Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 31 UTTAN ÚR HEIMI Katrina er bara ein av fleiri tropiskum ódn- um í Atlantshavinum og Karibiska Havin- um í ár, og árið er tað ringasta nakrantíð VEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk 2005 hevur longu sett fleiri met, tá tað snýr seg um ódnir og stormar í Atlants- havinum og Karibiska Hav- inum. "Dennis", sum herjaði Karibiska Havið tíðliga í juli, var tann fjórði tropiski stormurin í ár, og ongantíð fyrr hava so nógvir tropisk- ir stormar verið har so tíð- liga á árinum fyrr. "Frank- lin", sum herjaði Bahama- oyggjarnar tann 21. juli, var tann sætti stormurin í røð- ini í summar, og tað var eisini met. "Irena" gjørdi um seg í august sum tann níggjundi í røðini, og so nógvir hava teir tropisku stormarnir ikki verið so tíðliga á árinum fyrr. Hesaferð er tað ódnin "Katrina", sum ger um seg við Meksikanska Flógvan, men sambært amerikonsk- um veðurmonnum er ódn- artíðin minni enn so av enn. Teir vænta 22 tropiskar stormar í Atlantshavinum og Karibiska Havinum í ár, og fáa teir rætt, er tað met, tí tað gamla metið er 21. Tað var í 1933. Oyðandi "Katrina" fór í land á amerikonsku suðurstrond- ini seinnapartin í gjár, og myndugleikarnir bóru ótta fyri stórum oyðileggingum. Millum annað var vandi fyri, at ódnin kundi elva til eina seks metrar høga flóðaldu, sum kundi leggja tað lága lendið við býin New Orleans undir í sjógvi. Amerikonsku veður- menninir søgdu í gjár, at "Katrina" kann gera líka stóran skaða sum tær kendu ódnirnar "Gilbert", "Mitch" og "Hugo". "Gilbert", sum var í 1988, verður vanliga roknað sum tann harðasta ódnin nakrantíð, tí tá hon rakti Meksiko, Jamaica og Haiti, var vindferðin 80 metrar um sekundið í meðal. Tann ódnin, sum hevur kravt flest mannalív, rakti Antillurnar í 1780, har meiri enn 20.000 fólk doyðu. Tann størsta materi- ella skaðan gjørdi "Andr- ew", sum herjaði Florida í 1992, og sum gjørdi skaða fyri 27 milliardir dollarar. Alt bendir á, at Týsk- land fær eina kvinnu í kanslaraembætið í næsta mánað TÝSKLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Eftir at hava sitið við valdið í sjey ár bendir alt á, at Gerhard Schröder noyðist at fara úr kanslarastólinum um tríggjar vikur. Tann seinasta veljara- kanningin vísir, at teir borgarligu flokkarnir fara at vinna greiðan sigur á stjórnarsamgonguni. Eftir kanningini fáa Kristiligu Demokratarnir og Kristi- liga Sosiala Samgongan í Bayern 43 prosent av at- kvøðunum, meðan stuð- ulsflokkurin, Fríu Demo- kratarnir, fáa átta prosent. Á hinum vonginum fáa Sosialdemokratarnir 30 prosent og Tey Grønu átta prosent. Týska valstríðið er sera hart, og í síðstu viku gjørd- ist tað ov hart fyri sosial- demokratiska floksfor- mannin, Franz Munte- fering, sum small á einum veljarafundi í Saarland. Men eftir at hava hvílt seg í eitt samdøgur legði hann aftur til brots í einum sjónvarpskjaki. Gerhard Schröder, kansl- ari, heldur eisini á, men eygleiðarar siga, at møgu- leikar hansara eru smáir. Veljararnir revsa hann, tí hann hevur ikki megnað at loysa trupulleikarnar við tí metstóra arbeiðsloysinum, og búskapurin liggur í andaleypi. Tey borgarligu lova at bøta um støðuna. Millum annað skjóta tey upp, at allir týskarar skulu hava sama skattaprosent, og at allir frádráttir skulu burtur. Í hvussu er tykjast veljar- arnir hava størri álit á teim- um enn á samgongustjórn- ini, og tí er sannlíkt, at næsti týski kanslarin fer at eita Angela Mærkel. Tað verður so fyrstu ferð, at ein kvinna situr í týska kansl- araembætinum. 2005 rættiligt ódnarár Schröder stendur fyri falli Sonur Sharon skuldsettur Ísraelska ákæruvaldið hevur skuldsett Omri Sharon, sum er elsti sonur Ariel Sharon, for- sætisráðharra, fyri svik. Omri Sharon stóð á odda fyri valstríðnum hjá pápanum í 1999, og tað eydnaðist so væl, at páp- in bleiv bæði formaður í Likud-flokkinum og for- sætisráðharri. Ákæru- valdið sigur, at Omri Sharon fekk umleið sjey milliónir krónur frá stuðlum í Ísrael og uttan- lands, sum hann gav Likud-flokkinum, men at hann fjaldi pengarnar fyri myndugleikunum. Tí er hann nú ákærdur fyri svik og fyri at hava brotið ta greinina í vallógini, sum sigur, hvussu nógv- an pening ein flokkur kann fáa í stuðuli. Omri Sharon, sum er limur í tjóðartinginum Knesset, hevur sagt sítt politiska órin frá sær, so hann kann koma fyri rættin. Ein vinmaður hansara er eisini skuld- settur í málinum. Hetta er ikkii tann fyrsta gølan í forsætis- ráðharratíðini hjá Ariel Sharon. Løgreglan hevur fyrr kannað, hvussu og hvaðani hann hevur fing- ið pengar til valstríð, og ivi hevur eisini verið um, hvussu hann hevur út- vega sær ymsar ognir. Men higartil er hann sloppin undan skuldset- ingum. Arnold illa sperdur Fyri einum lítlum ári síðani søgdu 70 prosent av veljarunum í Kali- fornia, at Arnold Schwarzenegger var ein dugnaligur guvernørur, men í dag eru tað bara 34 prosent, sum siga tað um hann. Orsøkina siga eygleið- arar vera, at guvernør- urin hevur ikki rikið politikk fyrr enn nú. Tá hann varð valdur fyri tveimum árum síðani, lovaði hann at fáa tann kaliforniska búskapin aftur á føtur, men hesi bæði árini hevur hann einki gjørt við tað. Nú noyðist hann at fara til verka, og tað sæst aftur í veljarakanningunum, siga eygleiðararnir. Útlit- ini eru heldur ikki tey bestu. Tingið í Kalifornia hevur felt fleiri nýskip- anir, sum hann hevur lagt fram, og tí hevur hann gjørt av at hava fólkaat- kvøðu um tær í novemb- er. Men meiningakann- ingarnar benda á, at veljararnir fara eisini at siga nei. Arnold Schwarzen- egger hevur skotið upp at strika ta regluna í ameri- konsku grundlógini, sum sigur, at bara fólk, sum eru fødd í USA, kunnu gerast amerikanskur for- seti. Hann hevur ikki dult fyri, at hann kundi hugs- að sær at flutt í Hvítu Húsini, men eygleiðarar siga, at tann tankin er rættiliga fjarur í løtuni. Tvey ár úti í rúmdini Eingin maður hevur ver- ið so leingi úti í rúmdini sum russarin Sergei Krikalev, sum í løtuni er leiðari á altjóða rúmdar- støðini ISS. Higartil hevur hann verið 750 samdøgur í rúmdini, og so leingi hevur eingin annar verið uttan fyri atmosferuna. Tá hann ætlandi kemur aftur á Jørðina tann 7. oktober, hevur hann ver- ið seks mánaðir umborð á ISS í hesum umfari. Amerikanski læknin og sálarfrøðingurin Da- vid Musson sigur við tíðarritið New Scientist, at Sergei Krikalev er ein harður knassi. Russiski rúmdarmaðurin er fødd- ur í 1958, og hann býr í Skt. Pætursborg - tá hann er á Jørðini. Sólskipanin gomul Ein altjóða granskara- bólkur vil nú vera við, at okkara sólskipan er tvær milliónir ár eldri, enn vísindin higartil hevur hildið. Kanningar, sum granskararnir á Geocent- er København hava gjørt við at kanna geiðslavirk- in evni úr rúmdarstein- um, vísa, at sólskipanin varð til fyri júst 4.569 milliónum árum síðani. Tað merkir, at hon er tvær milliónir ár eldri enn higartil hildið. Granskarin Henning Hack sigur við tíðarritið Nature, at teir elstu rúmdarsteinarnir eru javngamlir við sólskip- anina og stava frá tí elsta lendinum í skipanini. Við at kanna teir ber til at avdúka broytingar í tíð- ini, og hvussu Jørðin varð til. - Vit eru nærri einari frágreiðing um, hvussu alt byrjaði, sigur Henn- ing Hack við Nature. Fylgisveinamynd av "Katrinu", áðrenn hon bar við amerikonsku strondina Mynd: Reuters