leygardagur 27. august 2005síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 162 - 27. august 2005
Aðalskrivstovan
Løgfrøðingur/Fulltrúi
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Tel. 35 50 50
Faks 35 50 55
mmr@mmr.fo
www.mmr.fo
Starvið
Í sambandi við, at ein av løgfrøðingum okkara fer
úr starvi, er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum
fulltrúi leyst at søkja í aðalskrivstovuni.
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.:
• Lógarfyrireikandi arbeiði, kunngerðir og
reglugerðir innan málsøkið
• Løgfrøðilig ráðgeving og vegleiðing til
landsstýrismann, starvsfólk, stovnar og
borgarar
• Vegleiðing og kunning um nýggjar lógir o.a.
• Umsiting av málsøkjum, sum verða løgd til tín
• Málsviðgerð
• Kæruviðgerð
• Aðrar uppgávur
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur
løgfrøðiligt embætisprógv.
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir úr øðrum
starvi. Harumframt skalt tú bæði kunna arbeiða
sjálvstøðugt og samstarva í arbeiðsbólkum o.ø.
Vit bjóða
• Spennandi starv við skiftandi uppgávum og
við nógvum samskifti úteftir
• Sjálvstøðugt starv
• Samstarv við royndar løgfrøðingar
• Luttøku í løgfrøðiligum samstarvsmótum
• Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar
Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og
møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi
við skiftandi uppgávum tætt saman við politisku
myndugleikunum og stovnum innan undirvísing,
gransking og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðinga-
felagið.
Setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmans-
skrivstovuna og deildir tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum, C.V. o.ø skal sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella til t-post: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
29. august 2005 kl. 16.00. Starvið verður at seta
frá 1. oktober ella skjótast til ber eftir hetta.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum,
á tlf. 35 50 50.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í aðalskrivstovuni eru stápsfunktiónir innan m.a. løgfrøði, búskap, HR, kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin í Mentamálaráðnum
er býtt í 3 deildir – fólkaskúladeild, vinnu-/miðnámsskúladeild og mentamáladeild – sum stápsfunktiónirnar veita ráðgeving til,
umframt til aðalstjóran og landsstýrismannin.
www.sansir.fo
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt,at kommunustýrið
á fundi tann 22. august 2005 hevur samtykt at seta
parkeringsforboð í gildi í Tjørnuvík á almennum
vegi inni í bygdini fyri bilar yvir 3,5 tons.
Sunda kommuna
Internet