fríggjadagur 26. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 161 - 26. august 2005
Føroya Tele hevur
keypt ein part av
ensku breiðbands-
fyritøkuni Telabria,
sum verður mett at
vera ein hin fremsta
fyritøkan í heiminum
innan tráðleysa
breiðbandstøkni
FØROYA TELE
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Á middegi hósdagin boðaði
Føroya Tele frá, at fyritøkan
hevur keypt seg inn í eina
bretska breiðbandsfyritøku,
sum gongur undir navnin-
um Telabria.
Hendan fyritøka er ikki
kend á okkara leiðum, men
sambært Føroya Tele er tal-
an um eina av teimum
fremstu
fyritøkunum
í
heiminum innan tráðleyst
breiðband.
– Í royndunum at økja
um marknaðar- og vakstrar-
møguleikarar metir Føroya
Tele tað at vera neyðugt at
førka føroyska fjarskiftis-
marknaðin inn á nýggj
virkisøki og út um landodd-
arnar, skrivar Føroya Tele í
einum tíðindaskrivi.
Einki verður sagt um,
hvussu stóran part av
bretsku fyritøkuni, Føroya
Tele hevur keypt, og heldur
eingin upphædd verður
nevnd í tíðindaskrivinum.
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa fatur á leiðsluni á
Føroya Tele fyri evstamark
á blaðnum.
Økja um vitan og
virksemi
Føroya Tele sigur, at enda-
málið við keypinum er at
økja um samlaða »før-
oyska«
telemarknaðin,
samstundis sum hetta gevur
betri møguleikar fyri at
menna føroyskar skipanir
til útflutnings, eitt nú sam-
an
við
føroysku
KT-
vinnuni.
– Áhugamálini hjá Før-
oya Tele eru at fáa høgliga
atgongd til nýggja vitan, at
fáa
ein
áhugaverdan
strategiskan samstarvspart í
Bretlandi umframt at fáa
avkast.
– Keypið av partabrøvum
í Telabria er fyrsta stigið
inn á bretska marknaðin,
men føroyska felagið ar-
beiðir við ætlanum um at
økja útlendska virksemið
saman við bretska felagn-
um, skrivar Føroya Tele í
tíðindaskrivinum.
Í sambandi við nýggja
samstarvið
er
Tróndur
Djurhuus, menningarstjóri
hjá Føroya Tele, valdur í
nevndina í enska felagnum.
Føroya Tele fer inn á
bretska marknaðin
Í sambandi við nýggja samstarvið er Tróndur
Djurhuus, menningarstjóri hjá Føroya Tele, valdur
í nevndina í enska felagnum Telabria
Føroyskur
rokkur
á DR.dk
Á mest vitjaðu donsku
tíðindasíðuni DR.dk,
liggur ein grein um
Atlantic Music Event,
umframt greinar um
teir tríggjar luttakandi
bólkarnar liggja løgini
»Musclemanblað« hjá
200, »Døgg« hjá Gest-
um og »Wonderland«
hjá Makrel á síðuni.
Um 200 sigur DR.dk
m.a., at við heitinum
Viva la Republica á
nýggjastu fløguni, er
eingin ivi um at bólk-
urin spælir punk við
fullveldisboðskapi, og
biður tí fólk fara á kon-
sert, meðan tey enn
kunnu kalla teir dansk-
ar.
Dr.dk er heimasíðan
hjá Danmarks Radio og
hetta er nógv størsta
tíðindaheimasíðan
í
Danmark, eingin ivi er
um, at PR virðið í
hesum er sera stórt.
nud
um...
...er lisin
-so ert
tú við!