Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 160 - 25. august 2005 - Eg havi ikki sæð nakað líknandi sein- astu 15 árini. Er støð- an tann sama um alt landið, verður náta- tíðin helst sløk í ár, sigur Jens-Kjeld Jen- sen, sum saman við øðrum nólsoyingum hevur gjørt eina roynd at kanna eftir, hvussu støðan er við nátanum í ár NÁTATÍÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Lundin sveik í ár, og menn meta, at orsøkin er, at ov lítil føði er við landið. Fuglurin heldur sær har, sum føðin er. Lítið hevur annars verið at fingið av lunda seinastu árini, og summi ár hava menn, sum veiða fugl, stað- fest, at pisur ikki eru undan- komnar. Soleiðis hevur eisini verið á summum fuglaplássum í ár. Tað eru tó ikki so mong ár síðan, at menn fingu væl av lunda, og tí kunnu vit bert vóna, at náttúruvið- urskiftini hátta sær betur eitt annað ár, soleiðis at fuglurin kemur fyri seg aftur. Men spurningurin er so, um tað eisini kunnu vera onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi við fuglinum. Hví minkaði lomvigin, hví minkar lundin – og nú: Hví minkar havhesturin eisini? Svarið er neyvan so ein- falt, og neyvan veit nakar allan sannleikan um gongdina í náttúruni. Havhesturin Í dag er 25. august, og í morgin er líradagur, tá ið menn plagdu at draga líra. Undir vanligum umstøð- um kunnu menn, sum fara at stima eftir nátungum leygardagin komandi, fáa nakrar fuglar, um veðrið verður til vildar. Fyrr í vikuni var væl av vindi, og soleiðis var eisini mikunáttina og mikudagin. Tá ið tíðin er komin, flýgur nátungin úr reiðr- inum og út á sjógv, har teir stevna beina leið til havs. Er veðrið gott, og nógvur fuglur er á sjónum, verður nógv tikið, men væntandi er, at nógv tann størsti parturin sleppur undan glúpinum hjá nátamonnum. Nógv hevur verið til av havhesti og við tað, at veðrið ofta er óstøðugt í nátatíðini, verður tað ikki veiðan hjá nátamonnum, sum ger "kál" á fuglinum. Døpur útlit Men eins og lundin svíkur, hevur seinnu árini eisini verið líkt til, at havhesturin er í minking. Á hvørjum ári gera menn, sum fáast nógv við fugl, góðar dagar, men tað eru eisini nógvir dagar, sum ikki roynast líka so væl, sum tá ið fuglurin var mestur. Havhesturin hevur verið so nógvur, at torført er at meta um, nær hann er minni – og nær alt er, sum tað plagar at vera. Jens-Kjeld Jensen, sum er nærlagdur fuglamaður, var 19. august í ár saman - Nakrir nátungar eru so smáir og ússaligir í ár, at teir helst ongantíð fara á flog, staðfestir fuglamaðurin, Jens- Kjeld Jensen Monika Stauss Joen- sen, sum hevur sínar røtur í Sveits, er væl- kend í føroyskum tónleikahøpi við sín- um frálíka violin- spæli, og Helene Ringgenberg er org- anistur í sveisiska høvuðsstaðnum, Bern TÓNLEIKATILTAK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóskvøldið klokkan 20.30 fara Monika Stauss Joen- sen, sum spælir á violin og Helene Ringgenberg, sum spælir á urgu, at spæla í Leirvíkar kirkju. Nakrir felagssangir verða eisini sungnir, og tá ið spæl og sangur eru av, eru fólk vælkomin at fáa sær ein kaffimunn afturvið hugna- ligum práti. Ymiskar tónleikaøldir Tónleikaligi parturin av tiltakinum við Moniku og Helene verður ein so- nevndur "musikalskur rundtúrur" gjøgnum ymisk tíðarskeið - og ymiskar tónleikaøldir. Nú á døgum kalla vit vældámd løg "hits", "bes- tsellarar" – ella hvat hesi løg nú kunnu rópast. Eisini í sálmabókini eiga vit "klassikarar", sum mynda ein part av okkara tónleika- lívi, og hetta eru løg, sum vit ikki kundu hugsað okkum at verið fyriuttan. Monika Stauss Joensen, sum hevur sínar røtur í Sveits, er vælkend í før- oyskum tónleikahøpi við sínum frálíka violinspæli, og Helene Ringgenberg er organistur í sveisiska høv- uðsstaðnum, Bern. Helene vitjar í Føroyum í døgunum, 22.-29. august. Skúlakonsertir Umframt konsertina saman við Moniku, fer Helene eisini at hava nakrar skúla- konsertir í Klaksvíkar Tón- listaskúla, har hon fer at spæla fyri fólkaskúlanæm- ingum. Í Klaksvík fer hon eisini at greiða frá um cembalo og um teknisku eginleikar- nar hjá hesum ljóðføri. Tað er nevniliga soleiðis, at Klaksvíkar kommuna hevur keypt eitt slíkt ljóð- føri úr Sveits fyri einum góðum ári síðan. Saman við Moniku og Helene, bjóða Uni Næs, prestur og Leirvíkar kirkja øllum vælkomnum til tón- leik, sang, kaffi og prát í kvøld klokkan 20.30. Fuglamaður um havhestin: Útlitini fyri góðum havhestaári eru dø Musikalsk rundferð í Leirvíkar kirkju í kvøld Tær eru royndar á sínum øki, Helene Ringgenberg og Monika Stauss Joensen. Í kvøld verða tær at hoyra í Leirvíkar kirkju, har eisini verður boðið til sang, kaffi og prát