Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 25. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Else Kofod, vanliga nevnd Elsa undir Varða, Tórshavn andaðist á Lágagarði týsdagin 23. au- gust, 84 ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði fríggjadagin klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum leygardagin klokkan 15. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata Lágargarði eina gávu. Konto í peningastovnunum. Elin Frederiksberg, Klaksvík, andaðist á Klaks- víkar Sjúkrahúsi týsmorgunin, 78 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkra- húsi fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygar- dagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Elin kunnu lata KFUM og K í Klaksvík eina peningagávu. Svenny Vang, ættað úr Froðba, andaðist sunnu- dagin 21. august á Suðuroyar Ellis- og Røktar- heimi, 84 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju hósdagin klokkan 15. Tey, sum vilja minnast Svenny, kunnu lata Tvør- oyrar kirkju eina gávu. Tummas Johannesen, Glyvrar, búsitandi í Keypmannahavn andaðist mánadagin 22. august, 48 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Ingibjørg Holm, Hvalba, ættað úr Sandvík, fer til gravar úr Sandvíkar kirkju hósdagin klokkan 13:30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Ingibjørg, kunnu lata Sandvíkar kirkju eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Tøkk Til øll tykkum mongu, sum mintust meg á áttati ára degnum. Tit, sum ringdu, sendu fjarrit og gávur. Øll tit mongu, sum komu og heilsaðu upp á meg. Vita skulu tit, at tit gleddu meg ómetaliga nógv. Harrin signi tykkum. Blíðar heilsanir Halda 18 ára gomul og nýforlovað var eg fyrstu ferð í Suðuroy. Símun og eg vitjaðu fyrst mammubeiggjan Martin á Tvøroyri, gistu har eina nátt og gingu so til Sandvíkar. Í Sandvík fóru vit beint inn til Ingi- bjargar. Bert 10 ár vóru ímillum mostrina og Símun, so hon hevur tá verið 29 ára gomul. Maðurin var til skips, tey áttu børn og Ingibjørg helt hús hjá foreldrum hansara. Í sama húsi búði eisini Herjálvur, sum var ógiftur. Hann arbeiddi í kolinum, Ingibjørg tók sær væl av honum alt hansara lív, so var eisini pápi henn- ara har at vera um. Mamman var farin og systkini, sum øll vóru væl eldri enn hon, vóru langt síðani gift og flutt úr bygdini. Døgurði stóð klárur til okkara og Ingibjørg var blíð og tíð – sum altíð. Alla ta páskaferiuna ferðaðust vit í Sand- vík. Ingibjørg og Trygvi fingu 5 børn, bygdu sær stór hús og høvdu tað gott. Hann var sjómaður so leingi, sum hann orkaði, men alt ov tíðliga gjørdist hann álvarsliga sjúkur og doyði lítið meir enn seksti ára gamal. Ingibjørg var húsmóðir burturav meðan børnini vóru smá, og hon hevði tey gomlu og teirra hús at passa, fekk sær síðani arbeiði har suðuri. Tá ið systurin Paulina misti sín mann, hevði Ingibjørg longu verið einkja í nøkur ár. Børnini vóru øll vaksin og hon omma, og hon gjørdi ikki mætari enn, at hon flutti til Havnar, var hjá Paulinu, hjálpti henni og arbeiddi annars sum heimahjálp. Hon var Paulinu stórur uggi, altíð kát og fryntlig. Øll høvdu tað gott saman við Ingi- bjørg, tí hon var so kát, løtt og beinasom. Ingibjørg hevði so tað lukku at hitta Niels Oluf og tey gjørdust góð. Tey giftust og Niels Oluf og Ingibjørg fluttu inn í íbúð- ina hjá Paulinu og búðu har til Niels Oluf varð pensioneraður, og tey valdu at flyta aftur til Suður- oyar. Hesa ferð í hansara hús í Hvalba. Hesi árini í Havn var hon akkurát tað sama um systrina. Tey 3 ótu døgurða saman hvønn dag og Paulina gleddist eisini um at Niels Oluf var hjá teimum. Enn er ikki ár síðani tey fluttu, og longu hava tey tó verið aftur fleiri ferðir ogt vitjað, og húsini í Hvalba hava tey sett sær í stand. Nú skuldu tey so átt góðar dagar, nú vanligi arbeiðsdagurin var av. Men so vildi lagnan ikki. Fyri góðum mánaða síðani gjørdist Ingibjørg veik, var til kanningar, og tungt var at vita, at krabbin hevði gjørt ov nógv um seg, áðrenn nakar visti av nøkrum. Skjótt gekk. Ingibjørg fór í morg- un. Góðu tit, Louisa, Alexandra, Tummas, Álvur og Snorri, gott var at tykkum untist, saman við Niels Olufi, at vera hjá mammu tykkara seinastu løtuna. Hon var so góð við tykkum og ommubørnini øll. Paulinu og tykkum øllum verður stórur saknur, og tit skulu vita, at vit øll eru takksom fyri alt tað, sum hon í sínum hjálpsemi og fram um alt, verimáta, hevur verið henni og okkum øllum. Niels Oluf, tykkara hjúnalag gjørdist stutt, og illa dugi eg at troysta, men minnið um eitt hjarta- ligt og hugnaligt samlív eigur tú, og vónandi hjálpir tað í sorgini. Øllum tykkum, manni, børnum, ommubørnum, systrum og øðrum, sum sakna og syrgja, ynski eg, at minnið um Ingibjørg kann ugga tykkum, og at tit so líðandi fara mest at minnast góðar dagar, smíl og kæti hennara. Jesus veri hjá tykkum! Sunnumorgun 21. august Súsan Til minnis um Ingibjørg Dagurin 25. august. Ludvík, deyður í 1270. Kongur í Fraklandi, nevndur Ludvík hin Heilagi. Stóð á odda fyri fleiri krossferðum. Á einari ferð til Norðurafrika doyði hann av sjúku. Upprunaliga germanskt navn, ið merkir viðgitin og stríð. Myndin er av studentum í 3a á Føroya Studentaskúla í Hoydølum í 1980. Tríggir flokkar tóku prógv hetta árið. Hinar myndirnar koma ein av komandi døgunum. 3a. Ingemar Djurhuus, Charlotta Dunn, Nella Festirstein, Linda Fosaa, Hans Petur Hansen, Óli Jákup Gaard Hansen, Rúna á Heygum, Dánjal Petur Højgaard, Jógvan Ole-Jacobsen, Marni Hjalnarfoss, Jónvør Joensen, Hallgerð Johannesen, Joanna Johansen, Jón Kragesteen, Anna Kristoffersen, og Birgith Midjord (raðfylgjan er tilvildarlig). Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór Fyri 25 árum síðan: Studentar í Hoydølum í 1980