hósdagur 1. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2005
7
Hábærsligir
gestir til
íslendskan leik
Norðurlandahúsið:
Í
kvøld verður eitt serstakt
høvi at síggja, hvussu
væl føroyska songkvinn-
an Eivør Pálsdóttir er
komin frá nótasmíði sín-
um til leikin "Úlfhams-
saga".
Hon hevur skrivað all-
an tónleikin til henda
søguliga íslendska leikin
og spælir sjálv við, bæði
sum sjónleikari og sum
tónleikari, saman við
fleiri øðrum leikarum.
Í kvøld verða tvær
framførslur av hesum
leikinum, og við tað
fyrru – kl. 18 - verður
eisini ein hábærsligur
gestur,
nevniliga
ís-
lendski
uttanríkisráð-
harrin, Davíð Oddsson
og kona hansara Ástriður
Thorarensen.
Tey eru í hesum døgum
á almennari vitjan her, og
hava so sett ein part av
kvøldinum av til sjón-
leik.
sb.
100 haldarar
eftir fáum
døgum
Bláikrossur:
Í farnu
viku boðaði Blái Krossur
frá, at tey vóru farin
undir aftur skipanina við
at senda mannakorn til
fólk umvegis teldupost.
Skipanin hevur ikki
verið virkin í eini tvey ár,
men er nú farin at virka
aftur. Kunngjørt var um
hetta her í blaðnum, og
úrslitið vísti seg beinan-
vegin:
- Eftir fáum døgum var
talið á teimum, ið ynskja
eitt slíkt mannakorn við
teldupostinum, hækkað
við 100, verður upplýst
frá Bláa Krossi.
Í dag fáa 320 fólk hesi
gullkornini sendandi við
telduposti.
sb.
Selja lærara-
húsini
Gjógv: Í eina tíð hevur
verið arbeitt við eini ætl-
an um at selja lærara-
húsini við Gjógv. Húsini
krevja ávísar ábøtur.
Ein samd fíggjarnevnd
í Sunda kommunu mælti
til at selja húsini, soleiðis
sum tey standa til hægst-
bjóðandi.
Og hesum var bygda-
ráðið eisini samt við
nevndini í, og soleiðis
varð málið einmælt sam-
tykt.
sb.
Hóast stóra menning
á nógvum økjum, so
kemur teknmálið
altíð at verða málið
hjá tí deyva og tung-
hoyrda minnilutan-
um. So leingi tað eru
deyv fólk, verður altíð
brúk fyri teknmáli
RÁÐSTEVNA
Snorri Brend
Teknmál: - Væl er tekn-
málið eitt mál hjá einum
minnilutabólki. Men er tað
samstundis eitt hótt mál, -
ella hevur tað nakrar møgu-
leika í framtíðini, tí menn-
ingin gongur so skjótt?!
Hetta var ein av mongum
áhugaverdum spurningum,
sum vórðu reistir á norður-
lendsku ráðstevnuni sum
fyrr í vikuni varð hildin á
Hotel Føroyum.
Høvuðsevnið á ráðstevn-
uni var at vísa á, hvussu
barnið verður ment kenslu-
liga og intellektuelt gjøg-
num málið?
Eitt av nógv umrøddu
evnunum var tann lutvíst
nýggja uppfinningin av CI-
tólinum, sum ger, at tey
sum áður vóru deyv nú
kunnu hoyra aftur. - Kemur
hetta tólið ístaðin fyri
teknmálið?, var ein annar
áhugaverdur spurningur í
tjakinum.
Allir hesir spurningarnir,
og mangir aðrir, vórðu
lýstir við fyrilestrum, tjaki
og ikki minst í práti millum
teir 170 luttakararnar á ráð-
stevnuni.
Føroyingar
smæddust ikki burtur ímill-
um, tí einir 60 føroyingar
vóru eisini til staðar.
Ráðstevnan endaði týs-
dagin við einum pallborðs-
fundi har støðan hjá tekn-
málinum í framtíðini varð
havd á lofti millum luttak-
ararnir.
Tøkni og framstig
Allir luttakarnir við pall-
borði vóru samdir í, at
samskifti er neyðugt fyri øll
menniskju. Ella sum ein
teirra segði:
- Rætturin til eitt mál
gevur eisini rættin til at
liva!
Í dag gongur alt við rúk-
andi ferð, og nógv nýggj
tøkni og onnur framstig
gera lívið lættari hjá mong-
um menniskjum í tí hoyr-
andi
heiminum.
Men
hvussu er við teimum
deyvu: Eru tey ikki í vanda
fyri at detta burtur ímillum
í allari hesari menningini, tí
tey ikki til fulnar megna at
fylgja við menningini?
Víst varð á støðuna hjá
teknmálinum, sum í høv-
uðsheitum er góð, men
hvørs støða eisini kann
gerast trupul í framtíðini.
Í dag er støðan tann, at
teknmál er góðkent sum
mál í nógvum londum og í
ikki minst í norðurlendsk-
um høpi, og er hetta sjálv-
andi at frøast um.
Hinvegin so finnast eisini
tey, sum bera ótta fyri at
teknmál ikki vinnur hevd
sum eitt rættiligt mál, og
fer tí altíð at vera málið hjá
einum ávísum minniluta-
bólki.
- Í dag stendur teknmálið
bæði sterkt og veikt. Men
tað er eingin ivi um, at tað
verður altíð brúk fyri hes-
um málinum, so leingi tað
eru deyv fólk í samfelag-
num, varð víst á.
Í Svøríki verður nógv
gjørt fyri at fremja tekn-
málið. Har eru mong, sum
vilja læra seg teknmál, í
sjónvarpinum er ein sera
væl umtókt barnasending
við teknmáli, eins og drotn-
ing teirra, Sylvia, dugir
teknmál.
Góð skipan
Við pallborðið sótu tvey
føroysk umboð - Jógvan á
Lakjuni mentamálaráðharri
og Heidi Petersen løgtings-
kvinna.
Jógvan á Lakjuni greiddi
frá, at í føroyska skúlaverk-
inum hevur ein reglur og
prosedurur fyri næmingar
sum eru tunghoyrdir ella
deyvir.
Er ein deyvur næmingur í
einum flokki, so fær flokk-
urin tveir flokslærarar, har-
av tann eini skal duga tekn-
mál.
Í einum flokki á Venj-
ingarskúlanum eru tveir
næmingar sum eru tung-
hoyrdir, harav søgan hjá
øðrum teirra varð lýst í
blaðnum seinasta leygar-
dag.
Hinvegin so vísti lands-
stýrismaðurin á, at tørvur er
á undirvísing fyri tekn-
málstulkum her á landi.
Hetta er tí, at tað eisini í
framtíðini fara at verða
tunghoyrdir
og
deyvir
næmingar í føroyska skúl-
anum.
Upplætin eygu
og oyru
Heidi Petersen vísti á, at
hon hevði verið lærari í
samfull 20 ár, men at hon
ongatíð hevði havt nakað
samband við deyvar næm-
ingar.
Men á hesi ráðstevnuni
hevði hon – sum hon sjálv
tók til – fingið bæði eygu
og oyru síni latin upp fyri
teim umstøðum, sum hesi
fólkini liva undir.
- Og fyri meg er eingin
ivi um, at alt tað sum eg her
havi hoyrt, kann eg, og fari
eg at brúka víðari í tí
poilitiska
arbeiðinum,
segði løgtingskvinnan.
Eftir
innleggini
frá
luttakarunum var høvið hjá
fólki í salinum at seta
spurningar, áðrenn punkt-
um varð sett fyri hesa
áhugaverdu ráðstevnuna.
Teknmálið hevur
framtíð fyri sær
Hevur teknmálið nakra framtíð? Í øllum førum prógvaði ráðstevnan á Hotel Føroyum at brúk
er fyri teknmálstulkum undir orðaskiftinum við pallborðið. Uttan hesi fólkini hevði bert ein
partur av áhoyrarunum fingið nakað við. Nú kundu øll fáa alt við
Mynd: Jens Kr. Vang
Tíðliga sunnumorg-
unin boðaði línu-
skipið Venus frá, at
teir høvdu fingið
maskinskaða
SLEIP
Snorri Brend
Skip: Sjóverjuskipið Tjald-
ið fekk boðini um støðuna
hjá Venusi kl. 5:00 og legði
beinanvegin til brots eftir
skipinum, sum tá var statt
til fiskiskap undir Íslandi.
Tjaldrið kom til Venus
mánamorgunin um 7:30-
tíðina, og byrjaðu teir tá at
sleipa Venus til Føroyar.
Týsdagin um 16:30-tíð-
ina - nærum hálvtannað
samdøgur seinni - komu so
Tjaldið og Venus inn á
Havnina.
Her
verður
maskinskaðin umvældur á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Venus og Tjaldrið koma á
Havnina seinnapartin
týsdagin eftir ein langt sleip
undan Íslandi
Mynd: Jens Kr. Vang
Venus sleipaður á Havnina
Hósvík: Sunda komm-
una hevur samtykt, at
gerast skal ein rampa til
tey skateboard-hugaðu í
Hósvík.
Hósvíkar
kommuna
játtaði í síni tíð eitt øki til
hetta, men varð hetta
seinni broytt til at komm-
unan eisini skuldi byggja
breytina. Einki var tó sett
av til hetta á fíggjarlóg-
ini. Spurningurin um
ábyrgdartrygging hevur
eisini verið frammi.
Ein samd trivnaðar-
nevnd mælti bygdaráð-
num til at kommunan
bert læt øki til endamál-
ið. Og tað varð so eisini
samtykt á fundinum í
bygdaráðnum í farnu
viku.
sb.
Rampa til skateboard
Nú fáa teir skateboard-hugaðu hósvíkingarnir eina rampu