hósdagur 1. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2005
9
Danski umhvørvismála-
ráðharrin vitjar
Í gjár kom danski
umhvørvismálaráð-
harrin, Connie Hede-
gaard, á vitjan í Før-
oyum. Talan er ikki
um nakra almenna
vitjan, men um ein
arbeiðsfund við um-
boð fyri landsstýrið
POLTISK VITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Connie Hedegaard kom til
landið stutt fyri døgurða
mikudagin, og leiðin gekk
beina kós til Havnar, har
hon var til døgurða saman
við ríkisumboðinum.
Skal kunnast um
orkuverkætlanir
Tað er Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður í um-
hvørvismálum, ið hevur
boðið danska ráðharranum
til Føroya, og tey bæði
høvdu ein fund beint eftir
døgurða mikudagin.
Á fundinum millum tey
bæði vóru fleiri mál við-
gjørd.
Millum hesi mál vóru eitt
nú støðan og avbjóðingar
innan altjóða havumhvørv-
issamstarv, nýggja havum-
hvørvisverndarlógin, sam-
starv millum Innlendis-
málaráðið og danska Miljø-
ministeriet, og eisini var
Kyoto-protokollin umrødd.
Vitjanin hjá Connie Hede-
gaard í Føroyum er ikki
drúgv, tí longu seinnapartin
í dag gongur leiðin aftur til
Danmarkar og Christians-
borg.
Men danski umhvørvis-
málaráðharrin røkkur tó ein
fund fyrrapartin í dag, tá ið
hon skal á fund við Jóannes
Eidesgaard, løgmann og
Bjørn Kalsø, landsstýris-
mann í fiskivinnumálum. Á
hesum fundi verður tað
fyrst og fremst CITES-sátt-
málin, ið verður viðgjørdur.
Connie Hedegaard fer á
vitjanini í Føroyum eisini at
fáa kunning um eitt nú
alduorkuætlanina hjá Sea-
wave og vind- og vatnorku-
verkætlanina hjá Sp/F Røkt
í Vestmanna.
Í hesum døgum er danski
umhvørvismálaráðharrin,
Connie Hedegaard, á vitjan í
Føroyum, har hon hevur
fund við starvsfelaga sín,
Jógvan við Keldu, umframt
Jóannes Eidesgaard, løgmann
og Bjørn Kalsø, landsstýris-
mann í fiskivinnumálum.
Mynd: Jakob Dall
Týsdagin hevði het-
lendska heimastýrið
fund, og á fundinum
var tosað um at keypa
tænastur frá føroysku
veðurstøðini
VEÐURTÍÐINDI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum nú er, fáa hetlendingar
síni veðurtíðindi frá Aber-
deen Met Office, men hend-
an veðurstøðin er í vanda
fyri at verða stongd, skrivar
Shetland News mikudagin.
Tí er tað, at hetlendingar eru
farnir at umrøða møgu-
leikan
fyri
at
keypa
veðurtíðindi úr Føroyum.
Føroysku tíðindini
betur enn tey bretsku
Ein av limunum í het-
lendska
heimastýrinum,
Josie Simpson, er gamal
skipari, og hann segði á
fundinum, at føroysku veð-
urtíðindini eru nógv meiri
viðkomandi og nógv meiri
nágreinilig enn tíðindini frá
bretsku veðurtænastuni.
Gussie Angus, ein annar
av limunum í hetlendska
heimastýrinum, legði aftur-
at á fundinum, at føroy-
ingar fáa sínar veðurupp-
lýsingar
frá
UK
Met
Office, men at føroyska
veðurstøðin gjørdi nógv
meiri nyttu úr upplýsing-
unum, og at føroyingar
duga betur at greina tíð-
indini. Gussie Angus helt
tað verða skilagott, um het-
lendingar settu seg í sam-
band við føroysku veður-
støðina at kanna, hvørjar
tænastur ið hon kann veita
hetlendingum.
Í mun til bretar leggja
føroyingar størri dent á
veðrið á sjónum, og her
hava føroyingar og het-
lendingar felags áhugamál.
Tað hevur eisini stóran
týdning fyri hetlendingar
og sjóvinnuna kring Het-
land, at skipini fáa álítandi
og nágreinilig veðurtíðindi,
ikki minst havandi í huga,
at størsti oljuterminalurin í
Evropa, Sullom Voe, liggur
í Hetlandi.
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa viðmerkingar til
hetlendsku ætlanirnar frá
føroysku veðurstøðini áðr-
enn evstamark hjá blaðnum.
Í dag verður nýggi
leigurin, Úlfhams-
saga, við tónleiki
eftir Eivør Pálsdótt-
ir, sýndur í Norður-
landahúsinum.
Talan er um ein
sterkan og vakran
leik, har dansur
møtir yrkingalist
SJÓNLEIKUR
Úlfhamssaga er ein sterkur
og vakur leikur, har dansur
møtir gamlari yrkingalist.
Hetta er ein spennandi
søga, ið rennur í æðrum
Ringi Harranna, har kær-
leiki traðkar fram á vakr-
asta hátt við úlvum, gandi
og kríggi. Eitt framúrskar-
andi ævintýr sum speglar
menniskjans djúpu sál:
ljósið og myrkrið. Menn
og kvinnur mugu standa
saman til tess at loysa
trupulleikar
og
vinna
bardagan yvir tí ónda.
Leikurin varð skaptur
burtur úr tøttum samstarvi
millum Mariu Ellingsen,
Eivør Pálsdóttir, Snorra
Freyr Hilmarsson og Rejo
Kela, ekspermenterandi
dansari
úr
Finnlandi.
Teksturin er skrivaður av
unga íslendska yrkjaran-
um, Andri Snær Magna-
son. Og vinnandi liðið í
íslendskari sniðgeving av
búnum, skortum, ljósi og
pallsniði arbeiddi við í
framleiðsluni.
Tíggju sjóleikarar leika
við liðina á Eivør Páls-
dóttir, sum framførir sínu
egnu løg, skrivað serliga
til leikin.
– Vit vilja skapa ein
bólk av norðurlendskum
listafólki, gomlum yrk-
ingum mótvegis dansi-
leiki. Vit hava eina hug-
mynd um eitt leiklistarligt
tiltak á ein serstakan stíl-
førdan hátt, har vit hoyra
tónleik við einum frum-
kendum Norðurlendskum
tóna, meðan søgan trínur
sterkt sjónliga fram við
dansi og drama,, sigur
Maria Ellingsen.
»Rímur« er siðbundni
hátturin at greiða frá søgu
við at syngja yrkingar.
Hetta hevur gevur teimum
eitt byrjunarstað í tón-
leikinum og rútmunum, ið
eru heldur óvanligt.
– Móður mín er úr
Føroyum, so eg eri upp-
vaksin við rímum, og tá
eg hoyrdi Eivør Pálsdóttir
syngja í Føroyum visti eg,
at hon var tann rætta at
skriva tónleikin. Hon tók
arbeiðið á seg, og hóast
hennara unga aldur var
hon ikki bangin fyri at
taka ábyrgd fyri øllum
tónleiki og ljóði til alla
framleiðsluna
av
leikinumum.
– Hon arbeiddi tætt
saman við mær og sjón-
leikarunum og improvis-
eraði seg fram gjøgnum
tilfarið. At enda avgjørdu
vit, at hon skuldi verða
partur av stykkinum og
stýra hugalagnum av søg-
uni við egnum tónleiki,
trummusláttri og sangi,
sigur hon.
Úlfhamssaga fekk góða
móttøku í Íslandi. Fram-
førslurnar vóru útseldar,
og leikurin fekk sjey inn-
stillingar til The Icelandic
Theater Prize »GRÍM-
AN«. Ljósið vann ein
prís,
somuleiðis
sum
Eivør Pálsdóttir vann fyri
sín tónleik.
Úlfhamssaga varðar í 2
tímar við steðgi og er væl
hóskandi øllumúr 10 til
100 ár.
Bara
tvær
sýningar
verða, og verða báðar í
dag, 1. september kl:
18.00 og kl: 21.00.
Atgongumerkini eru til
sølu í Norðurlandahúsin-
um og í Kunningarstovuni
í Havn og í Runavík.
Úlfhamssaga -
runnin úr Ringi
Haranna
Hetlendingar vilja nýta føroysk
veðurtíðindi
Hetlendingar halda, at tíðindini frá føroysku veðurstøðini eru so nágreinilig og álítandi, at teir
hava ætlanir um keypa tænastu frá føroysku støðini.
Savnsmynd