Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 160 - 25. august 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Eftir mikla meldurin av festi- valum, ólavsøkukonsertum og listastevnu man tað vera rele- vant at líta aftur á eitt serligt tónleikalív í Havn í seinnu helvt av farnu øld og at minnast mannin aftan fyri hetta virk- semi. Hugsi um Erik Petersen, lektara, sum andaðist herfyri nítifýra ára gamal. Gamli Tórshavnar Musikk- skúli varð settur á stovn í 1942. Tað er týdningin av tí orkestur- virksemi, ið við honum tók seg upp í Havn og við ídni og áhaldni helt fram í meira enn tríati ár, sum eg við hesum reglum vil leggja dent á. Erik Petersen var neistin og sálin í hesum slóðbrótandi tón- leikavirksemi. Hjá lærara sínum Erling Bloch, professara, hevði hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn nomið sær spæliførleika og kunnleika til teir gomlu meistararnar, og heimafturkomin vildi hann vekja ans fyri tí ríkidømi, sum góður klassiskur tónleikur ber i sær. Góða stuðul í hesum máli fekk Erik frá mentamonnum sum William Heinesen, Rikard Long og ikki minst frá býráðs- formanninum M. A. Jacobsen. Tað var tí ikki av tilvild, at kam- arorkestrið Tórshavnar Musikk- skúli fekk innivist og framdi sítt konsertvirksemi øll tey fyrstu árini úti á landsbókasavninum, har Mads var bókavørður. Við E. Petersen sum eldsál og við trúfastari undirtøku frá góðum fólki sum Verland Jo- hannesen, Tummas Nygaard, Viggo Dal-Christiansen, Christ- ian Restorff, Rigmor Restorff, Torbjørn Sørensen, Arne Andreasen o.fl. menti seg her eitt tónleikavirksemi, sum meira enn nakað frammanundan vakti áhuga fyri klassiska tónleika- gripinum bæði hjá spælandi og lurtandi í høvuðsstaðnum. Konsertirnar vóru vanliga fleiri um árið, heystkonsertir, jólakonsertir, páska- og vár- konsertir, og tað var við spekt og virðing tú gekkst upp trappurnar úti á Debesartrøð og inn í lestr- arsalin, har tað við tað eina høvi fyri mær setti serligan dám á innan konsertina at hoyra Willi- am Heinesen og Mr. Goldney teska saman á enskum um tóna- verkini, sum vóru í væntu. Ikki møtti nógv av yngri fólki til hesar konsertir - minnist ungan gøtudrong, Suna Thomsen, sum ivaleyst eins og eg í fyrstani hevði ilt við at fáa latið upp sinnið fyri hesum fyri okkum enn so sermerkta tónleiki, ið tó, sum frá leið, meira og meira fekk fastatøkur á okkum. Fyrst í fimmtiárunum økti bókasavnið so mikið um egna virksemið, at ikki vóru umstøð- ur til framhaldandi orkesturspæl har. Húsvillir vitjaðu Erik, Viggo, Torbjørn og Verland so hjá hvør hjá øðrum til kvartett- samanspæl. Á fyrsta sinni hoyrdi eg tá á vári 1954 "Eine kleine Nachtmusik" á konsert í Sjónleikarhúsinum. Men í 1956 varð nýggjur kommunuskúli tikin í brúk, og skúlastjórin Zacharias Søren- sen, pápi Tornbjørn, beyð kamarorkestrinum vælkomið at húsast í stásisligu skúlahøllini, sum William Heinesen, ungi sonur hansara Zacharis og Ing- álvur av Reyni við prýðiligum málningum høvdu sett so listar- ligan dám á. Í hesum umhvørvi fekk orkestur- og konsertvirk- semið flog av nýggjum. Orkestr- ið fekk her eisini eina munandi breiðari unditøku frá áhoyrarum enn áður úti á bókasavninum, har tað vanliga bert møttu eini 15-20 serliga áhugaði. Erik og hansara tónleikalið høvdu ikki bert egnar konsertir, men vóru fús at verða við til tiltøk hjá øðrum eisini, eins og tey hvør sær altíð vóru beina- som og álítandi at heita á. Sum egnar royndir kann eg bera fram, tá vit í nýstovnaða Vest- manna Sangkóri á vári 1958 fingu Tórshavnar Musikkskúla at koma norður at hava konsert saman við okkum, og somu- leiðis t.d. nevna stuðlandi undir- tøku eitt nú til framførslur í sambandi við sanglæraraskeið í 60-árunum. Í 1961 kom Mogens Wahl sum ríkisumboðsmaður til Før- oya, og við honum sum dyggasti stuðul fekk orkestrið sína glæsi- ligastu tíð nakrantíð. Sjálvur var hann dugnaligur pianistur, sat brátt sum solistur í klaver- konsert saman við orkestrinum, og við sínum sambandi bæði við tónleikalívið í Keypmannahavn og við mentanarstovnar har slóðaði hann so fyri, at orkestrið tey 11 árini, hann var her, reglu- liga fekk stimbrandi vitjan av dugnaligum leiðarum úr Dan- mark. Ov mikið verður her at koma nærri inn á teir mongu úrvaldu musikararnar, sum í nevnda tíðarskeiði við stytri ella longri steðgi virkaðu sum vegleiðarar hjá orkestrinum; men eitt yvirlit yvir menninar kann geva fatan av hesari serligu blómutíð í Tórshavnar tónleikasøgu: Gunnar Tagemose, fiólleikari í Radiosymfoniorkestret Henrik Sachsenskjold, gitin fiólsolistur og orkesturleiðari Peter Weis, konsertpianistur og kórrepetitørur í Danmarks Radio Mogens Brendstrup, fiólleikari í Det kgl. Kapel Béla Detrekøy, fiólleikari í Det kgl. Kapel Poul Tofte Hansen, oboistur í Det kgl. Kapel Knud Åge Larsen, fiólleikari í Det kgl. Kapel Kanny Sambleben, konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkester Jan Eyvind Andersen, fiólleikari í Sønderjysk Symfoniorkester Hakon Elmer, organistur og stovnari og leiðari av Sønderjysk Symfoniorkester Oliver Hirch, musikpedagogur, blokkfloytuspælari og serkønur í eldri tónleiki Sum vituligt vóru tað mest strúkarar, sum komu higar at taka sær av okkara strúki- orkestri; men symfoniskur tón- leikur við eisini træ- og mess- ingblásarum var eisini á skránni hesi árini. Aftrat skal nevnast tað samarbeiðið, sum vit í Út- varpskórinum og eisini aðrir kórsangarar í býnum høvdu við orkestrið í hesi tíð til fram- førslur av størri verkum. Erik Petersen hevði ein dreym um at fáa bygt upp eitt veruligt symfoniorkestur. At umstøður seinni gjørdu slíkan dreym til veruleika, kunnu vit nú frøast um. Men við hetta tíðarhvarv, nú Erik er farin, eru vit mong, sum við takksemi hóma aftur á kveikjandi løtur saman við hon- um og hansara trúføstu sam- starvarum í gamla Tórshavnar Musikkskúla. Ólavur Hátún Eitt tíðarskeið í føroyskari tónleikasøgu Afturlítandi hugleiðingar, nú Erik Petersen er farin