Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggi Mercedes-Benz Vito, ið kom á markn- aðin fyri kortum og varð kosin "Van of the Year 2005", er nú eisini heilgalvaniser- aður. Bilurin lýkur øll krøv til ein vørubil, samstundis sum hann er sum ein persón- bilur at koyra BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er nú nakað síðan at nýggi Mercedes-Benz Vito kom á marknaðin. Bilurin er ikki ein uppdatering av forgangaranum, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1995, men ein heilt nýggj- ur bilur. Nýggi Vito var ikki meira enn komin á marknaðin, so bleiv hann kosin ársins vørubilur í Evropa, "Van of the Year 2005". Grundgev- ingarnar vóru t.d at bilurin lýkur øll krøv til ein vøru- bil, samstundis sum hann er sum ein persónbilur at koyra. Eisini designið fekk góðan karakter. Tað nýggja er, at bilurin nú eisini er heilgalvaniseraður. Vito verður gjørdur við tveimum ymiskum aksilfrá- støðum, trimum ymiskum longdum og tveimum ym- iskum hæddum. So góðir møguleikar eru fyri at velja rætta bilin til tann ávísa tørvin. At bilurin verður drivin av bakhjólunum kann í nógvum førum vera ein fyrimunur, tí ein væl less- aður vørubilur, sum verður drivin av bakhjólunum, klárar seg væl í kava og hálku við teimum hjálpar- og trygdarskipanum, ið nú- tímans bilar hava. Vito hevur ABS bremsuskipan við anti-spinn og ASR regulering, elektroniska bremsukraftdeilaran EBV og bremsuassistentin BAS. Eisini hevur hann elek- tronisku stabiliseringsskip- anina ESP. Við øllum hesum fram- komnu skipanum kann bil- førarin hava fult tamarhald á bilinum undir øllum koyriumstøðum. Instru- mentborðið er smart og ergonomiskt, girstongin situr væl fyri í instrument- borðinum. Vito hevur skivubremsur við øll fýra hjólini, 3- punkts trygdarbeltir, og airbag til bilføraran og tey ferðandi framman. Vito fæst við trimum ymiskum 2,2 litur CDI dieselmotorum við ávika- vist 88, 109 ella 150 hk. Hann fæst eisini við tveim- um ymiskum V6 bensin- motorum. Standardgirkass- in er ein manuellur 6-trins, meðan hann eisini fæst við 5-trins automatiskum gir- kassa. Bilurin er soleiðis inn- rættaður, at hann sum einki kann taka ein europlatt inn gjøgnum síðuhurðina. Mer- cedes-Benz Vito kostar úr kr. 250.000,- v. mvg. Nr. 160 • hósdagur • 25. august 2005 • 79. árg. Mercedes-Benz Vito er nú heilgalvaniseraður Motorurin 2,2 litur 4 syl. CDI 150 hk 0-100 km/t 16,2 sek Oljunýtsla 11,6 km/l Stødd Longd 475,0 cm Breidd 191,0 cm Hædd 188,0 cm Vørurúm 5,68 rúmmetrar Prísur kr. 288.000,- v.mvg Søluumboð Ivan Johansen bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Mercedes-Benz Vito 115 CDI Nýggi Vito varð kosin ársins vørubilur í Evropa, "Van of the Year 2005" Vito verður gjørdur við tveimum ymiskum aksilfrástøðum, trimum ymiskum longdum og tveimum ymiskum hæddum Góðir møguleikar eru fyri at velja rætta bilin til tann ávísa tørvin Instrumentborðið er smart og ergonomiskt, girstongin situr væl fyri í instrumentborðinum