Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 160 - 25. august 2005 FLØGUÚTGÁVA Fríggjadagin 26. august hevði Ólavur á Váli fylt 50 ár. Hann varð føddur 26. august í 1955, og 19. februar í ár vóru brádliga boð eftir honum. Ólavur var gávuríkur á so mongum økjum. Hann var framúr sangari, og hann fekst nógv við at tekna. Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Ólavi verður skipað fyri listar- framsýning og fløguút- gávu. Listarframsýningin verður í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Ferniseringin verður fríggjadagin 26. august klokkan 16-18, og øll eru hjartaliga væl komin. Heðin Mortensen, bý- ráðsformaður, fer at lata framsýningina upp, og Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður í menta- málum, fer at siga nøkur orð, og so verður sangur og tónleikur. Børnini hjá systkjunum hjá Ólavi á Váli fara at syngja, og Jógvan Zachariassen fer at spæla fagott saman við cello, sum Jens Christian Guttesen og næmingar hjá honum, ið stóðu Ólavi nær, fara at syrgja fyri. Á framsýningini eru umleið 35 listarverk eftir Ólav á Váli. Talan er eitt nú um blýantstekningar og oljukrittekningar. Ein rúgva av tekning- um liggur eftir Ólav á Váli. Tað er svágurin, vinmaðurin og listarligi felagin, Eli Smith, sum hevur lagt framsýningina í Snarskivuni til rættis. Ætlanin var, at minnis- fløgur yvir Ólav á Váli skuldu verða givnar út sjálvan 50 ára føðingar- dagin. Alt fyrireikingar- arbeiðið í Føroyum var liðugt í nóg góðari tíð. Tó hava onkrir trupulleikar stungið seg upp í Dan- mark, har húsin verður prentaður, og har fløgan verður margfaldað. Tað ber við sær, at tónleika- útgávan ikki verður tøk fyrrenn í næstu viku. Talan er um tvær fløg- ur við tilsaman 41 sang- um, sum Ólavur syngur einsamallur ella saman við øðrum - eitt nú Niko- demussangbólkinum, Dupultkvartettini og á Váli familjuni. 27 av hesum sangunum hava verið útgivnir áður. Tað vil siga, at 14 sangir ikki hava verið meiri at hoyrt enn í onkrari útvarps- sending - eitt nú í Vín- garðinum. Kostnaðurin fyri fløg- urnar báðar verður 189 krónur, og tað er Evan- geliska Røddin, sum gevur út. Á framsýning- ini, sum verður latin upp fríggjadagin í Snar- skivuni, verður okkurt frá fløguni at at síggja og hoyra. Næstu vikurnar verður høvi at vitja framsýn- ingina, tá ið Snarskivan hevur opið. – Tað er mín vón, at Ráðstevnan Kanariu- fuglar í kolanámun- um skapar grundar- lagið undir einum betraðum kunnleika til viðurskiftini hjá teimum samkyntu, ein kunnleiki, sum er harðliga tiltrongdur. Eisini er tað mín vón, at ráðstevnan ger sítt til, at samkynt og aðrir minniluta- bólkar við tíðini ikki fara at hava fyri neyðini at rýma av landinum, fyri at fáa loyvi at liva eitt virði- ligt lív. Tí okkum tørvar allar góðar kreftir, til at taka tøk og til at taka lut í tí føroysku tilveruni, segði Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður m. a., tá hann setti ANSO-ráðstevn- una í Norðurlanda- húsinum Hans Pauli Strøm Kæru ráðstevnu-luttakarar Vit hittast her í dag fyri at seta sjøtul á eina almenna, opna, og ikki minst djarva viðgerð av einum evni, sum er ikki sørt av tabu í tí før- oyska samfelagnum. Viður- skifti, sum viðkoma sam- kyntum, eru loksins komin á dagsskránna í okkara lítla, og geografiskt av- byrgda landi, nú tit í ANSO, tí norðurlendska felagsskapinum fyri sam- kynt lesandi, hava valt Norðurlandahúsið og Før- oyar sum karmar um hesa ráðstevnu, ið ber tað rám- andi, men so vakurt ljóm- andi heitið Kanariufuglar í kolanámunum, har kanar- iufuglarnir og songur teirra geva eina mynd av, hvussu góð luftin er at anda í seg - av, hvussu góð livikorini eru í einum ávísum um- hvørvi. To our guests from abroad. We are pleased that you found your way to the Faroes, and it is a great pleasure to welcome you in our country. The program- me of this conference is highly topical, and it will be interesting to learn about the various issues of homosexuality that will be dealt with in the week to come. Hopefully your stay will be enjoyable and in- spiring for you, as it most certainly is for us. Í Føroyum hava vit mangan lyndi til at lata eyguni aftur fyri evnum og spurningum, sum kunnu vera tvítýdd og tískil krevj- andi at taka støðu til. Sum strussurin stinga vit høvdið í sandin, so vit sleppa frá at hava nakra vitan og nakra áskoðan um viðurskifti, sum onkursvegna eru upp á tvørs í okkara sjónarringi. Sum órógva okkum tað vælsignaða óbindandi ger- andis-tolsemið. Tí nú høvdu vit tað akkurát so hugnaligt. Og tilveran í okkara landi hevur jú nógvar fyrimunir. Hjá flestøllum av okkum er orsøkin til, at vit hava valt at liva lív okkara á hesum kørgu og avbyrgdu oyggj- um júst hon, at hesir fyri- munir viga tyngri enn møguligir vansar. Familjan. Tað sosiala netið, sum ger, at tað sum oftast bert er eitt hanagleiv til systkin, for- eldur, vinir og kenningar. Og tryggleikin í tí kenda, bæði fyri børn og vaksin. Men tað eru júst hesi somu viðurskifti, sum gera, at tað verður tess harðari, tess eirindaleysari fyri tey, sum av einihvørji orsøk fella uttan fyri hendan felags- skap. Sum av einihvørjari orsøk eru soleiðis sett sam- an, at tey ikki finna stevið á teirri fjølgongdu lívsleið- ini. Millum teirra eru tey samkyntu. Tey, sum hava dirvi til at rætta ryggin og standa við, at tey eru sam- kynd, hava tíverri ikki nóg góðar sømdir í Føroyum í dag. Tey velja alt ov ofta at stinga í sekkin og sleppa sær av landinum, til tey størru plássini, har høgt er til loftið og vítt er til veggja. So at teirra nor- malitetur ikki verður offur fyri fordómunum hjá okk- ara meiriluta. Fordómar ímóti sam- kyntum eru vanligir. Alt ov vanligir. Tað kann tykjast sum at fordómar ímóti samkyntum eru millum teir seinastu góðtiknu fordóm- arnar á okkara døgum. At fólk, sum ongantíð høvdu dittað sær at komið við spottandi viðmerkingum um aðrar minnilutabólkar, uttan at himprast loyva sær at tosa við vanvirðing um júst tey samkyntu. Vit mugu koma hesum fordómum til lívs, sum tíverri finnast í smáum samfeløgum. Og sum fáa fólk til liva í eini lívslygn, heldur enn at vísa lit. Tí so fáa tey frið. Og so fær familja teirra frið. Men avleiðingarnar kunnu verða álvarsamar. Gransking í viðurskiftum hjá samkynt- um vísir, at strongdin, ið stendst av at dylja ein so týdningarmiklan part av samleikanum, sum kyns- lívið er, mangan er atvold til stóra sálarkvøl, ja enntá til tann sorgarleik, at fólk taka lívið av sær. Vónandi fara fordómar- nir við tíðini at bloytast. Tí tey, ið aftaná koma, hava betri vitan um nógvar spurningar, ið higartil hava verið tabu í tí almenna rúm- inum í Føroyum, enn vit, sum í dag eru tilkomin og eldri. Yngru ættarliðini verða alt meira útgjørd at liva í einum samfelag, har fjølbroytni ber við sær økt tolsemi og har tolsemi ber við sær økt fjølbroytni. Her eigur eisini undirvísingar- verkið at átaka sær ábyrgd av, at næmingarnir í skúlum okkara fáa kunning um livikorini hjá øllum minni- lutabólkum í einum nýmót- ans samfelag, eisini hjá teimum samkyntu. Eisini standa vit við tí óreingiliga veruleika, at samkynt ikki hava somu lógarfestu rættindi sum hinskynt í dagsins Føroy- um. Vit áttu at broytt hend- an veruleika, um vit skulu kalla okkum eitt fram- komið og nýmótans samfe- lag. Tí Føroyar skulu kunna rúma øllum føroyingum. Ráðstevnan Kanariu- fuglar í kolanámunum er ein viðkomandi áminning um, at hvør fuglur syngur við sínum nevi. Tað er mín vón, at hon skapar grund- arlagið undir einum betrað- um kunnleika til viður- skiftini hjá teimum sam- kyntu, ein kunnleiki, sum er harðliga tiltrongdur. Eis- ini er tað mín vón, at ráð- stevnan ger sítt til, at sam- kynt og aðrir minniluta- bólkar við tíðini ikki fara at hava fyri neyðini at rýma av landinum, fyri at fáa loyvi at liva eitt virðiligt lív. Tí okkum tørvar allar góðar kreftir, til at taka tøk og til at taka lut í tí føroysku til- veruni. Við hesum orðum er ráðstevnan Kanariufuglar í kolanámunum sett. Takk fyri! Minnast Ólav á Váli á 50 ára føðingar- degnum Okkum tørvar allar góðar kreftir Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í heilsu- og almannamálum setti ANSO-ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum mánakvøldið Mynd: Àlvur Haraldsen Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið