týsdagur 30. august 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 163 - 30. august 2005
Sinnisbati hevur sum endamál at bøta um korini hjá teimum sálarsjúku og
virkar fyri tolsemi og betri fatan av menniskjum, ið eru sálarsjúk – herundir
at veita upplýsing um sálarsjúku og viðgerðarmøguleikar, stuðla samstarvi
millum avvarðandi at sálarsjúkum, stovnar, læknar & onnur umframt
fyribyrgjandi tiltøkum, gransking & øðrum, ið virka sálarheilsufremjandi.
Sinnisbati bjóðar til
Ráðstevnudag
mikudagin 7. september 2005
Kognitiv terapi
við Sebastian Swane sálarlækna
í Útvarpshøllini frá kl.9.00 til kl. 15.30
Sinnisbati bjóðar til ráðstevnudag í Útvarpshøllini
mikudagin 7. september 2005 frá kl. 9.00 til kl. 15.30,
har danski sálarlæknin Sebastian Swane fer at undirvísa
og røða um evnið »kognitiv terapi« – ein viðgerðar-
háttur, sum Sebastian Swane hevur drúgvar royndir við.
Kognitiv terapi (fatanarlig sálarlig viðgerð) er ein
psykoterapeutiskur viðgerðarháttur, ið tekur støði í evn-
unum at fata – har roynt verður at broyta hugsanina at
verða minni avmarkandi, sjálvkúgandi og angistelvandi til
at gerast meira sjálvstuðlandi, nuansera og fornuftstóna.
Ráðstevnudagurin 7. september er fyri øll áhugað,
men er serliga ætlaður fakfólki innan almanna & heilsu-
økið og teimum, sum starvast innan sosiala økið.
Kostnaðurin er kr. 1.000,- fyri hvønn luttakara.
Við í luttøkugjaldinum er kaffi, frukt og vatn, umframt
krásaligur skundverði. Allir luttakarar fáa skreytblað.
Luttøkugjaldið kann gjaldast á konto nr. 9181-144.395.1
í Føroya Sparikassa. Tilmelding fer fram hjá Sinnisbata
innan mánadagin 5. september 2005 á
tel 32 25 44 ella við telduposti: sinnisbati@sinnisbati.fo,
sí annars www.sinnisbati.fo
Vælkomin til ráðstevnudag!
Hósdagin 8. september kl. 19.00 fer Sebastian
Swane at halda fyrilestur í Útvarpshøllini fyri avvarð-
andi og øllum áhugaðum – fyrilesturin er ókeypis.
SINNISBATI
Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn, tel 32 25 44
sinnisbati@sinnisbati.fo, www.sinnisbati.fo
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3755,
P/F Asfaltverkið, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
13.08.2005
Partapeningur: Hækking
við kr. 400.000,00 til kr.
1.600.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 400.000,00,
harav kr. 88.000,00 til kurs
113,6363636, kr 84.000,00
til kurs 199,047619 og kr.
228.000,00 til kurs
131,5789474.
Skráseting Føroya
tann 26. august 2005
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2852,
Sp/f Vágahavið, 370
Miðvágur.
Viðtøkur broyttar:
01.08.2005
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av tveimum
nevndarlimum saman, av
einum nevndarlimi saman við
einum stjóra, av
nevndarformanninum ella
allari nevndini í felag.
Fusión: Felagið er samanlagt
við skrásetingar-nr. P/F 3291,
P/F D.J.W. sum samstundis
verður strikað.
Skráseting Føroya
tann 26. august 2005
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3291,
P/F D. J. W., 370 Miðvágur.
Strikingardagf: Felagið er
strikað úr partafelagsskránni
24.08.2005
Strikingarorsøk: Felagið er
strikað eftir samanlegging
við skrásetingar-nr. Sp/f
2852, Sp/f Vágahavið
Skráseting Føroya
tann 26. august 2005
Kristin Balle
_______________________ i