Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 165 - 1. september 2005 - Í fjør var marknað- urin vánaligur, men í ár hevur hann verið betur, tó at vit kundu ynskt okkum, at hann var uppaftur betur. Hetta árið hevur helst ikki verið so gott hjá skipunum; tey hava fingið lægri prís, samstundis sum olju- útreiðslurnar eru øktar, sigur Jóan Magnus Rasmussen, sum kortini væntar, at gulllaksasesongin hevur verið líka fræg fyri skipini, sum tíðin annars hevði verið, um tey vóru á upsaveiði í hesum tíðarskeiði GULLLAKSUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gulllaksatíðin er av á hes- um sinni og tey fýra skip- ini, sum hava verið á gulllaksaveiði, Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, eru farin aftur á upsaveiði. Á Tavuni í Leirvík, har tey hava arbeitt gulllaks í summarhálvuni í meira enn 10 ár, eru tey farin at rigga til at arbeiða upsa, soleiðis sum tey hava gjørt í vetrar- hálvuni í fleiri ár. Betur í ár Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, sigur, at tey eru nøgd við gulllaksa- sesongina í summar. – Í fjør var marknaðurin vánaligur, men í ár hevur hann verið betur, tó at vit kundu ynskt okkum, at hann var uppaftur betur. Keyparalondini eru fleiri, harav Noreg er hitt størsta, og gulllaksafarsið verður avskipað gjøgnum alt árið. – Vit hava søluavtalur um alla framleiðsluna, sigur hann. Skipini byrjaðu fyrr at fiska í ár enn vanligt hevur verið, men tey góvust eisini nakað fyrr. – Vit plaga at siga, at vanliga sesongin er frá mai og til og við september, men í ár arbeiddu vit allan apríl mánaða eisini. Hann vísir á, at í fjør byrjaðu skipini ikki at fiska fyrr enn fyrst í juni – og tey góvust longu til ólavsøku. Jóan Magnus sigur, at nú framleiðslan av gulllaksa- farsi er liðug fyri hesaferð, hevur Tavan keypt 5.200 tons av rávøru. – Vit settu nøsina upp ímóti teimum 5.500 tons- unum í ár, so hetta er á góð- ari leið. Í fjør keyptu vit einans 2.200 tons, tá ið marknaðurin var so vána- ligur. Í 2001 keyptu vit størstu nøgdirnar nakran- tíð, nevniliga 8.200 tons. Aftrat nøgdunum, sum Tavan hevur keypt, eru nakrar lastir eisini lagdar upp í Kollafirði, so talan er helst um eina samlaða gulllaksaveiði í ár, sum liggur um eini 7.000 tons. Lakari fyri skipini Stjórin heldur ikki, at hetta árið hevur verið so gott hjá skipunum, sum hann kundi ynskt sær. – Skipini hava fingið lægri prís, samstundis sum oljuútreiðslurnar eru øktar. Vit vóna, at prísirnir verða betur komandi ár, so meira eisini verður eftir til skip og manningar, sum vit hava gott samstarv við. Hann sigur, at skal gull- laksafiskiskapurin loysa seg, er neyðugt, at nøgdirn- ar, sum skipini fáa, eru stórar. – Eg vænti tó, at gull- laksasesongin hevur verið líka fræg fyri skipini, sum tíðin annars hevði verið, um tey vóru á upsaveiði í hesum tíðarskeiði. Jóan Magnus veit frá skipunum at siga, at tey eis- ini havt havt aðrar trupul- leikar at drigist við í summ- ar. – Soleiðis, sum eg havi skilt, eru gulllaksaskipini vorðin nógv órógvaði av svartkjaftaskipunum, sum stundum hava ligið so inn- arliga. Svartkjaftaskipini hava trolað á somu leiðum, sum gulllaksaskipini plaga at royna á, og hetta hevur órógvað fiskiskapin hjá teimum. Somuleiðis hava svartkjaftaskipini havt loyvi at fiskað á leiðum, har gulllaksaskipini ikki sleppa at fiska. Betur skipan Hann heldur, at nú bløðini skriva, at tað so nógvur svartkjaftur er at fáa, átti svartkjaftaveiðan og gull- laksaveiðan at verið skipað soleiðis, at gulllaksaskipini ikki eru verri fyri úti á fiskileiðunum, enn tey hava verið hesi árini, tey hava verið á gulllaksaveiði. – Skipini byrjaðu at fiska gulllaks longu í 1992, og tí átti henda veiða at havt tryggjað sær nøkur rættindi á grunninum, heldur Jóan Magnus Rasmussen og vís- ir á, at tað ikki átti at vera nakað forgjørt, um svart- kjaftaskipini vóru nakað ytri enn gulllaksaskipini, sigur Jóan Magnus Rasmussen. Gulllaksasesongin frægari í ár Leirvíkingar hava slóðað fyri við gulllaksinum, og teir slóðaðu eisini fyri, tá ið farið varð undir at turka høvd til útflutnings Mynd: Vilmund Jacobsen – Tað hevur gingið væl at fingið fatur á fiski, men nú fleiri skip eru seld, vita vit ikki, hvussu verður í vetur, sigur Jóan Magnus Rasmussen, sum kortini væntar, at virkið fer at fáa nóg mikið av upsa, um góði upsafiski- skapurin heldur fram TAVAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað skerst ikki burtur, at gulllaksurin skapar nógv arbeiði í Leirvík í summar- hálvuni og meira enn tað. Jóan Magnus Rasmus- sen, stjóri á Tavuni, sigur, at vanliga verður arbeitt við 17 fólkum í senn í tveimum vaktum – og stundum í trimum vaktum í vertíðini. Eins og seinastu árini, tá ið gulllaksasesongin er lið- ug, verður nú lagt um til upsaframleiðslu, og tá eru vanliga 30 fólk til arbeiðis á Tavuni. Hann væntar, at Tavan fer undir at virka upsa til portiónir um miðjan sep- tem-ber, tá ið teir eru lidnir við onkrar smávegis um- vælingar. – Upsin fer allur til portiónir undantikið tann parturin av flakinum, sum skorin verður frá; hesin fer í blokk. Færri skip Jóan Magnus sigur, at tey miðja eftir at arbeiða eini 2.000 tons av upsa í vetrar- hálvuni. – Tað hevur gingið væl at fingið fatur á fiski, men nú fleiri skip eru seld, vita vit ikki, hvussu verður í vetur. Hann væntar tó, at tað fer at laga seg við ráfiski, um framvegis nógvur upsi verður at fáa. Høvuðsframleiðslan hjá Tavuni er gulllaksur, og tey fyrstu árini lá alt virksemið stilt í vetrarhálvuni. Jóan Magnus Rasmussen sigur, at upsin, sum virkið keypir, vanliga hevur verið góður, og tí hevur fiskurin verið væl egnaður til fram- leiðslu av portiónum. – Um einar tvær vikur verður so aftur lagt til brots við upsanum, sigur stjórin við Sosialin. Tavan fer nú at framleiða portiónir úr upsa