hósdagur 1. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 165 - 1. september 2005
Nú er arbeiðið byrjað
á føroyska flaka-
virkinum í Lettlandi
og stjórin letur væl at
arbeiðsfólkinum
FISKIVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er arbeiðið byrjað á
fyrsta føroyska flakavirkin-
um í Lettlandi.
Tað vakti ans, tá ið føroy-
ingar fyrr í summar keyptu
eitt flakavirki í Lettlandi.
Men nú er arbeiðið á
virkinum byrjað og hesar
seinastu vikurnar, hava tey
brúkt til at fáa gongd á.
Tað er Føroya Sparikassi,
sum fíggjar hesa fyrstu før-
oysku vinnulívsroyndina á
fiskivinnuøkinum, í hvussu
so er av týdningi, í Balta-
londum.
Tað er Pole Hansen, sum
er stjóri á virkinum í Lett-
landi, ið hevur fingið navn-
ið Fariga Seafood.
Og hann sigur, at teir nú
eru við at koma yvir teir
allarflestu byrjunnartrupul-
leikarnar og eru so smátt
við at koma rættiliga
ígongd.
– Tað slepst ikki undan,
at lettarar eru øðrvísi av
lyndi enn føroyingar og tað
ger, at tað eru ymisk við-ur-
skifti, sum vit skulu venja
okkum við.
Hann sigur, at eitt nú
hevur pappírsveldið góðar
dagar í Lettlandi.
– Her er alt nógv tyngri
at fáast við, tí her gerst
onki, fyrrenn sáttmálar og
skrivligar avtalur eru gjørt
um tað fyrst.
Hann leggur kortini aft-
urat, at hesi viðurskifti sær
hann ikki svart upppá, tí
sum heild gongur væl.
Arbeiði til 70 fólk
Stjórin á flakavirkinum í
Lettlandi sigur, at higartil
hava útvið 40 fólk havt
arbeiði á virkinum, men at
eini 70 arbeiðspláss vera, tá
ið alt er komið í rættlag.
Nær tað verður, veit hann
ikki, tí tað veldst alt um,
hvussu skjótt tað gongur at
leggja alla byrjanina aftur-
um.
Annars sigur hann, at
arbeiðsfólkið er sera væl
skikkað.
– Tað er á sera høgum
støði, so har er onki at
fýlast á.
Higartil hava tey tikið
ímóti 160 tonsum av fiski,
men tað verður væl meir, tá
ið rættilig gongd er komin
á.
Tað, teir hava lagt seg
eftir í fyrstuni, er at arbeiða
upsa, sum teir gera til
portiónir. Men seinni er
eisini ætlanin at arbeiða
tosk og hýsu.
Higartil hava tey keypt
fisk úr Danmark, Noregi og
úr Føroyum til virkingar á
virkinum í Lettlandi.
Hvussu stórur partur er
føroyskur fiskur vil hann
ikki siga, tí tað heldur hann
er torført av definerað.
– Vit hava keypt fisk frá
seljarum í Føroyum, men
vit hava eisini keypt før-
oyskan fisk frá keyparum í
Danmark, so tað er torført
at siga, hvat er føroyskur
fiskur, sigur hann.
Men Pole Hansen sigur,
at tað er tann minsti partur-
in av fiskinum, sum kemur
úr Føroyum. Og hann vænt-
ar heldur ikki, at tað verður
tað nógva av fiskinum, sum
fer at koma úr Føroyum í
framtíðini.
Sjálvur sær Pole Hansen
als ongar trupulleikar í, at
føroyingar stovna flakavirki
í útlondum.
– Eg vænti ikki, at vit
fara at fáa tað nógva av
fiskinum ú Føroyum, so
hetta fer neyan at ávirka
føroysku
flakavinnuna
nakað serligt.
Stjórin á flakavirkinum
heldur eisini, at tað er neyð-
ugt hjá føroyskum vinnu-
lívi at síggja út um land-
oddarnar.
– Vinnulív í øllum lond-
um royna at víðka um
virksemi uttanlands. Tey,
sum ikki gera tað, liggja
eftirá. Og vilja føroyingar
ikki hyggja út um landodd-
arnar, eru vit skjótt liðug,
staðfestir Pole Hansen.
Lønarlagið 15-20% av
tí føroyska
Pole Hansen sigur, at størsti
fyrimunurin við at hava
virki í Lettlandi, er heilt av-
gjørt lønarlagið.
– Lønin hjá arbeiðsfólk-
inum á virkinum í Lettlandi
er fær 15-20% av tí, sum
arbeiðsfólk í Føroyum fáa
og tað er ein veldugur
kappingarfyrimunur.
Hann leggur kortini aft-
urat, at allur hesin munurin
í lønarlagnum, kemur ikki
virkinum til góðar, tí nakað
av eykaútreiðslum er til at
flyta fisk til og frá virk-
inum.
– Men tað er eyðsæð, at
hetta er størsti fyrimunurin
við at virka í Lettlandi.
Annars sigur hann, at tað
er eisini ein stórur fyrimun-
ur, at Lettland er í ES. Sam-
stundis er tað skjótt at ferð-
ast niður á meginlandið og
flutningssambandið er sera
gott.
Tað eru Egil Olsen og
Petur Olsen, sum eru før-
oysku
høvuðsmenninir
aftanfyri flakavirkið í Lett-
landi.
Tá ið teir keyptu virkið
útihýstu teir ikki møguleik-
unum fyri at víðka virksemi
í Lettlandi, men tað er ov
tíðliga at siga nakað um
enn.
Føroyingar farnir til verka í Lettlandi
Pole Hansen, stjóri á føroyska flakavirkinum, Fariga Seafood í Lettlandi, sigur, at tað er ein stórur
kappingarfyrimunur, at arbeiðsfólk í Lettlandi bara fáa 15-20 % í løn av tí, sum føroysk
arbeiðsfólk fáa
(Mynd: Føroya Sparikassi)
Sum er, arbeiða útvið 40 fólk á føroyska flakavirkinum í Lettlandi og stjórin sigur, at
arbeiðsmegin er á høgum støði
(Mynd:Føroya Sparikassi)
Higartil hava tey bara arbeitt upsa á føroyska flakavirkinum í Lettlandi, men ætlanin er eisini
at arbeiða bæði tosk og hýsu