Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 165 - 1. september 2005 Í gjár tann 31. august undirskrivaðu ís- lendski uttanríksráðharrin og løgmaður frí- handilsavtaluna, sum leingi hevur verið verið ávegis.Hetta er mest víðgongdi sátt- máli, Føroyar hava gjørt við nakað land, og fyrstu ferð føroyingar gera sáttmála har vørur, tænastur, kapitalur og persónar hava frítt at fara landanna millum. Tað verður nú frítt fyri føroyskar fyritøkur at seta seg niður í Íslandi og fyri íslendskar fyritøkur at seta seg niður í Føroyum. Við hesum sáttmála gerast Føroyar og Ís- land sostatt eitt búskaparøki, tí flestu hand- ilsligu forðingar fella burtur. Hetta er tó ikki galdandi fyri týdningarmikil øki innan fiskivinnuna, men partarnir hava avtalað eisini at arbeiða fyri at fáa hesar forðingar av vegnum. Hetta er ein sera týðandi hending í viður- skiftunum millum Ísland og Føroyar. Hóast tað má sigast at vera eitt sindur av einum vónbroti, at sáttmálin ikki fevnir um fiski- vinnuna, so má avtalan metast sum ein týð- andi varði í viðurskiftum okkara við brøðratjóðina í útnorði. Hvat er meira upp- lagt, enn at grannalondini samstarva á øll- um økjum? Sáttmálin kann, um hann verður tikin í tí álvara, sum hann hveur uppiborið gerast tann kveikin, sum skal til fyri at fáa gongd á samstarvið. Talan er um vinnuligt og bú- skaparligt samstarv, mentanarsamstarv og samstarv innan útbúgving og gransking. Her hava vit nógv at læra av frændum okk- ara og tí eiga øll at fegnast eins væl og vit við hesum ynskja mæta Føroyavininum Davidi Oddsyni hjartæliga vælkomnum til okkara land. DAGSINS MEINING Sosialurin Frændavitjan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Jana H. Dalsgaard, forkvinna Nevndin í Felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøðing- ar (FFS) hevur á nevndar- fundi i dag umrøtt ætlaðu sparingarnar á Lands- sjúkrahúsinum (LS). Hesar sparingar, ið verða kallaðar umleggingar, raka flest allar funktiónir, soleiðis at brúkarin eftir øllum at døma fær eina verri tæn- astu. Nevndin í FFS er als ikki samd við leiðsluna á LS, um hon metir, at ætlaðu broytingarnar ikki fara at geva eina verri tænastu. Vit heita á Føroya Løg- ting og Landsstýri at tryggja Føroya fólki eitt virðiligt tænastustøði og eftirlýsa samstundis ein yvirskipaðan heilsupoli- tikk. Soleiðis fær brúkarin at vita, hvørji krøv kunnu setast heilsuverkinum, nú landsins myndugleikar hava stungið út í kortið við "Visión 2015". Viðmerking til spariætlan á Landssjúkrahúsinum Terje Kollsker Psykologur á psykiatriska deplinum Í grein í Dimmu 23. aug. »Russsisk rouletta við børnum« úttala limir í áhugafelagnum MBD/ DAMP seg um, hvat ætlaði serstovnurin ikki kann, og at tað ikki verður ein stovn- ur til børn við eini sjúku- greining samstundis sum felagið úttalar, at ongin serkunnleiki er til taks í Føroyum. Psykologfakligi leiðarin á Psykiatriska Deplinum hevur í grein fyrr í vikuni upplýst um virksemi á deplinum, so mær nýtist ikki at taka uppí saman, men skal her í stuttum lýsa, hvat vit, sum hava arbeitt við álitinum um serdag- stovn til børn upp til 7 ár, hava mett sum týðandi upptøkukrøv, altso, hvørji børn vit hava hugsað um. Fyrst skal eg tó minnna á, at vit hava serkunnleika í Føroyum. Á teimum økjum hesin eigur at verða mentur, skal gongd setast á, sjálv- andi. Við stovnsetan av ser- stovni er menning av fak- ligum serkunnleika í Før- oyum eisini partur av íløg- uni. Tað er ikki bara innan fiskiídnaðin, at diskussión- in um útflutning ella við- gerð av rávøru hevur týdn- ing fyri góðskumenning her á landi. Børnini, ið eru ætlað at fáa gagn av serviðgerð á stovninum, eru børn við funktiónsólagi á tí sokall- aða psyko-sosiala økinum. Børnini skulu vera psyko- logiskt kannað og mett til at hava neyðugan tørv á ser- ligari viðgerð. Avgerandi upptøkukrøv vera, at barnið hevur evnir innnan fyri sonevnda normaløkið, men við ser- ligum trupulleikum á funktiónsøkjum, ið eru av avgerandi týdningi fyri samspælið við onnur og í menningini sum heild. Nøkur eyðkenni fyri hesi børn vilja ofta vera, at tey hava ólag í evnunum til bindindi, hava lyndi til at hava ófrið á sær, kunnu vera brásint, hava ilt við fyriliti, koma ofta í konflikt og eru ofta fyri, at samskifti við onnur gerst sera nega- tivt. Slíkar negativar lívs- royndir aftrat funktións- trupulleikunum, setir barn- ið í stóran vanda fyri skaði- lig árin á persónligu menn- ingina, um ikki viðgerðar- tilboð er til taks. Í nógvum førum fara hesi børn helst at hava eina diagnosu, ið er samsvar- andi teimum børnum oman fyri nevnda áhugafelag umfatar. Í øllum førum skulu for- eldrini samstarva tætt við stovnin. Foreldur at børn- um við álvarsligum funk- tiónsólagi hava brúk fyri og gagn av hjálp av ymiskum slagi, eisini tey vælfunger- andi foreldrini. Í onkrum føri kann talan vera um truplan foreldraførleika og onkuntíð kann væntast, at hesi børn longu eru í familjupleygu. T.v.s., at baklandi hjá børnunum kann síggja sera ymist út, hóast barnsins tørvur á viðgerð á stovninum er á leið tann sami. Stovnurin fer tí eisini at hava sum uppgávu, at hava hjálparfunktiónir, ið eru rættaðar móti familjuni, júst fyri at gera viðgerðina av barninum so góða sum gjørligt. Børnini, ið ætlandi skulu hava gagn av viðgerðini á serstovninum, skulu tískil fyrst lúka nøkur upptøku- krøv, har dentur er lagdur á serligt funktiónsólag hjá barninum - og ikki hjá foreldrunum. Síðani verður viðgerðin, primert tað serpedagogiska arbeiðið, sjálvandi í tráð við barnsins tørv. Aftrat hesum er upp- tøkukravið um tætt sam- starv við foreldrini. Serstovnurin er ætlaður til børn við serligum funktiónsólagi