hósdagur 1. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2005
5
Eitt samt landsstýrið
hevur boðað almennu
fakfeløgunum frá, at
útreiðslurnar til
almennar lønir
hækka ikki eitt oyra
næsta ár. Verður
nøkur lønarhækking
eftir samráðingarnar
á almenna arbeiðs-
marknaðinum næstu
vikurnar, kann tað
viðføra uppsagnir hjá
tí almenna.
Fakfeløgini eru sera
misnøgd við útspælið
frá landsstýrinum, og
tey ætla at taka
kampin upp. Tí
stendur ein ógvus-
ligur samanbrestur á
almenna arbeiðs-
marknaðinum fyri
framman
SÁTTMÁLAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Heystið verður rúkandi
heitt á almenna arbeiðs-
marknaðinum.
Eitt samt landsstýrið
gjørdi týsdagin fakfel-øg-
unum
púra
greitt,
at
útreiðslurnar til almennar
lønir vaksa ikki eitt oyra
næsta ár. Fakfeløgini vilja
als ikki góðtaka eina null-
loysn, og tey ætla at taka
kampin upp.
– Vit samráðast ikki, tá ið
karmurin er null framman-
undan. Landsstýrið skal
ikki sleppa við hesum
ígjøgnum
samráðingar.
Skulu teir hava eina null-
loysn, so mugu teir lóggeva
fyri
tí,
sigur
Magnus
Tausen, formaður í Føroya
Lærarafelag.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður, bakkar ikki
ein tumma, og hann ger
greitt, at avgerðin hjá
landsstýrinum
stendur
rimmarføst.
– Vit vildu gjarna givið
øllum eina lønarhækking,
men vit mugu síggja veru-
leikan í eyguni. Tað eru ikki
pengar til fleiri lønarút-
reiðslur hjá tí almenna, og
skulu fakfeløgini hava eina
lønarhækking, so merkir
tað færri starvsfólk hjá tí
almenna, sigur landsstýris-
maðurin.
Útlitini eru ikki
tespilig
1. oktober fara nógvir av
sáttmálunum á almenna
arbeiðsmarknaðinum
úr
gildi, og í hesum døgum
byrja innleiðandi fundirnir
til sjálvar sáttmálasamráð-
ingarnar millum tað al-
menna og fakfeløgini.
Vøllurin er væl og virði-
liga kálkaður, eftir at Bárð-
ur Nielsen, landsstýrismað-
ur við fíggjarmálum, var á
fundi
við
fakfeløgini
seinnapartin týsdagin. Har
gjørdi hann fakfeløgunum
púra greitt, at lønarútreiðsl-
urnar hjá tí almenna vaksa
ikki næsta ár.
– Hetta er tað sama, sum
eg havi sagt alt ár og eisini
í fjør. Vit sita í hesum døg-
um og stríðast við eitt hall á
fíggjarlógaruppskotinum
fyri næsta ár upp á 430
milliónir krónur, og tað
skulu vit hava niður. Útlit-
ini eru ikki tespilig, og tí er
búskaparstøðan í landinum
heilt einfalt ikki til fleiri
lønarútreiðslur hjá tí al-
menna, sigur Bárður Niels-
en.
– Vit mugu øll taka eitt
tak fyri at venda búskap-ar-
ligu støðuni í landinum, og
eg rokni ikki við, at fakfel-
øgini fara at krevja lønar-
hækking fyri síðani at fáa
uppsagnir hjá tí almenna.
Inntøkurnar hjá tí almenna
hava staðið í stað í fleiri ár,
og kanska minka tær eitt
vet næsta ár. Tí kunnu
útreiðslurnar ikki halda
fram
at
vaksa,
sigur
landsstýrismaðurin.
Uppsangir kunnu
gerast úrslitið
Landsstýrið stendur sum
ein maður um avgerðina
um, at lønarútreiðslurnar
hjá tí almenna skulu ikki
vaksa í 2006. Hetta váttar
løgmaður eisini.
– Vit blanda okkum ikki
upp í sjálvar sáttmálasam-
ráðingarnar, tí tær skulu
verða fríar, men vit hava
gjørt ein politiska semju
um, at útreiðslurnar til al-
mennar lønar skulu ikki
vaksa næsta ár, og so vóna
vit, at fakfeløgini vilja
halda aftur, líka sum tey
fakfeløgini á privata ar-
beiðsmarknaðinum gjørdu
fyrr í ár, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Men hvat um fakfeløgini
fáa eina lønarhækking í
samráðingunum. Verða tað
so uppsagnir hjá tí al-
menna?
– Vit hava fríar samráð-
ingar, og nú mugu vit
síggja, hvat úrslitið verður.
Men tað er greitt, at halda
vit fast um, at lønarkarm-
urin skal ikki hækka, so
verða tað pláss fyri færri
fólkum, um lønin hækkar.
Fakfeløgini taka
kampin upp
Fakfeløgini
á
almenna
arbeiðsmarknaðinum eru
sera misnøgd við útspælið
frá landsstýrinum, men tey
hava als ikki í hyggju at
geva seg frammanundan.
– Vit taka kampin upp.
Vit fara als ikki at góðtaka
at samráðast við einum
lønarkarmi, sum framman-
undan er ásettur til null, og
okkara útspæl til einar
samráðingar verða ongan-
tíð, at vit fara eftir ongum,
sigur Jarvin Hansen, for-
maður í Pedagogfelagnum.
Formaðurin í Lærarafel-
agnum er enn meira av-
gjørdur um útspælið frá
landsstýrinum.
– Eg kundi skilt tað, um
landsstýrið kom og segði,
at hesaferð eru ikki pengar
til tað stóra, men at teir
koma sum eitt samt lands-
stýri og siga við fakfeløg-
ini, at lønarkarmurin er
null, er ótrúliga óheppið.
Tað er forkastiligt, at
lønarkarmurin skal avger-
ast, áðrenn samráðingarnar
byrja,
sigur
Magnus
Tausen.
– Hetta skapar ein sera
keðiligan stemning millum
partarnar, men vit fara ikki
at góðtaka útspælið. Ein
null-loysn merkir í roynd
og veru ein reallønarlækk-
ing, og tað góðtaka vit als
ikki, sigur hann.
Ógvusligur samanbrestur fyri framman
Magnus Tausen:
– Vit samráðast ikki, tá ið
karmurin er null framm-
anundan. Landsstýrið skal
ikki sleppa við hesum ígjøgn-
um samráðingar. Skulu teir
hava eina null-loysn, so mugu
teir lóggeva fyri tí, sigur
Magnus Tausen, formaður í
Føroya Lærarafelag
Jarvin Hansen:
– Vit taka kampin upp. Vit
fara als ikki at góðtaka at
samráðast við einum lønar-
karmi, sum frammanundan
er ásettur til null, og okkara
útspæl til einar samráðingar
verða ongantíð, at vit fara
eftir ongum, sigur Jarvin
Hansen, formaður í Pedagog-
felagnum
Jóannes Eidesgaard:
– Vit blanda okkum ikki upp
í sjálvar sáttmálasamráðing-
arnar, tí tær skulu verða fríar,
men vit hava gjørt ein
politiska semju um, at út-
reiðslurnar til almennar lønir
skulu ikki vaksa næsta ár, og
so vóna vit, at fakfeløgini vilja
halda aftur, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
Bárður Nielsen:
– Vit vildu gjarna givið øllum
eina lønarhækking, men vit
mugu síggja veruleikan í
eyguni. Tað eru ikki pengar til
fleiri lønarútreiðslur hjá tí
almenna, og skulu fakfeløgini
hava eina lønarhækking, so
merkir tað færri starvsfólk hjá
tí almenna, sigur Bárður
Nielsen, landsstýrismaðurin
Partarnir á almenna
arbeiðsmarknaðinum stevna
beint ímóti hvørjum øðrum,
og tað kann roknast við
einum ógvuligum
samanbresti næstu vikurnar