Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2005 29 Bergur Olsen, Fiskirannsóknarstovan Hetta hevur verið eitt stak vánaligt summar hjá sjó- fuglinum, og tað sær út til, at eisini havhesturin hevur havt ilt við at finna føði til ungarnar, tí færri ungar eru komnir undan enn árini frammanundan, men sam- anborið við annan sjófugl, so klárar havhesturin seg framvegis væl. 600.000 pør av havhesti og vit veiða 50.000- 100.000 ungar Mett verður, at 600.000 pør av havhesti eiga í Føroyum, og at vit veiða o.u. 50.000 til 100.000 ungar um árið. Hetta eru sera leysligar metingar, tí havhesturin er torførur at telja í flestu plássum, og onki eftirlit er við veiðini. Seinastu 5 árini er hav- hesturin í Høvdanum í Skúgvoy taldur nágreini- liga Í Høvdanum í Skúgvoy síggjast havhestarnir og reiðrini væl, tí her verpur havhesturin mest á rókum og spíldum, har bert eitt sindur av sandi er at gera reiður av. Hvør einstakur fuglur er merktur inn á myndir, og tilsamans eru gott 300 reiður ella pláss, har havhestar liggja, men teir verpa tó bert í gott helvtina av hesum reiðrum á hvørjum ári. Hesi sein- astu fimm árini hevur talið verið rættiliga støðugt og ligið millum 400 og 460, men í 1995 og 1996 vórðu taldir ávikavist 580 og 620 havhestar, so nú er 1/3 minni enn í 1990unum. Tað er kortini ikki vist, at allur hesin fuglurin er deyður, men í staðin fyri at sita í berginum, er hann longri tíð úti á havinum, um minni av føði er undir landi. 15% færri ungar enn í fjør Havhestaungarnir verða taldir stutt áðrenn teir eru floygdir, og í summar komu 15% færri ungar undan enn í fjør. Havhesturin í Høvd- anum fær góðan frið fyri fólki, tí ongin hevur verið í Høvdanum síðani 1974. Rotta er heldur ikki í Skúgvoy, so tað er bara annar fuglur, t.d. ravnur, skúgvur og másar, ið kunnu hugsast at taka egg og ung- ar, men hetta sæst tó lítið til, hóast ungarnir liggja einsamallir longu, tá ið teir eru rættiliga smáir. Hvussu nógv kemur undan av havhestaungum í Høvdan- um veldst tí mest um, hvussu nógv føði er til ung- arnar. Ein stóran part av føðini fær havhesturin frá skipum og bátum, men meginpartin veiða teir helst sjálvir, t.d. nebbasild, hvítingsbróðir, høgguslokk og smá krabbadýr, og tað hevur eftir øllum at døma ikki gingið so væl í summ- ar. Havhestaungarnir seint búnir í ár Havhestaungarnir eru seint búnir – minst eina viku seinri enn vanligt. Hetta kemur partvís av, at hav- hesturin varp seint í ár, og at ov lítið av føði hevur verið til ungarnar, so teir vaksa seinri. Ungarnir, sum koma undan, verða tí helst eitt sindur minni og lættari enn tey góðu árini. Um so er, at teir eru lættari, tá ið teir fara úr reiðrunum, verða teir liggjandi styttri tíð á sjónum, áðrenn teir verða floygdir og verða tí helst eisini verri at fáa fatur á frá báti, men tað kemur at vísa seg komandi dagarnar, nú havhestaveiðan byrjar. Færri havhestaegg og minni av havhesti fæst á fleyg Tað verður ofta sagt frá, at tað er minni at fáa av hav- hestaeggum enn tað var fyrr, og í summar fingu teir t.d. serstakliga fá egg í Skúgvoy. Hendan mink- ingin byrjaði fyri nógvum árum síðani, men tað er ein spurningur, um havhesturin bara rýmir úr teimum pláss- unum, har hann verður rændur, ella um tað er ein verulig minking í búfugla- stovninum. Um onkur hev- ur tøl fyri, hvussu nógv havhestaegg hava verið rænd ymisk ár í sama plássi, eri eg sera áhugaður í at frætta nærri. Eisini verður sagt frá, at minni av havhesti hevur verið at fingið á fleyg seinastu árini enn tað fekst fyrr. Um onkur hevur tøl frá havhestafleyggi, sum kunnu samanberast yvir nøkur ár, eri eg eisini sera áhugaður í at frætta um hetta. Ringjast kann á tlf. 352327 ella 222006, og e- mail adressan er berguro@frs.fo YAMAHA SPANSK GUITAR 1 taske, 1 sæt nylonstrenge, 1 sæt metalstrenge. Ialt kr. 1000. Tlf. 520225 Út- & Sjónvarp PARABOL við digitalum »Humax« móttakara, til sølu fyri 1.000,- kr. Tlf. 457398/216403 Ymiskt ER TAÐ NAKAR sum skal hava flytigóðs úr Føroyum til Danmark? Eg havi nakað av plássi. Tlf. 265245 MYNDATÓL TIL SØLU HP digitalt myndatól til sølu! 5,3MP, 3x optiskt zoom, 7x digitalt zoom, docking station v/fjarstýring, 32 MB SD kort, taska o.a. fylgir eisini við. Til sølu fyri 1800 kr. Ring tlf. 214789 GAMLAR MYNDIR vera viðgjørdar, og blíva sum nýggjar. Hygg eftir onkrum dømi á http://spaces.msn.com/members/reg inkameraet/PersonalSpace.aspx?_c 02_owner=1&_c= Ring: 272908 og hoyr nærri HYGG HER Hygg her:" http://www.tpi- foeroyar.dk/ " Òtrúliga bílligt. Alt innan foto, blæk, og fotopappír v.m. Skriva til: rtausen@gmail.com ella ring á: 272908 TIL SØLU Braun blóðtrýstmátari til sølu fyri 400 kr. (Nýprísur 790,- kr.) Tlf. 310757/227378 PARABOL TIL SØLU Glasfipur parabol til sølu, 120 cm. Tlf. 254411 TIL SØLU DVD filmur »Mellem venner« til sølu fyri kr. 70,- Tlf. 271723 TIL SØLU 2 stk. Varta á 180 amp. start akmolatorar. 1 stk. Furuno 606 pappír ekkolodd. 1 stk. Torkatráða við stórum hjóli. Tlf. 224400 YNSKIST 1 úthurð v/ karmi mát: 90 b. 198 h. ynskist til keyps. Tlf. 333425 TIL SØLU Sendari av merkinum Super star 3600 til sølu fyri 2.500 kr. Tlf. 271723 PRØVA OG HYGG Prøva og hygg út á hesa síðuna. http://spaces.msn.com/members/reg inkameraet/PersonalSpace.aspx?_c 02_owner=1&_c= So sert tú hvat einn gomul illa-farin mynd kann blíva til. Um nakar áhugi er fyri hesum so ring tlf. 272908 ella skriva rtausen@gmail.com RULLISKOYTUR str. 39 og 40/41 til sølu. Tlf. 310215 FLØGUR 4 Pop fløgur, 1 Aqua, Creamy, DM Grand Prix 2002, allar 100 kr. tlf. 265229/314003 TIL ALLAR ÁHUGALIMIR og limir í GHM. Minst til, ársveitslan verðu 3. september í bygdarhúsinum í Hósvík. Sí annars heimasíðuna hjá GHM. Kostnaður 200 kr. írokna buss. Bussurin koyrur frá Musikkskúlanum kl. 18.00. GHM GRUNDSTYKKI Matr. nr. 107 í Hvalvík er til sølu. Stødd uml. 925 fermetrar. Skriva til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn. Bill.mrk. 2154/3 EITT NÝGJØRT, sera snotuligt hús við høgari reising, mát 5 x 2.20 til sølu. Tlf. 222326 VIDEOKAMERA Sony Handycam HI8 CCD-TR808E med oplader, batteri, ét bånd og skuldertaske. Pris 900,- kr. Tlf. 748870/581984 DANAFON AGAT med nummerviser. Til at hænge på væg. Mørkeblå.Pris 100,- kr. Tlf. 748870/581984 FERÐASEÐIL TIL SØLU við Atlantic Airways, virði 3077,- Føroyar/Keypmannahavn tann 31. august til 5. sept. til sølu fyri 2.000,- kr. Tlf. 456596/227196 TIL SØLU Ferðaseðil selist bíliga tur-retur Vágar-Billund. Fráferð 6. september, heimkoma 20. september. Tlf. 222885 Færri havhestaungar í Høvdanum í Skúgvoy Havhestur við unga. Tey flestu havhestareiðrini í Høvdanum síggjast væl, tí her verpur havhesturin mest á rókum og spíldum, har bert eitt sindur av sandi er at gera reiður av. (Mynd: Bergur Olsen) Ungir havhestar, ið royna at kanna sær eitt pláss at reiðrast í (Mynd: Bergur Olsen) Úrslitið av havhestateljingini í Høvdanum í Skúgvoy seinastu fimm árini. Sum sæst, er ikki hend stór broyting hesi árini í talinum av havhesti og havhestareiðrum, men tað eru 42 ungar færri enn í 2001, og tað er ein minking upp á 25%. Í ár vóru 22 ungar færri enn í fjør, t.v.s. ein minking upp á 15%. Hetta hevur annars verið eitt stak vánaligt fuglaár, so í mun til annan bjargafugl klárar havhesturin seg væl.