Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 26. august 2005 35 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo 10 góð ráð - til tey sum ikki ynskja at vera væl fyri kropsliga * Nýt altíð bilin í staðin fyri at ganga, hvussu stuttur túrur- in enn er * Spill ikki tíðina burtur við gongu- túrum * Nýt allar pausur til at sita stillur * Slappa av tá tú hevur frídagar og feriur - ger einki kropsligt arbeiði * Syrg fyri at hava eina umbering klára um onkur vil hava teg við á ein gongu- túr * Um tú verður yvir- talaður at koma við ein gongutúr, syrg so fyri at tað bert verður hesa einu ferðina * Gakk ongantíð long- ur enn tú er noyddur * Nýt altíð lyft ella rullutrappur - ikki trappurnar * Halt teg frá øllum kropsligum aktiviteti * Hav tann hugburð at kropsligur aktivi- tetur er keðiligur, tápuligur og spill av tíð - og sig tað við øll tú kennir. Kelda: Sunnhetsbladet Ganga seg frískar At ganga er sunt og heilsugevandi, siga Fríðrikur Bláhamar og Petur Eirik Djur- huus í Havn, ið ganga nógv úti í náttúruni. Friðrikur hevur fyrr havt trupulleikar við lungunum, meðan Petur Eirik hevur pínu í rygginum, um hann ikki gongur í haganum GONGUTÚRAR Øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað, verður sagt í skemti, men nakað tað sama er við kropsvenjing. Nógv verður tosað um, at vit røra okkum ov lítið, uttan at vit taka okkum saman og gera nak- að við tað. Kropsvenjing ávirkar okkara virkisføri og ar- beiðsorku í so stóran mun, at um t.d. ein 70 ára gamal persónur, sum heldur seg í form við dagligum gongu- túrum og aðrari krops- venjing, kann vera eins væl fyri og ein 60 ára gamal. Eisini eru nógv dømi um, at fólk eru lekt fyri ymiskar sjúkur við dagliga at ganga, renna, svimja ella við aðrari kropsvenjing. Fríðrikur Bláhamar og Petur Eirik Djurhuus í Havn, ið báðir eru sjálv- støðugt vinnurekandi, ganga nógv úti í náttúruni. Petur Eirik fekk trupul- leikar við rygginum fyri umleið 6 árum síðan. Hann gekk bæði til fysioterapeut og kiropraktor, uttan at tað hjálpti nakað serligt. Men kiropraktorin ráddi honum til at ganga í haganum, har lendið er óslætt og bleytt. Hetta hevur hann so roynt við so góðum úrsliti, at pín- an er heilt burtur - um hann gongur regluliga. Hann hevur enn ikki fingið stað- fest, hvat er í vegin við rygginum, men við at ganga so gott sum hvønn dag, er pínan burtur, og hann hevur tað gott. Petur Eirik hevur annars íðkað nógvan ítrótt, hann hevur t.d. spælt flogbólt, badminton og innandura fótbólt, men hesir gongu- túrarnir í haganum hjálpa best. Tað er nakað við at vøddarnir í rygginum styrkjast við at ganga á óslætta og bleyta undirlag- num. Fyri umleið tveimum árum síðan komu eisini onkrir aðrir persónar at ganga í haganum saman við Petur Eiriki, ein av teimum var Fríðrikur Bláhamar, sum eisini hevði trupul- leikar við heilsuni fyri nøkrum árum síðan. Hann hevði trupulleikar við lung- unum, og læknar ráddu honum til at ganga nógv úti í frískari luft. Hetta hevur hjálpt honum væl í allar mátar. Læknin kann stað- festa at lungnaorkan er í topp. Fríðrikur og Petur Eirik hava eina ávísa rutu, sum teir vanliga ganga. Teir koyra við bili niðan á Oyggjarvegin, síðan ganga teir gjøgnum hagan yvir til vatnbyrgingina oman fyri Havnina og aftur til bilin. Túrurin tekur umleið 45 minuttir. Um summarið ganga teir ymiskar tíðir á degnum, men um veturin ganga teir sum oftast í døgurðatíman- um á middegi - tá ljóst er. Báðir siga teir seg at hava tað munandi betur eftir ein slíkan túr. Teir eru betur tilpass í allar mátar og orka betur at arbeiða. Petur Eirik Djurhuus og Fríðrikur Bláhamar í Havn ganga nógv úti í náttúruni. Báðir siga teir seg at hava tað munandi betur eftir ein slíkan túr Mynd: Jens Kristian Vang Daglig kropsvenjing gevur: 1. Størri yvirskot og betri trivna 2. Svøvnurin verður betri 3. Arbeiðsorkan økist 4. Ein natúrligan lætta frá øllum strongdarkenslum 5. Mótstøðuførið verður betri 6. Minni vandi fyri slitgikt, beinbroyskni og hjarta- og æðrasjúkum 7. Kropsvenjing gevur eisini sterkari vøddar, spengur og liðbond. 8. Kropsbalansan verður betri og betri lungafunktión 9. Betri blóðsirkulatión og minni vandi fyri høgum blóðtrýsti 10. Sterkari hjarta og minni vandi fyri blóðtøppum