mynd: Áki Bertholdsen