Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 160 - 25. august 2005 Enn einaferð er Afrika komið á dagskránna hjá heiminsins samvitsku. Kenya er yvir- tikið av malaria, og gongur hetta fyrst og fresmt út yvir børnini. Børn í túsundatali doyggja orsakað av troti á heiluvági. ST ger lítið og einki og sama er um tey flestu stórveldini at siga. Sum vanligt er Noreg eitt undantak og gongur á odda við at vekja samvitskuna hjá restini av ríka heiminum og ST. Onnur plágan í Afrika er hungursneyðin í Niger. Her herja skerpingur og ongsprettur. Offrini her eru fólkið alt men fyrst og fremst børnini. Mett verður, at um ikki okkurt heilt munagott hendir skjótt, so fara børn í hundraðtúsundatali at doyggja í hungri og tosta í Nigeria. Hetta er ein løgin støða. Triðja plágan er eyðkvæmið, sum herjar um serstakliga syðru partarnar av Afrika. Milliónir av børnum eru vorðin faðir- og móðurleys. Tá ræðuliga flóðaldan rakti Asia, var at kalla eingin endi á væl- vildini og gávumildinum í øllum tí fram- komna heiminum. Føroyingar lógu sum vanligt á odda við teirra góða hjarta. Stóri spurningurin er so, hvussu ber tað til, at heimurin ikki sýnir sama góða hjarta mótvegis neyðini í Afrika sum mótvegis Asia. Hví er neyðin í Afrika ikki so sjónlig sum neyðin í eitt nú Asia ella um t. d. ein náttúruvanlukka rakar eitt europæiskt land? Føroyingar eru tiltiknir fyri at taka rívan til, tá neyðin herjar. Nú hava vit leingi vitað um hungursneyðina í Niger, men inn eru bert komnar slakar 10.000 kr. Her er nakað galið, og Reyði Krossur eigur at seta seg á odda fyri eini landsfevnandi innsavning, og landsstýrið og løgting eiga at játta pening, soleiðis, at hjálpin úr Føroyum veruliga ger munin. Hetta er okkara medmenniskjanliga og kristna skylda. DAGSINS MEINING Sosialurin Okkara kristna skylda VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Christian Fróði Djurhuus Eru tit á Lindini og Rás2 greiðir yvir, at við at varp- að út hesar sokallaðu lær- dómar og setningar bert gera, at fólkið fer longur og longri út at søkja tað ókenda og okkulta? tit eru ein byrða hjá tí einsataka heilsu- og sinnisbrekaða. Vekingin byrjar ikki við at hoyra og ikki fata. Latið vera við at leggja so stóran dent á, hvussu menniskju skulu uppføra seg, tí at tey síggja ikki tykkum sum í spegilin! Nei, latið okkum heldur stevna móti at savnast saman øll, ung sum gomul, frísk sum sjúk, at lesa og hoyra reina og óspilta Guds Orð. Bárður Persson ...tí ei finst tín líki at minn- ast uttanat. Tú greiðir í Sosialinum (23-08-05) frá, at tú hevur møtt einum kvikgongdum manni á gongubreytini við Hoyvíksvegin. Hann steðg- ar á og tosar við miklum skundi um sína støðu sum homoseksuellur og kvikar sær síðani avstað aftur. Seinni ert tú førur fyri at endurgeva tvey longri brot, sum maðurin hevði á munni, orðarætt. Ella var tað kanska so- leiðis, at tú tókst hetta upp á lítlu læknadiktafon tína fyri síðani at festa hesar niður á blað? Ella var tað kanska so- leiðis: Tú nýtti ongan upp- takara og eru hesi úttalisi, tú endurgevur í Sosialinum tí kanska ikki heilt so orðarøtt, og tískil kanska ikki heilt so eftirfarandi? Tó, um so er (og tú ikki nýtti upptakara), fari eg í alstórari virðing at taka hattin av fyri tær. ES: Tað, sum stendur end- urgivið millum gásareygu, eigur at verða uppfatað sum orðarøtt endurtøka. Soleiðis er tað nú einaferð, tá ið gásaeygu verða nýtt. EES: Hitti tú mannin? Eg má veruliga taka hattin av fyri tær, Jenis... Yvirandaligheit Sjúrður Olsen Í síðstu viku vóru flest øll vitni til eitt tað vánaligasta úrslitið hjá føroyska landsliðnum í nýggjari tíð. Eitt er at tapa stórt móti liðum, sum eru nógvar ferðir sterkari enn okkara landslið. Men tað er nakað heilt annað at tapa stórt móti einum liði, ið ikki vísti nakra størri dygd í sínum spæli, enn tað vit eiga at vera von við. Og tað enntá á okkara heimavølli, fyri ikki at nevna teir stóru og nógvu møguleikarnir, ið okkara lið hevði fyri at vinna og avgera dystin. Eftir at tað nú varð kunngjørt, at landsliðs- venjarin ikki heldur fram í sinum starvi, hoyrdu vit nú endiliga, at tað krevst nakað ávíst av venjaranum, eins og aðrastaðni. Tað er avgjørt eitt krav, at tann nýggi venjarin, sum FSF skal seta, skal búgva í Føroyum. Tað ber ikki til at slík líkasæla fyri landslið- num heldur fram. Tað eru kanska ikki nógvir føroyingar, ið hava dugnaskap nokk til at røkja hetta starv. Og tí gerst kanska neyðugt at finna ein útlending til starvið, men størri krøv skulu avgjørt verða sett í arbeiðssáttmál- an hjá tí nýggja venjaran- um! Skuffandi!