Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 161 - 26. august 2005 Eins deyð - annans breyð Fyri einum góðum mánað síðani vóru 1.183 milliardir norskar krónur í almenna norska oljugrunninum, og tann góði oljuprísurin ger, at talið veksur skjótt. Bergens Tidende skrivar, at hóast politikararnir hava tikið 75 milliardir krónur úr oljugrunninum í ár, er virðið vaksið 242 milliardir krónur teir seinastu tólv mánaðarnar. Men norðmenn eru ikki einsamallir í verðini. Aftenposten ger vart við, at sjálvt um tað kanska ikki ber til at siga, at norðmenn gera sær dælt av støðuni, so er vert at hava í huga, at tað er onkur, sum rindar. Í Evropa noyðast fólk at gjalda meiri fyri streymin, og amerikanskir bileigarar gjalda í dýrum dómum fyri at fylla tangan. Runt roknað noyðast USA og tey evropeisku londini at gjalda einar 300 milliardir dollarar um árið, um oljuprísurin hækkar 25 dollarar fyri tunnuna, og tað er júst tað, sum hent í ár. Blaðið leggur afturat, at tað eru kortini tey fátæku londini, sum verða meinast rakt. Skeri eg teg her, missi eg teg har sigur gamla orðið, og sambært búskaparfrøðinginum Harald Magnus Andreassen hevur tann høgi oljuprísurin tálmað búskaparvøkstrinum í heiminum. Hinvegin er høgur oljuprísur samstundis eitt tekin um, at tað gongur væl, men tað er yvirhøvur tí stóra kinesiska eftirspurningin- um og teirri lágu rentuni í Evropa og USA fyri at takka, sigur hann. Men vandi er í hvørjari vælferð, sigur hann, tí høgur oljuprísurin økir vandan fyri steðgi og afturgongd í altjóða búskapinum. Endurgjald fyri "Gudrun" Miðskeiðis í januar herjaði ódnarveðrið "Gudrun" stórar partar av Norðurevropa og kravdi 14 mannalív. Syðri partur av Svøríki var millum tey ringast raktu økini, har "Gudrun" oyðilegði virði fyri einar 21 milli- ardir svenskar krónur. Eitt nú oyðilegði ódnarveðrið stór skógarøki, og tað kemur illa við í einum landi, sum hevur stóra skógar- og trævinnu. Harafturat var tað ser- liga óheppið, at nógvir skógeigarar høvdu ikki tryggjað skógirnar. Í mars bað svenska stjórnin ES um hjálp, og nú hevur ES-nevndin samtykt at játta svium 768 milliónir svenskar krónur, sum skulu nýtast til at rudda skógir- nar og onnur øki og til at endurbyggja teir nógvu veg- irnar, sum fóru í ódnarveðrinum. "Gudrun" gjørdi eisini vart við í Baltalondunum, og ES hevur játtað londunum góðar 100 milliónir svensk- ar krónur til at bøta um skaðarnar, sum ódnarveðrið gjørdi har. Kvettætlan í Burma Teir seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at mis- nøgdir heryvirmenn hava havt ætlanir um at koyra hernaðarstýrið í Burma frá. Tey fyrstu tíðindini komu í BBC, sum vildi vera við, at leiðarin í hernaðarstýrinum, generalurin Than Shwe, var koyrdur frá, og at næstovastin, Maung Aye, hevði tikið við. Enn hava buermsisku myndugleikarnir ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini í BBC, men ónevndar keldur í stýrinum hava avsannað tey. Hernaðarstýrið tók valdið í Burma í 1998 eftir at hava bart ta demokratisku andstøðuna niður. Í 1990 vann Aung San Suu Kyi valið, men hernaðarstýrið hevur sýtt fyri at lata valdið frá sær, og adnstøðukvinn- an hevur sitið í húsavarðhaldi ein stóran part av tíðini tey seinastu árini. Ov lívlig nunna Á altjóða katólska ungdómsdegnum í Týsklandi í síðstu viku fóru ein belgisk nunna og ein trúboðari upp á gólv, men tað fekk avleiðingar. Sambært einum belgiskum blaði var nunnan í so lívlig á dansigólvinum. Eitt nú lat hon trúboðaran halda sær, meðan hon legði beinini um miðjuna á honum. Tað hóvaði ikki øllum, sum sóu, og nú hevur nunnan fingið eina átalu, skrivar blaðið. Tann 29 ára gamla Johanne Vertommen sigur við blaðið, at vanliga plagar hon ikki at gera slíkt, men at hon gloymdi bæði tíð og stað hendan dagin. UTTAN ÚR HEIMI Kvinnur, sum mistu børn í gíslatøkuni í Beslan fyri einum ári síðani, leggja mynd- ugleikarnar undir at dylja sannleikan. BESLAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Í næstu viku er eitt ár, síð- ani yvirgangsmenn tóku ein skúla í russiska býnum Beslan. Tað var fyrsti skúladagur, og tí vóru um- leið1.500 børn, lærarar og foreldur í skúlanum. Endin var, at herurin leyp á skúl- an, og tá álopið var av, lógu meiri enn 330 fólk eftirá, tey flestu børn. Tá høvdu yvirgangsmenninir havt ræðið á skúlanum í meiri enn tvey samdøgur. Bara ein av álopsmonn- unum bleiv tikin á lívi, og hann er í hesum døgum í hægstarætti í Norður-Os- setia. Higartil hava kvinn- urnar, ið hava skipað seg í felagsskapin "Beslans møður", kravt, at Nurpasji Kulajev skal dømast til deyða, men nú eru tær farnar at ivast í, um teir russisku myndugleikarnir hava sagt allan sannleikan um tað, sum hendi fyri skjótt einum ári síðani. "Beslans møður" vilja vera við, at gíslarænararnir fingu hjálp frá onkrum uttan fyri skúlan, og tær vilja hava at vita, hví herur- in leyp á skúlan heldur enn at royna at tosa yvirgangs- menninar til rættis. Russisku myndugleikar- nir hava leingi sýtt fyri at tosa við kvinnurnar í Besl- an, og fyrradagin hóttu tær við at fara í hungursverk- fall, fingu tær ikki orð á myndugleikarnar. Í gjár ljóðaði, at russiski vara- ríkisadvokaturin hevði játtað at hitta tær á máli. Møðurnar í Beslan vilja hava sannleikan at vita Flytifuglar kunnu bera fuglakrímið við sær Í Kasakhstan hava myndugleikarnir stað- fest, at fólk eru vorðin sjúk av fuglakrími, sum kom hagar við villum flytifugli. Tað sama kann henda á okkara leiðum FUGLAKRÍM Árni Joensen fartekst@mail.dk Higartil hevur tað verið ein gáta, hvussu fuglakrím kann hava breitt seg úr Kina til Mongolia, Kas- akhstan og Russlands, tí hesi londini keypa ikki kin- esiskar høsnarungar. Men nú halda myndugleikarnir í Kasakhstan, at teir hava loyst gátuna. Sjúkan er komin við villum flytifugli. Fuglakrímið hevur gjørt um seg í Ki9na og fleiri londum í Landssynnings- asia við jøvnum millumbil- um, síðani sjúkan bleiv staðfest fyrstu ferð í Hong- kong í 1997. Til fyri stutt- um hildu vísindafólk, at sjúkan breiddi seg við høsnum ella høsnakjøti, sum bleiv flutt ímillum lond, men nú er greitt, at villur flytifuglur kann bera smittuna við sær á sínum árligu ferðum. Í Kas- akhstan hava myndugleik- arnir staðfest, at minst 9.000 fuglar eru deyðir eru deyðir av fuglakrími, sum er komið við flytifugli. Tíðindini haðani hava fingið fleiri lond í Evropa at brynja seg ímóti sjúkuni. Í Niðurlondum hava fólk fingið forboð fyri at nærkast flytifugli, og allir tamir fugl- ar skuldu haldast innandura. Í Týsklandi verða líknandi tiltøk ætlandi sett í verk um stutta tíð, og í Fraklandi hava myndugleikarnir biðið fólk ansa eftir, at tamir fuglar ikki koma í samband við flytifugl. Spurningurin er so, at flytifuglar eisini kunnu bera smittuna við sær til londini á okkara leiðum. Norski yvirlæknin Bjørn Iversen sigur við Dagsavis- en, at, at enn er lítil vandi fyri, at flytifuglar kunnu bera fuglakrímið við sær úr Sibir til Noregs, tí tað er sjáldan, at fuglur ferðast tann vegin. - Harafturímóti kann vandi vera fyri, at sjúkan breiðir seg úr Sibir til evr- opeiska meginlandið, og at hon so kemur við flytifugl- inum til Noregs næsta ár, sigur Bjørn Iversen. Møður í Beslan við myndum av børnum, sum doyðu í gíslatøkuni. Tær vilja hava russisku myndugleikarnar at siga sannleikan um tað, sum hendi