Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Visiónir og hvørvi- sjónir trívast væl, men sita ikki væl um sátt, hvør við aðra Dagny Joensen Tað var við stórum eygum sum tekoppar, at eg las forsíðuávísingina á Sosial- inum í vikuni, har ein ráð- stevna fyri samkynt fekk heiðursplássið. Ikki fyri hetta avrikið hjá sam- kyntum, men av tí at tveir fólkavaldir politikarar góvu ilt av sær, um hetta tiltakið. Harra Lognberg, ting- maður, fyri at hann hevði verið við til at valt Hans Paula Strøm til landsstýr- ismann fyri almanna- og heilsumálum og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum fráboð- aði at hann ikki tók undir við, at ein samgongulimur hansara setti ráðstevnuna. Vel, okkurt skulu tómar hendur gera. Hetta var so dagsins politiski boðskapur um samanspælið í føroyskum politikki, sum í ár 2015 skal verða heimsins fyri- mynd á øllum økum. Tað er sum við mannin- um, ið visti hvussu børn vóru til, men sum ikki dámdi mátan. Harra Lognberg royndi at sannføra lesaran um, at hann onki hevði ímóti teim- um fólkum, sum skipaðu fyri ráðstevnuni, men hann kundi ikki góðtaka tað, sum tey stóðu inni fyri. Við øðrum orðum, dámdi ikki teirra livihátt. Hann brúkti sum vera mann, Bíbliuna sum jarnbrot fyri at rætt- vísgera sína niðurstøðu. Ein vanlagna fyri tjóðina Jógvan á Lakjuni segði seg vera sannførdan um, at tað fór at vera ein vanlagna fyri tjóðina, um landsins mynd- ugleikar góðtóku homo- sexualitet sum náttúrligt fyribrigdi. Álvaratos! Skulu land- sins myndugleikar fara undir dýnuna hjá borgarar- unum, fyri at kanna, hvat fer fram har og døma um, hvat er rætt og skeivt? Ikki hugsi eg at hesir garpar høvdu bjóða okkum inn í kamar sítt, fyri at prógva, at teir bert gera tað, sum teir halda vera rætt ella sum stendur í Bíbliuni. Heldur ikki høvdu vit onnur skoytt um at fingið innlit í teirra sexuallívi, sum er eins persónligt fyri teir, sum tað er fyri tey samkyntu. Munurin er bert at hin- kynt hava rættin á sínum øki. Tað hava samkynt ikki, og vilja við ráðstevnuni og í gerandisdegnum annars, bert gera vart við sínar trupulleikar og biða um loyvi at vera til, á sama hátt sum øll onnur í hesum landi. Um vit taka undir við hesum ella ikki, tað er spurningurin. Tað átti at verið náttúrligt fyri menniskjað at vilja øll- um tað besta, og tað sakar ongan at góðtaka, at øll ikki eru skapt eins. Nøkur eru, sum ikki vilja liva saman við hinkyntum, tí tað stríðir móti teirra sexuella rættn- ingi. Skulu tey umframt torføra tilverugrundarlag, fáa skitin orð og miskunn- arleysa viðferð. Er tað rætt- víst? Tað loyvi eg mær at ivast stórliga í. Hvussu um harrarnir Longberg og á Lakjuni vóru dømdir at liva sum samkyntir? Blunda - tað er ikki til Nei, so heldur venda spurn- ingium á høvdið og siga bart út: Samkynt hava ong- an rætt at liva í hesum landi. Tað er sum við børn- unum, sum blunda og siga: Burtur - onki er til! Um vit hinvegin síggja ein persón í koyristóli, so hevur hann rætt at sita í honum, tí han kann ikki ganga. Tann samkynti er bert soleiðis háttaður, at hann ikki kann vera hin- kyntur, tí hann er sam- kyntur. Havt er munurin? Eg hugsi at hann, sum situr í koyristóli, heldur vildi farið til gongu, men tað megnar hann bert ikki, tí hann er lamin. Tað at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setti ráð- stevnua í Norðurlandahús- inum, er bert ein náttúrlig uppgáva á hansara málsøki. Við síni luttøku vísir hann, at landsstýrismaðurin ikki tekur dagar ímillum, hvørt teir borgarar, sum hann er valdur at arbeiða fyri, eru hin- ella samkynt. Tað áttu allir landsins fólkavaldu at lagt sær í geyma. Sambært kanningum um, hvussu nógv fólk eru samkynt, áttu eftir okkara mátistokki at verið eini tvey - trý samkynt, sum mynda løgtingið. Hugsið tykkum so til, hvussu nógv fólk eru í Føroyum, sum noyðast at krógva seg og ikki kunnu góðkenna sín samleika? Tað áttu harrar- nir Lognberg og á Lakjuni eisini at hugsað um, tá valið aftur stendur fyri durum. Ella er henda skriving teirra júst framd, fyri at tekkja "rætta" veljaraskaranum? Óhugnaligt rák Tað tykist sum samfelagið er vorðið alt meira kalt og miskunnarleyst. Seinasta árið hevur verið skrivað og tosað um útlendingamálið. Har vóru partar av landsins hægstu eisini talsmenn fyri ikki at geva útlendingum pláss á okkara rókum. Ja, tað var ein gáta fyri Jógvan við Keldu, landsstýris- mann, hvussu tveir útlend- ingar høvdu fingið loyvi at ganga á Læraraskúlanum. Rákið seinastu tíðina er óhugnaligt. Tað vísir júst, hvussu neyðugt tað er at fáa nýtt fólk hendavegin. Vit hava brúk fyri nýggjan íblástur, so vit sleppa undan at fara í smálutir í málum, sum als ikki gagna landi og fólki. Eg hugsi ikki, at stig- takarin til ráðstevnuna fyri samkynt fór skeiv, tá hon í "Degi og Viku" segði, at tað kundu gagna føroyska vinnu- og mentalívi um vit góvu teimum samkyntu somu liviumstøður og hin- um partinum av Føroya fólki. Tað áttu Lognberg og landsstýrismaðurin í mentamálum eisini at um- hugsa, tí samkynt eru iva- leyst í øllum stættum, og kundu kanska givið sam- felagnum meir enn vit vilja loyva - nevniliga bert at vera til í Føroyum. Tað krevur bert eina lógarbroyt- ing og allarhelst eina góð- kenning av, at føroyska samfelagið er eins fjøltáttað og øll onnur lond í heimin- um. Nr. 160 - 25. august 2005 11 Anna S. Dalsgaard Tórshavn hin 24.8.05 Nógvir eru kandidatar- nir, ið bjóða seg fram at døma, hvørt eitt menn- iskja er ónt ella gott, rangt ella rætt. Teir meina seg eftir øllum at døma at hava patent upp á tulkingina av halgubók. Hevur tú eina aðra áskoðan, kunnu teir møguliga bera yvir við tær, treytað av, at tú vilt í teirra »viðgerð«. Land- sins hægstu menn halda seg avgjørt ikki aftur í kappingini. Hví hava summi fólk eina so ovurhondsstóra trongd til at almanna- kunngera, hvussu góð og trúgvandi tey eru og sam- stundis at døma onnur? Bæði Dimmalætting og Sosialurin hava javnan lesarabrøv frá slíkum fólki. Ráðstevnan Anso, sum í hesum døgum verður hildin í Norður- landahúsinum, fær slíka øsing í hesi somu fólk, at eg undrist og verði mis- trúgvin?! Í eini grein í Dimma- lætting herfyri, hugleiðir Jenis av Rana um ein túr við Hoyvíksvegin. Grein- in snýr seg um ein homo- seksuellan persón, sum bønar og biðjur Jenis av Rana um hjálp til tess at sleppa úr tí helviti, sum homoseksualitetur, eftir hansara útsøgn, er. Tú kanst fáa fólk at trúgva hvat sum helst, bara ágangurin er nóg stórur og hóttanirnar um neyð og elendigheit nóg massivar. Hesin persón- ur, sum allar helst alt sítt lív hevur fingið at vitað, at tað hann kennir og hugsar, fyri ikki at tala um tað sum hann møgu- liga ger, er andstyggiligt, ógudiligt og ónt, følir seg sjálvsagt »vavdan inn í helviti« - sum tikið verð- ur til í greinini. Stórur bíbliukennari eri eg ikki, men brúki tann einastandandi egin- leikan, sum Gud hevur begávað okk um menn- iskju við, nevnuliga at hugsa sjálvstøðugt. Víst kunnu vit menniskju brúka nógv av tí, sum í bíbliuni stendur, á upp- byggjandi hátt. M. a. við at grunda yvir tað, sum stendur í henni og brúka tað í samveruni við okk- ara medmenniskju. Liva kristindómin, við m. a. at vísa næsta okkara kær- leika, tolsemi og virðing. Eingin orsøk er til at rópa upp um, hvussu »góður« og »trúgvandi« man er. Várharra skal nokk taka sær av at døma um hetta. So mikið álit havi eg á honum. Tit, sum so fegin vilja siga okkum, hvussu vit skulu liva, hví leika tit so í? Vænta tit ikki, at Gud hoyrir stillu bønir tykk- ara, og noyðast tit í blø- ðini fyri at siga honum, hvussu »góð« tit eru? Vælsignaðu tit, sum vilja sannføra okkum onnur um tykkara ófeil- bari, undirmetið ikki Gud á hendan hátt og gevið honum hansara heimildir aftur. VIÐMERKINGAR Hans Eiler Hammer Sóknareprestur Sannur hátíðardámur vald- aði í Dómkirkjuni sunnu- dagin hin 14. mars 2004. Har sótu vit, teir flestu prestarnir í landi okkara. Har sat kirkjuráðið fyri Dómkirkjuna, har sat leiðslan í Hini Føroysku Fólkakirkjuni, og har sótu kirkjutænararnir við Dóm- kirkjuna. Har sótu familja, vinir og kenningar og mong onnur. Vit vóru komin saman til prestavígslu. Øll vildu vit verða við at fagna tí unga Skálamanninum, Jóannis Fonsdal. Eftir at Føroya biskupur hevði hildið vígslutalu, lósu 4 ymiskir prestar Guds orðs vitnisburð um orðsins tænastu. Ein av hesum Guds orðs vitnisburðum var frá 2.Tim. 4,1-5: "Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guds og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: Boða orð- ið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbein- ing! Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lyst- um taka sær lærarar í hópa- tali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, og teir skulu venda oyrunum frá sann- leikanum og venda sær at ævintýrum. Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína! Sum tín starvsfelagi vil eg her bera tær eina hjart- ans tøkk fyri títt trúfesti ímóti tí uppgávu, sum á hesum hátíðardegi bleiv løgd á tínar herðar! Tøkk fyri, at tú hevur havt mót til at tola ilt og at standa á orðsins kletta grund, eisini teir dagar, tá hart hevur leikað á! Tøkk fyri, at tú hevur ámint og prædikað orðið við toli og allari leið- beining! Tøkk fyri, at tú hevur verið trúgvur ímóti Kirkjunnar Harra. At hetta títt trúfesti, nú 17 mánaðar seinni, hevur kostað tær títt starv í Hini Føroysku fólka- kirkjuni harmist eg stórliga um tína vegna, familjurnar vegna og Føroya fólks vegna. Ja, okkurt skal barn- ið eita, tá tú frá kirkjunnar leiðslu og kirkjumálaráð- num fært at vita, at tað ikki er peningur til, at tú kanst halda áfram í starvi tínum. Tó eru vit fleiri, sum vita og hava sæð á skrift, at hetta er ein duld orsøk! At tú hin 1. september byrjar í sóknarprestastarvi við Emdrup kirkju í Keyp- mannahavn eftir, at tú hev- ur fingið asnasparkið úr hini Føroysku Fólkakirkj- uni av prósti og biskupi, fegnist eg tína vegna um. At tú bleivst einmælt inn- stillaður av kirkjuráðnum við Emdrup kirkju, eftir at tú hevur verið til samrøðu og royndarprædiku, eigur kirkjuráðið við Emdrup kirkju eina stóra tøkk fyri. Eg vil ynskja tær og Sigrid og børnum tykkara Guds ríku signing í tí gerningi, sum tit nú standa yvirfyri. Í 1.Pæt. 5,2-4 stendur: Røktið tað Guds fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guds vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyri- mynd fyri fylginum; og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdar- innar. Gud kann leggja frá sær!! Tøkk fyri títt trúfesti, Jóannis Fonsdal Dagsins politiska fyrimynd: Setur kenslukulda og sjálvsrættvísi í hásætið