týsdagur 30. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 163 - 30. august 2005
Nýggi Smyril hevur
verið royndartúr og
tað gekk sum tað
skuldi. Vit fáa eitt
gott skip, sigur
skiparin, Hanus
Lassen
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hann sigldi skjótt og
hann er góður at sigla við.
Tað er skoðsmálið, sum
nýggi Smyril fær, nú hann
hevur verið sín fyrsta
royndartúr.
Nýggi Smyril hevur verið
royndartúr tað mesta av
farnu viku, har allar skip-
anir eru royndar.
Og nú royndartúrurin var
liðugur sunnukvøldið stað-
festir Hanus Lassen, skip-
ari, at tað gekk rættiliga
væl.
– Alt riggaði at kalla sum
tað skuldi. Endamálið við
royndartúrinum er at vita,
hvussu alt riggar og at
finna feilir, so at tað kann
rættast og stillast, sum
krevst. Og tað er eisini okk-
urt at rætta og stilla eftir
hendan royndartúrin, men
tað er ikki nakað álvarsligt,
sigur skiparin.
– Allar skipanir umborð
eru royndar væl og virði-
liga og tað tá ið sæð verður
burtur frá smáum rætting-
um og stillingum, riggaði
alt sum tað skuldi.
Siglur góð 23 míl
Annars sigur Pauli Lassen
at nýggi Smyril er avbera
góður at sigla við.
– Hann siglur skjótt. Tað
mesta, vit vóru uppi á í
royndartúrinum var góð 23
míl, sigur hann. Og við
bara tveimum motorum
gekk hann 18 míl so tann
parturin er eisini ílagi.
Hann sigur eisini at tað
var ógvuliga friðarligt um-
borð, tá ið siglt var og at tað
vóru lítlar og ongar risting-
ar í skrokkinum.
À royndartúrinum var
veðrið av tí besta, so tað er
ringt at siga nakað um,
hvussu gott sjóskip hann er,
men skiparin heldur kort-
ini, at hann bar seg væl í
sjónum.
Og so hevur nýggi Smy-
ril ein eginleika, sum er
ógvuliga hentur hjá einum
skipi: Hann er góður at
manøvrera við.
– Nýggi Smyril vísir seg
at vera ógvuliga góður at
manøvrera við. Ein partur
av royndartúrinum er eisini
at kanna, hvussu góður
hann er at manøvrera við,
men hóast hann er stórur, er
hann ógvuliga knappur, tá
ið malast skal runt, ella tá
ið hann skal eftir liðini.
Hanus Lassen sigur, at
hetta er ein sera góður egin-
leiki hjá einum skipi í Før-
oyum at hava, tí her er
mangan ringt veður og
havnirnar trongar.
– Skipið er stórt, men tað
vísur seg at vera eitt gott
skip og eg ivist heldur ikki
í, at hann er eitt gott sjó-
skip. Talan er avgjørt um
eitt trivaligt og væl gjørt
skip, sigur Hanus Lassen.
Sáttmálin ílagi
Nú er eisini greitt, at semja
nú
er
fingin
ímillum
maskinmeistarafelagið og
Fíggjarmálaráðið
um
maskinmeistararnir, sum
skulu sigla við nýggja
Smyrli og sostatt er sátt-
málin greiður við øll mann-
ingarfeløgini, sum eru um-
boðað umborð.
Sostatt er greitt, at nýggi
Smyril fær ikki somu lagnu
sum tvey onnur almenn
skip, Brimil og Teistin
fingu, tí komu bæði at
liggja í vikur og mánaðir
av sáttmálaloysi við mann-
ingina.
Annars skilst, at tað verð-
ur Pauli Larsen, skipari,
sum fær heiðurin av at føra
nýggja Smyril heim. Talan
er um eitt suðuroyarskip og
Strandferðslan heldur, at
tað skal vera ein suðuroy-
ingur, sum eigur at fáa
heiðurin av at koma á Tvør-
oyri við tí nýggja Smyrlin-
um.
Nýggi Smyril stóð royndina
Nýggi Smyril var royndartúr tað mesta av farnu viku og tað gekk sum tað skuldi