hósdagur 25. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
16
"Eg vil giftast!" er ein
australsk realitysending við
veruligum ástarløtum. Stutt
sagt, so er meiningin við
sendingini, at pørini í send-
ingini skulu taka støðu til
ein tann mest avgerandi
spurningin í teirra lívi,
beint fyri opnum skíggja:
Nevniliga, um tey vilja
ganga saman í hjúnarband
við unnustanum/unnustini,
ið frammanundan hevur
lagt hópin av orku í fyri-
reikingina til stóra spurn-
ingin. Tann, ið fær gylta
spurningin, fær ein hvøkk -
men hóast myndatólini eru
til staðar, so er eingin trygd
fyri at tann, ið ber bønar-
orðini fram, fær játtandi
svar. Lagt verður hvørja
ferðina upp til, at endin
skal gerast lukkuligur og
romantiskur - umstøðurnar
eru í øllum førum til tað.
Men hetta er als ikki tað,
sum hendir í hvørjum inn-
slagnum
í
sendingini.
Hyggjarin svølgir gjarna
tungt, tá fríggjarin fær eitt
turt nei, alt meðan mynda-
tól og onnur gløða. Í 2.
parti síggja vit m.a. Eliza-
beth og hennara unnusta
Chris. Djór, serliga delfinir,
hava nógv at siga fyri
Elizabeth. Tí ætlar Chris at
spyrja um hond hennara á
einum stórslignum delfin-
showið. Elizabeth heldur
seg hava vunnið ein túr til
Seaworld, men í veruleik-
anum er Chris í loyndum
sloppin at luttaka í tí stóra
delfinshownum. Hann ætl-
ar at koma brádliga til hana
og seta henni stóra spurn-
ingin.
Randall
elskar
Simone. Hann vil giftast
við henni. Hann setir sær tí
fyri at gera seg sjálvan til
prinsin á hvíta hestinum,
við stórum fylgi og øllum.
Hetta hevur við sær, at allur
vegurin kring ein heilan
húsablokk skal steingjast,
og eitt orkestur skal leigast.
Simone fær so líðandi ill-
grunan, tá ein kareta kemur
eftir henni.
Hin mæti filmsleikstjórin
Ridley Scott er maðurin
aftanfyri hendan krígsfilm-
in. Filmurin er grundaður á
ein nærum gloymdan part
av amerikanskari hernað-
arsøgu. Hin 3. oktober í
1993 verður ein hernaðar-
lig úrvalsdeild, ið telur yvir
100 Delta Force hermenn
send til tað Somalia har
borgarakríggj
ræður.
Frammanundan eru eisini
friðarveitandi ST-herdeildir
komnar til landið. Uppgáv-
an hjá amerikansku her-
monnunum er at ræna tveir
týdningarmiklar loytnantar
hjá krígsharranum í stór-
býnum Mogadishu, Moha-
med Farah Aidi. Í úrvals-
deildini eru millum aðrar
Grimes (Ewan McGregor),
Sersjantur Matt Eversmann
(Josh Hartnett), Ranger Lt.
Col. Danny Mcknight (Tom
Sizemore) og so hin út-
spekuleraði Delta Serjsant-
urin Jeff Sanderson (Willi-
am Fichtner). Grimes hoyr-
ir heima aftanfyri skriv-
stovuborðið, men hann fær
ovmikið at hugsa um, nú
hann endar úti á stríðs-
vøllinum. Støðan gerst av
álvara vandamikil, tá tvær
av stríðstyrlunum verða
skotnar niður. Mitt í somal-
iska stórbýnum Mogadishu
gerst støðan alsamt hættis-
ligari.
Amerikanararnir
verða kringsettir av fígg-
indanum, og ein 15 tíma,
náðileysur bardagi byrjar.
Alt gongur ikki sum ætlað,
tá ein servand herdeild
kemur inn í somaliska
høvuðsstaðin Mogadishu, har
ruðuleiki og borgarakríggj
valdar
Eg vil giftast!
Black Hawk Down
Giftarsendingin, "Eg vil giftast!", á TvDanmark. Har er tó eingin trygd fyri, at endin altíð er so lukkuligur
Á TvDanmark leygardagin kl. 17.05
Black Hawk Down - ein reinur krígsfilmur, ið er grundaður á
veruligar hendingar
Á 3+ hóskvøldið kl. 20.00