Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 25. august 2005 9 við øðrum nólsoyingum, tá ið teir sigu í Grønadalsrók og Skirisvølli eystantil á Nólsoynni. Í frásøgn sigur hann, at vanligi fongurin plagdi at vera einir 50 nátungar, men í ár vóru hesir einans 43 í tali. - Talið 43 er ikki einki, men so er eisini alt sagt, heldur fuglamaðurin fyri. Hann vísir á, at í 10 øðr- um reiðrum hevði ungi verið, men nú var bara nakað av dúni eftir. - Helst eru ungarnir í hesum reiðrum deyðir – av svongd, og síðan hava másar og aðrir fuglar etið teir, heldur hann. Jens-Kjeld sigur, at hann hevur ikki sæð nakað líknandi seinastu 15 árini. - So, um støðan er hin sama kring alt landið, verður nátatíðin helst sløk í ár, leggur hann aftrat. Floygdir ymiskt Sambært frásøgnini var ymiskt, hvussu fuglurin var búgvin, 19. august, tá ið teir sigu. - Av teimum 43 høvdu møguliga 6-7 verið floygdir um eina viku, og einir 5-7 um einar 14 dagar. Hinir vóru so smáir og ússaligir, at teir helst ongantíð fara á flog, sigur Jens-Kjeld Jensen í frásøgnini. Tá ið veðrið blíðkar aftur, fara menn at gera fyrstu royndirnar á nátaveiði í ár. Enn er ivaleyst nakað tíðliga til teir heilt stóru dagarnar, men óhugsandi er ikki, at nakrir fuglar eru komnir á sjógvin leygardagin komandi, nú so fitt av vindi var fyrr í vikuni Mynd: Vilmund Jacobsen øpur Hevur loyst seg at landað í Sandoynni Nú Nornagestur og Kolumbus verða seldir av Sandoynni, er spurningurin, hvar skipini, sum hava verið ein týð- andi partur av rá- fiskagrundarlagnum undir virkjunum í oynni, fara at leggja veiðina upp FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Nei, nú er slutt. Vit selja skipini, men enn er sølan ikki undirskrivað. Soleiðis sigur Edvard Nicodemusen á Sandi, sum saman við øðrum eig- ur partrolararnar, Norna- gest og Kolumbus. Skipini, sum í fleiri ár hava verið ein týðandi partur av grundarlagnum undir virkjunum í Sand- oynni, verða nú seld til Vestmannar. Keyparar eru vestmenn- ingarnir, Dánjal Jacobsen og Tummas Christoffersen, sum frammanundan eiga ávikavist Vesturbúgvan og Vestmenning og Fram. - Enn er endaliga avtalan ikki undirskrivað, men skipini verða nú seld vest- menningunum, staðfestir Edvard Nicodemusen, sum vísir á, at skipini fara at halda fram í teirri veiði, tey eru í. Edvard dugir tó ikki at siga, hvar skipini fara at landa, tá ið sølan er vorðin endalig. Loysir seg Andreas F. Hansen, sum er virkisleiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood, ásannar, at trolararnir, Nornagestur og Kolum- bus, hava havt stóran týdn- ing fyri ráfiskatilgongdina hjá virkjunum í oynni. - Saman við Eystur- búgvanum, hava landing- arnar hjá Nornagesti og Kolumbussi verið høvuðs- grundarlagið undir rá- fiskatilgongdini, men virkini hava eisini keypt fisk aðrastaðni. Seinast, Nornagestur og Kolumbus landaðu á Sandi, var mánadagin, tá ið skipini høvdu umleið 300.000 pund tilsamans. - Men hesin túrurin var heldur langur, sigur Andreas. Virkisleiðarin á Sandoy Seafood vísir á, at eingin fær nakað fyri einki, og hugsandi er tí ikki, at Nornagestur og Kolumbus hava landað á Sandi sein- astu árini – bara tí, at sandoyingar eiga skipini. - Úrslitini vísa, at tað hevur loyst seg hjá skipun- um at landa veiðina til Sandoy Seafood. Andreas sigur, at tá ið túrarnir stundum eru lang- ir, er tað ein fyrimunur hjá skipum at landa til virkir, sum bæði kunnu virka fiskin til flak og salta. - Eru túrarnir langir um summarið, kann allur fiskurin ikki virkast til flak, og tá er tað heppið - bæði fyri okkum og skipini, at vit eisini kunnu salta tann partin, sum er ov gamal til flakaskeringar. Virkisleiðarin vísir á, at soleiðis kunnu skipini selja alla veiðina til Sandoy Seafood við rímiliga góðum úrsliti. - Eg trúgvi, at sam- starvið, sum hevur verið millum reiðaríið hjá Nornagesti og Kolumbussi øðrumegin og Sandoy Sea- food hinumegin, hevur verið skilagott og avgjørt hevur tænt báðum pørtum. Nógvur saltfiskur Andreas F. Hansen sigur, at framleiðslan á virkinum í Skopun hevur ligið still tvær vikur í summar, men eingin steðgur hevur verið á virkinum á Sandi. - Vit hava saltað nógvan upsa á Sandi í summar, og fitt av arbeiði hevur eisini verið í Skopun. Virkisleiðarin sigur, at meginparturin av ráfiskin- um hjá Sandoy Seafood er upsi. - Vit arbeiða eisini nakað av hýsu, men lítið og einki er av toski, sigur Andreas F. Hansen.